hósdagur 14. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
27
Barnagarðurin í Miðvági liggur ikki langt frá spæliplássinum.
Tey hava longu sæð fyrimunin við at hava eitt slíkt spælipláss
nær stovninum, og børnini hugna sær
- Nú havi eg góða tíð
at mála, sigur mið-
vingurin, Petur Jacob
Haraldsen. Á lista-
framsýningini á
vestanstevnu lut-
tekur hann við 10
listaverkum. Ikki
smávegis, tá ein er
komin til 81 ára
aldur!
MÁLNINGALIST
Snorri Brend
Mynd: Bárður
Miðvágur: Ein teirra sum
við spenningi sær fram
móti einum serstøkum til-
taki á vestanstevnuni í ár
er Petur Jacob Haraldsen,
sum býr við Kirkjar í
Miðvági.
Á skránna fyri stevnuna
er nevniliga sett ein lista-
framsýning í Gamla Skúla,
og har ætlar hann sær
sjálvandi at vera við.
- Her frammanfyri mær
havi eg átta málningar,
sum eg ætli at hava við á
framsýningini.
- Og helst koma eini
tvey verk aftrat, sigur
hesin lívsfríski, men kort-
ini 81 ára gamli maðurin,
nú umboð fyri Sosialin eru
komin á gátt.
Listaframsýningin
í
Gamla Skúla, har listafólk
úr Vágoynni fara at fram-
sýna verk síni, er opin allar
stevnudagarnar.
Innan og uttan
Ein skal ikki hava gingið
leingi innanveggja í heim-
inum hjá Petur Jacobi fyrr-
enn ein sær ein stóran part
av tí, sum hann nýtir tíðina
til.
Í veruleikanum er als
ikki neyðugt at fara inn á
gátt, tí longu uttanfyri
sæst, at her inni býr onkur,
sum dámar væl at mála og
at skapa.
Í einum vindeyga í
kjallaranum standa fleiri
málningar frammi, so at
fólk, sum ganga har fram-
við, kunnu gleðast um teir.
Og har stendur mín sann
eisini
eitt
modell
av
Vágoynni, har bæði hús,
skip og krígsminnir eru
hegnisliga sett upp.
Inntil fyri fáum árum
síðani var handil í húsinum
- Heini Haraldsen's Eftf. -
men nú verður handils-
hølið ístaðin nýtt sum
atelier hjá Petur Jacobi.
- Eg plagi at standa her
yviri við hurðina, tí her er
so gott ljós, sigur hann.
Vøkur motiv
Í einum øðrum stevnublaði
greiddu vit frá listamálara-
num, Adolf Johannesen í
Hósvík, sum segði at tað
vóru óteljandi motiv í hesi
vøkru bygdini.
Petur Jacob hevur eisini
funnið ein hóp av vøkrum
motivum í Vágum. Serliga
væl dámar honum lands-
løgini
við
Leitisvatn,
Tindhólm og Trøllkonu-
fingur.
- Eg haldi, at vatnið og
neystini har eru sera vøkur
motiv at mála. Og tað eru
eisini teir málningarnir,
sum fólki dámar best, sig-
ur hann.
Hann er sjáldan úti og
tekur skitsur, men málar
sum oftast eftir fotomynd-
um. Hinvegin so er heim
hansara eisini á tremur við
sera vøkrum portrettum.
Máling heldur enn
fótbólt
Soleiðis sum Petur Jacobi
er sagt frá, so hevur hon-
um altíð dámað væl at
tekna og mála.
Pápanum dámdi væl at
mála, og ynskti somuleiðis
at Petur Jacob og hini børn-
ini eisini gjørdu tað sama.
At hetta ynskið gjørdist
veruleiki sær ein m.a. í tí,
at Petur Jacob og tvíbura-
systir hansara, Hannemia
Joensen í Klaksvík, bæði
takast við at mála, hóast
komin væl til árs.
- Ja, eg kann minnast at
pápi næstan ráddi okkum
frá at spæla bólt. Hann
vildi heldur, at vit nýttu
tíðina til at mála í, sigur
Petur Jacob við einum
brosi á kinn.
Eingin føst tíð
Hjá listamálarum er ofta
so, at teir hava eina ávísa
tíð á degnum, har teir føla
seg mest inspireraðar at
gera tað, sum teimum dám-
ar best.
Hjá Petur Jacob var tað
so, at best lá fyri hjá
honum at mála seinna-
partarnar.
- Vit høvdu jú handilin
her. Og var ein løta onkran
seinnapartin, so lá væl fyri
at mála tá, sigur hann.
Síðani tey góvust at
handla fyri trimum árum
síðani, hevur hann onga
fasta tíð, har hann málar í.
- Eg havi ongar ætlanir um
at gevast at mála. Eg ætli
mær at mála so leingi
heilsan er til tað.
- Heilsan hevur alt at siga,
sigur Petur Jacob.
- Eg havi luttikið á fleiri framsýningum á vestanstevnu. Eg havi eisini sent málning til framsýningar í Havn. Men tær eru jú
sensureraðar, so eg fekk myndina aftur óútpakkaða. Tað er ikki akkurát soleiðis ein ger, um ein vil stuðla listarfólkum, heldur
Petur Jacob Haraldsen, sum finnur mong motiv í Vágum
ltsvøllin
- Mær dámar best at mála
Vatnið