Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 132 - 14. juli 2005 Stórur útisjónleikur verður leiktur gjøgnum Miðvágs bygd sunnudagin 17 juli. Sunnudagin á Vestanstevnu verður stórur útileikur leiktur gjøgnum Miðvágs bygd. Byrja verður kl.15.00 á vágni og lagt verður at landi úti við bátahylin. Leiðin gongur framvið Jansagerði, síðan longur heim í bygdina, yvir á tað sum tey kallað "Pallin" og Pálsgróthús. Hesin partur av leikinum kemur at snúgva seg um tí navnframu illu Beintu og prestin Peder Arrheboe. Á brúnni við politistøðina verður leikurin Bukku- brúsar leiktur, áðrenn leiðin gongur oman til Beitishúsini, heimið hjá Mikkjal á Ryggi. Við Beitishúsini verður ymiskt sum hevur tilknýtið til Mikkjal á Ryggi tikið fram. Frá Beitishúsunum verður fólkið leitt oman í Kirkjar og til viðalundina. Í viðalundini verða bæði kongshjún, riddarir og prinsur, og verður her verður eisini tað stóra slagið um prinsessuna. Frá viðalundini verður farið oman á fótbóltsplen- una at royna at sparka "steinfótbólt", men fáa leikararnir góða hjálp uttanífrá. Leikurin endar við onkr- um sera spennandi niðri á sandinum. Nógv fólk úr allari oynni verða við í leikinum, men eisini koma fólk aðrastaðni úr landinum at spæla við. Tað er Marjun í Kálvalíð, sum saman við øðrum góðum sjónleikarum stendur fyri uppsetan av leikinum. Útisjónleikur Leygardagin 16 og sunnudagin 17 juli verður ponyríðng á Tormansbakka. Leygarkvøldið verður stuttleikakappríðing á sandinum. Á Vestanstevnu verða nógv barnavinarliga tiltøk og á Tormansbakka verður m.a ponyríðing, har børnini kunnu sita á hestabaki og ríða ein túr. Eisini verður høvið til at keypa sær onkr- an vælhóskandi kóboyhatt og okkurt annað skemtiligt. Leygarkvøldið, tá ið frið- urin hevur lagt seg eftir kappróðurin, verður kapp- ríðing á sandinum og byrja verður uml. kl.19.00. Hetta setur ein serligan dám yvir stevnuna og vón- andi verður undirtøkan stór. Tað er Vága Ríðingar- felag sum skipar fyri hesum tiltøkunum. Ponyríðing og kappríðing á Vestanstevnu Savnsmynd