Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 187 - 29. september 2000 Nr. 187 - 29. september 2000 Blomsturlág er flutt úr Hornabø! Nú eru vit aftur í Bøgøtu 14 har Blomsturbrá var áður (við síðuna av Einar Mikkelsen). 1. okt. eru 35 ár síðan Bigga byrjaði í Blomsturbrá. Í tí sambandi verður latið 35% í avsláttri hetta vikuskifti og alla næsta viku. Nógv vakurt til komfirmatiónina. BLOMSTURLÁG Tel. 311914 • Fax 321914 ÷35% 35% í BLOMSTURLÁG Sosialurin - 311820 29 29 Ö20% NÓGV NÝTT HEIMKOMIÐ FRÁ LANGA LEYGARDAGSTILBOÐ Buksur, blusur, toppar, beltir, niðurdeilir, troyggjur BERT LEYGARDAGIN NÝTT Sosialurin - 311820 Í Tróndar- gøtu Tel. 31 82 00 Handlarnir í miðbýnum Langur leygardagur í miðbýnum 30. sept. Opið er til kl. 17.00 Langur leygardagur í miðbýnum 30. sept. Opið er til kl. 17.00 Sosialurin - 311820 BARNAÚTGERÐ N. Finsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel. 315101 Vetrarklæðini eru komin Kavaklæðir, jakkar, regnklæðir, gummi- stivlar,blusur, buksur, troyggjur o.m.a. Eisini hava vit hópin av útgerð til pinkubarnið Sosialurin - 311820 Hugna tær við jólabroderíum Sverrisgøta 19 Postboks 181 110 Tórshavn Tel. 315264 Fax 319623 Tógvhandilin IGLOO 199,- vanl. prísur 279,- Spar 80,- 179,- vanl. prísur 239,- Spar 60,- 279,- vanl. prísur 379,- Spar 100,- 89,- vanl. prísur 119,- Spar 30,- 189,- vanl. prísur 249,- Spar 60,- 189,- vanl. prísur 259,- Spar 70,- Bygdarordrar verða eisini avgreiddir Norðurlendska tænastu- mannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til at gjalda ferða- og uppihaldsútreiðsl- ur hjá luttakara. Henda skipan hevur verið í gildi síðan 1979 og enda- málið við skipanini er at fremja norðurlendskt sam- starv. Endamálið er somu- leiðis at geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norð- urlondunum. Tað er ikki neyðugt at lut- takari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar fyri hesum. Føroyar hava fyri ár 2001 fingið tillutað kr. 61.000,-. at nýta til hesa skipan. Skipanin virkar soleiðis Skipanin fevnir um bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara mill- um 1 og 12 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin er í ár 2001 kr. 7.000,- um mánaðin um- framt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður bert latið fyri ferðing á bíligasta hátt. Um uppihald- ið er longri enn 6 mánaðir kunnu ferðaútreiðslurnar hjá familju somuleiðis verða goldnar, um hon flytir við, eins og goldið verður fyri flutning av neyðugum innbúgvi. Treyt fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Um við- komandi fær reiðiviðbót, verður hon varðveitt, um viðkomandi átekur sær meirarbeiðsskyldu í starvin- um í hinum landinum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldri. Tey, sum vilja nýta skip- anina, mugu sjálvi gera av- talu við stovn í øðrum norð- urlandi. Áðrenn 3 mánaðir eru farnir eftir heimkomu, skal luttakari senda Løgmans- skrivstovuni eina frágreið- ing um uppihaldið, heruppií ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d á donskum, sum Løgmans- skrivstovan sendir av- greiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðn- um. Umsóknir Umsóknir um stuðul skulu sendast til Løgmansskriv- stovuna ígjøgnum stýrið/ leiðsluna á stovninum. Um- sóknin skal innihalda fylgj- andi upplýsingar: 1.Navn á umsøkjara, føð- ingardagur og bústaður 2.Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður 3.Arbeiðsuppgávur 4.Navn og bústaður á tí stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið 5.Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur Tað skal upplýsast, um um- søkjari hevur søkt um at fáa annan stuðul. Umsóknin skal innihalda eitt ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tæn- astufrí við løn. Umsóknarfreistin er 1. januar 2001. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting, verða bert við- gjørdar, um peningur er tøk- ur. Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstov- una — nýskipanardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd, http: // www.norden.org og hyggja undir Stødordningar og síð- an Øvriga., sigur Løgmans- skrivstovan í tíðindaskrivi. Umbýti av starvsfólki í landsfyrisitingini Rutan hjá Maersk Air millum Billund og Vágar fer at halda fram óbroytt. Í samrøðu, Sosialurin fyri stuttum hevði við fólk hjá Flogfelag Føroya, varð sagt frá, at flogrutan hjá Maersk Air millum Billund og Vág- ar fór at verða niðurløgd í vetur. Men so verður kortini ikki, sigur Maersk Air í tíð- indaskrivi, sum sent varð út mikudagin. Sagt verður í Maersk Air heldur fram millum Vágar og Billund Ætlanin hjá Maersk Air at leggja rutuna millum Billund og Vágar niður í vetur, er slept. Flogið verður framvegis tvær ferðir um vikuna á hesi rutuni tíðindaskrivinum, at eftir áheitan frá fleiri kundum hevur rutuleiðslan hjá Maersk Air gjørt av, at rutan millum Billund og Vágar ikki verður niðurløgd kort- ini, sum talan annars hevur verið um. Flogið verður tvær ferðir um vikuna á hesi rutuni. Eftir nýggju ferðaætlanini verður flogið til Billund mánadag og hósdag, sigur rutuleiðslan hjá Maersk Air í tíðindaskrivinum. Annars er Maersk Air far- ið undir miðvísa víðkan av uttanlands rutunetinum millum Danmark og út- heimin. Ikki færri enn fýra nýggjar rutur fara at byrja í døgunum 20. til 22 novem- ber í ár. Tær ruturnar verða til Cairo, Istanbul, Milano og Zürich, sigur Maersk Air. ej