hósdagur 14. juli 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 132 - 14. juli 2005
- Hóast rækjuveiðan
ikki altíð hevur givið
so nógv av sær, so
hevur ongatíð verið
nakar trupulleiki hjá
okkum at fáa mann-
ing umborð á Høga-
foss, sigur skiparin
Heðin Samuelsen. Í
farna mánaði varð
skipið lagt og bíðar nú
bert eftir tvingsils-
søluni.
RÆKJUSKIP
Snorri Brend
Mynd: Bárður
Miðvágur: Hóast mong við
spenningi hava sæð fram
móti ársins longsta degi og
sumrinum, so var ikki sami
spenningurin umborð á
rækjutrolaranum
"Høga-
fossi" henda dagin.
Týsdagin hin 21. juni
2005 kom Høgifossur nevn-
iliga aftur av rækjuleið, men
umborð var ein heldur dapur
hýrur á skipara, yvir-
monnum og á manningini.
Ikki tí, - í lastini vóru 620
tons av rækjum, har tey 500
tonsini vórðu seld Rækju-
virkinum á Oyri. Tað var tó
ikki hetta sum var orsøkin
til ringa lagi.
Teir høvdu væntað tað í
eina tíð, og fáar dagar seinni
gjørdist tað eisini greitt:
Høgifossur fer ikki aftur til
fiskiskap enn á sinni. Hann
verður lagdur á Miðvági.
Ein teirra, sum varð
merktur av hesum, er sanda-
vágsmaðurin, Heðin Sam-
uelsen, sum hevur siglt við
Høgafossi síðani hann kom
til landið fyri 21 árum
síðani.
- Hetta er ein sera keðilig
støða. Tað var við sorg-
blídni, at vit vórðu noyddir
at binda skipið við bryggju.
- Hetta følist serliga tungt,
tí eg við árunum eri vorðin
so góður við hetta arbeiðs-
plássið, sigur Heðin, sum
hevur verið skipari umborð
síðani 1988.
Høgifossur
liggur
nú
bundin við bryggju í Mið-
vági. Við landgangin stend-
ur eitt uppslag, sum sigur, at
skalt tú umborð, mást tú
fyrst seta teg í samband við
eina fartelefon í landi. Um-
borð ganga menn og rudda
eitt sindur upp, - alt meðan
bíðað verður eftir degnum,
tá tvingsilssølan skal setast í
verk.
Eitt stórt, vakurt og væl
útgjørt skip liggur við
bryggju, - men við døprum
útlitum fyri framtíðina.
Ov nógvar rækjur
Ein skal ikki hava verið
nógv umborð á skipinum
fyrrenn ein sær, at hetta var
eitt vala skip sum fyri 21
árum síðani við góðum
vónum stevndi út á rækju-
leiðirnar.
Virkisfúsir
menn
í
Sandavági
lótu
bátin
byggja, og høvdu góðar
vónir um ein fiskiskap,
sum fór at kasta nógv av
sær. Men tað vísti seg tó
skjótt, at rækjuvinnan kom
í tungan sjógv.
Teir fingu avtalur um
fiskirættindi, og hóast prís-
urin eitt skifti var á sama
støði sum í dag, so varð
hórað undan, m.a. tí at
oljuprísurin var á einum
rímiligum støði. Men tey
seinnu árini hevur aftur
sansað at.
Orsøkirnar til hetta eru
fleiri: Grønlendingar og
canadiumenn hava fiskað
sera nógvar rækjur, sum eru
komnar
á
europeiska
marknaðin. Hetta hevur so
fingið prísin at fara niður í 9
til 10 kr. fyri kilo, meðan
teir onkutíð hava fingið heilt
upp í 20 kr. fyri somu nøgd.
Dýr olja
Hinvegin so hevur tað
eisini spælt sera nógv inn,
at oljuprísurin hevur verið
og er framvegis methøgur,
og lítið bendir á, at hann fer
at lækka nakað framyvir.
Tí sær Heðin Samuelsen
ikki so ljóst upp á framtíð-
ina hjá rækjuvinnuni. Og
sum hann sigur: - Ein skal
ikki vera nakar stórur rokni-
meistari fyri at síggja, at tað
ber sera illa til at halda
rækjuflotanum koyrandi.
Eitt skip sum Høgifossur
brúkar í miðal 11 tons av
olju um dagin, har hvør
liturin kostar um 3 kr. Við
einum fiskiskapi uppá 10
tons um dagin fyri 8 kr.
kilo, so er skilligt, at nógv
er ikki eftir til raksturin, tá
ein góð helvt av útreiðslu-
num fer til olju.
Hinvegin so vita teir um
eini 4-5 føroysk rækjuloyvi,
sum ikki verða brúkt. Teir
hava spurt seg fyri um
møguleikan at keypa okk-
urt av teimum. Júst tað hev-
ur ikki verið nakar trupul-
leiki, - líka burtursæð frá tí,
at prísurin hevur verið alt,
alt ov høgur.
Óheppin gongd
Heðin Samuelsen er, sum
vera man, sera harmur um
støðuna hjá føroyska rækju-
flotanum. Men hann er ikki
minst harmur um støðuna
hjá tí unga fólkinum.
- Hóast rækjuveiðan ikki
altíð hevur givið so nógv av
sær, so hevur ongatíð verið
nakar trupulleiki hjá okkum
at fáa manning umborð - og
her serliga dugnalig ung-
fólk.
- Soleiðis sum støðan er í
dag, er einki arbeiði til tað
unga fólkið, sum vil sleppa
til skips. Og tað haldi eg er
sera óheppið fyri føroyska
fiskivinnu í framtíðini,
sigur Heðin.
Umborð á slíkum skipum
hava tey ungu fingið ein
stóran kunnleika um fiski-
skap og um arbeiðsgongd-
ina umborð á einum skipi,
m.a. við at bøta trolini.
Tá ein er til fiskiskap
kann ein ikki bara fara til
lands hvørja ferð trolið
skrædnar, men tað má
bøtast umborð.
- Hesi fólkini hava tí eina
sera stóra vitan um trol.
Spurningurin er bara, um
tey fáa møguleika at gera
nyttu av henni seinni, sigur
Heðin, ikki sørt harmur á
máli.
- Hóast rækjuvinnan hevur siglt í misjøvnum sjógvi, hevur ongatíð staðið á at fáa manning, sigur Heðin Samuelsen,
skipari á Høgafossi. Nógvir góðir yvirmenn og dekkarar úr Føroyum sigla í dag við grønlendskum, norskum og
canadiskum skipum
Við sorgblídni aftur av
seinasta túrinum
Høgifossur
Byggiár: 1984
Byggistaður: Tomrefjord, Noreg
Longd: 66 metrar
Breidd: 14,5 metrar
Dýpd: 8,25
Manning: Pláss til 56 mans
Stødd: 1,564.53 BRT
Last: Góð 600 tons av rækjum
Eigari: Samvinnufelagið í Sandavági
Støða: Bundin við bryggju í Miðvági.Tvingsilssøla
verður fyrsta dagin.
FAKTA
- Hvussu verður við framtíðini hjá mær?! Tja, tað dugi eg
ikki at siga. Kanska verði eg noyddur at hyggja út um
landoddarnar eftir arbeiði, tí pláss er ikki fyri okkum øllum
í Føroyum, sigur Heðin Samuelsen
Nær knýttur at skipinum
Tá ein hevur verið við sama skipi í 21 ár, so er lítil ivi
um, at ein følir seg nær knýttan at arbeiðsplássi sínum.
Hvat Heðin Samuelsen nú fer at gera, dugir hann ikki
at siga nakað um. Tá vit hittu hann í farnu viku, vóru
hann og ein annar maður í ferð við at rudda umborð á
skipinum, og taka burtur tað, sum kann fara at rotna og
lukta.
- Hvussu verður við framtíðini hjá mær?! Tja, tað
dugi eg ikki at siga. Kanska verði eg noyddur at hyggja
út um landoddarnar eftir arbeiði, tí pláss er ikki fyri
okkum øllum í Føroyum, sigur hann.
Hann fer somuleiðis at fylgja við gongdini í
tvingsilssøluni, sum kann taka sína tíð. Men, - fer hann
sjálvur at verða við í eini bjóðing uppá skipið?
- Nei, tað veit ikki. Tað er óvist, sigur hann.
Hann er tó fullvísur í tí, at ein nýggjur eigari av
Høgafossi ikki bert kann dúva uppá fiskiskap eftir
rækjum. Neyðugt er eisini við møguleikum at royna
eftir øðrum fiskasløgum.