Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2005 33 Ikki bert vágafólk vitja inn í einasta mótahandilin í Vatnsoyrum, handilin hjá John Poulsen. Eisini fólk úr Havn og úr Eysturoynni vitja higar. HANDIL Snorri Brend Mynd: Bárður Vatnsoyrar: - Kanst tú hjálpa mær at taka henda oyraringin úr? Ein smágenta hevur júst keypt sær nýggjar oyraring- ar. Og hon vil sjálvandi seta teir í beinanvegin. Hon er farin ein túr inn í handilin hjá John at hyggja sær eftir onkrum, saman við einum vaksnum. Har er mangt og hvat at fáa, og millum øll tingini fekk hon gott eyga á hesum oyraringunum, sum hon nú skal pynta seg við beinan- vegin. Handilskvinnan, Marin Elisabeth er skjót at hjálpa henni við hesum. Og løtu seinni fer ein ikki sørt errin og fegin smágenta út úr handlinum. Hon er fegin, og tað eru tey í handlinum helst eisini. Alskyns úrval Skulu fólk í Vatnsoyrum keypa sær okkurt plaggið, er ikki neyðugt hjá teimum at fara langvegis. Og skulu vágafólk ann- ars gera tað sama, so er heldur ikki neyðugt at fara so langt fyri at finna eitt gott úrval av alskyns klæð- um og mongum øðrum, bæði til mannfólk og konu- fólk. Eitt sindur fjarskotið, men kortini so nær við høvuðsferðsluna, liggur tann lítli handilin við tí stóra úrvalinum - klædna- búðin "John Poulsen" í Vatnsoyrum. Her arbeiðir miðvágs- gentan Marin Elisabeth á Høgabóli í løtuni sum summaravloysari. Hon gongur á HF í Havn, men brúkar nú feriuna at forvinna sær nøkur oyru. - Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og her eru bara fitt fólk, sigur Marin Elisabeth, sum eisini hevur áhuga fyri móta og klæðum. Allastaðni frá Hóast onkur heldur, at handilin liggur so fjar- skotið, at hann ikki kann bera seg, so er tað kortini ein veruleiki at nógv fólk vitja inn her. Um sumrarnar eru tað serliga fólk, sum eru á legunum í Zarepta. Her er bæði talan um ungfólk, vaksin og eldri - og um børn, sum koma við for- eldrum sínum. Annars vitja nógv vágafólk eisini í handlinum, - og somuleiðis fólk aðrastaðni frá. - Her koma fólk bæði úr Runavík og úr Havn. Tey fara á flogvøllin, og hyggja so inn á gólvið, um tey hava tíð til tess, greiðir hon frá. Tað er altíð onkur fremm- andur inni í handlinum. Stevnan nærkast Nú nærkast til vestan- stevnuna, og vit spyrja, um vágafólk eru farin at keypa sær stás til hetta. Tá vit vitjaðu handilin mikudagin í farnu viku, var ikki rættiliga ferð komin á hesa søluna enn. - Men so hvørt sum vit koma longur fram í stevnu- vikuni, plagar fólkið at koma, sigur Marin Elisabeth. Hon arbeiðir í handlinum frá kl. 13 til 17:30 og leygardagar frá kl. 13 til 19. Lítil handil við stórum úrvali Her eru nógv klæðir at fáa - og stuttligt er eisini hjá tveimum ungum havnadamum at hyggja eftir klæðum í Vatnsoyrum Ein smágenta hevur júst keypt sær oyraringar og vil fegin hava Marin Elisabeth at hjálpa sær at koyra teir gomlu úr - og teir nýggju í Bygdarhúsið karmur um nógv tiltøk Tað sum verður kallað "Bygdarhúsið í Miðvági" verður karmur um nógv tiltøk á Vestanstevnu. Fríggjakvøldið verður Vestanstevnan byrja við dansi har tónleikabólkinum Rok spælur. Leygarkvøldið og sunnukvøldið verður tað bólkurin _Spaðar 5" við Ólavi Øster og øðrum góðum monn- um, sum kemur at spæla til dans. Bygdarhúsið verður eisini karmur um hugnaligt vísukvøld við Stanley Samuelsen, sum kemur at undirhalda við sínum frálíka guitarspæli og sangi. Umframt tónleikin í Bygdarhúsinum, verður eisini høvið til at keypa sær okkurt til matna frá tíðliga á degi til seint á kvøldi. Í Bygdarhúsinum er hugnaligt um- hvørvið at hugna sær við familjuni og fáa sær okkurt leskiligt aftur við einum kaffimunni og samstundis hvíla sær føturnar. Tivoli og annað undirhald verður beint uttanfyri dyrnar, so har er nemt hjá børnunum at renna í millum. Á tivoliøkinum uttanfyri Bygdarhúsið verða eisini uttandura tónleika framførslur leygarkvøldið, við Sámal Ravnsfjall, Eivind á Presttrøðni og Tummas Jacob á Løgmansbø. Í einum hølið í Bygdarhúsinum verður eisini innsavnan av tilfari um Miðvágs Bóltfelag. Her er tað Sveinur Tummason sum gjarna vil práta við gamlar leikarar og onnur fólk sum kenna til søgu felagsins. Í hæddini yvir Bygdarhúsinum, húsast Bygdaskúlin. Í aulini í Bygdaskúlanum verður umframt sýning við filmsbrotum, eisini stevnuteitið. Sýningar verða hvørt kvøld og eru tað lokalir sjónleikarir sum við sangi og leiki fara at framføra okkurt skemtiligt, við íblástri úr bæði tí lokala og almenna samfelagnum. Framsýning við gomlum myndum og filmsbrotum Á Vestanstevnu í Miðvági, í døgunum 15. - 16. - 17. juli, verður skipað fyri stórum framsýningum við gomlum myndum og filmsbrotum, og verður hetta sýnt fram fyri fyrstu ferð á Vestanstevnu. Á framsýningunum, sum verða í Miðvágs bygd á Vestanstevnu, verða gamlar myndir og filmsbrot av bygdafólki og bygdalívinum annars at síggja. Mynd- irnar eru frá fyrst í 1900 til fyrst í 1990´unum. Filmsbrotini eru frá fyrst í 1950´unum og fram. Tað er Vestanstevnunevndin, sum er mannað av fólkið úr ítróttarfeløgunum í bygdini, sum saman við øðrum góðum kreftum, skipar fyri framsýningunum. Gomlu myndirnar verða fyrstu ferð sýndar fram í "Várgleði" (gamla Salem) í Miðvági fríggjadagin 15 juli. Somuleiðis verður frumframsýning sama kvøld av gomlu filmsbrotunum í Bygdaskúlanum. Framsýningin við myndum og filmsframsýning verða hvønn dag, fram til týsdagin 19 juli. Møguleiki er eisni fyri at leingja um hetta tíðarskeið, um undirtøkan verður nóg stór. Myndir og filmar eru leitaði fram og eru útlánt til stigtakararnar av privatpersónum, og hevur tilfarið ikki verði sýnt fram alment áður. Innsavnanin av øllum tilfarinum byrjaði longu í vetur og er gjørd av óløntum fólkið, og kann ikki annað sigast enn, at tey hava gjørt eitt stórt arbeiði og havt ovmikið av tilfarið at hugt í gjøgnum. Torført hevur verði at tikið tilfar fram um annað, men nú er komið á mál við einari samling sum øll kunnu kenna og minnast aftur á. At endurprenta myndatilfarið og samansetingin av filmsbrotum er sera kostnaðarmikið, og er samstundis eisini løgd stór orka í at fáa fríggjarligan stuðul. Meginparturin av fíggingini er komin til vega, so stutt er eftir á mál. Hesin stuðul hevur lætt munandi um, og kunnu framsýningarnar nú gerast ein veruleiki, og í tí umfangi sum tað upprunaliga varð ætla. Feløgini vilja gjarna varveita hendan týdningarmikla partin av bygdasøguni, og gera eitt væl úr hondum greitt arbeiði, sum kann verða øllum til gagns, ikki bert til Vestanstevnuna, men eisini til eftirtíðina og skal tilfarið goymast á tryggum stað eftir seinastu sýning.