Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. september 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 187 - 29. september 2000 Nr. 187 - 29. september 2000 Minningarorð Lydia Johannesen f. 04.03.1943 - d. 07.09.2000 Ja, dáttligt komu boðini hósdagin tann 07. sept., at tú góða Lydia ikki vart ímillum okkum longur. »Best sum sólin fagra skínur, deyðn inn um dyrnar trínur.« Ja, sannleikan í hesum orðum mugu vit ásanna enn einaferð. Lítið vardi tað meg, at vit sóust fyri síðstu ferð, tann dagin á keiini, tá ið Vesturvón kom heim av fiskiskapi. Siti og hugsi um teg, og tankarnir leita aftur í tíðina til barnaárini har vit sum smágentur leiktur við barnsins lætta lyndi. Tíðin var okkara, lívið ljóst og lætt fyri framman. Vit gjørdust tilkomnar, blivu giftar, fingu børn. Ja, tíðin rennur sum streym0ur í á. Árini gingu, børnini vuksu, fóru hvør í sína ætt. Góða Lydia, tú vart ein góð kona og mamma. Tú gekst høgt uppí børnini, tey vóru titt eitt og alt. Tú fjálgaði um heimið og altíð vart tú blíð at koma inn til. Altíð vart tú tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond og tað mundu vera fáar konfirmatiónir tú ikki vart biðin at kóka tínar vælumtóktu kleynir. Gott var vinalagið og samanhaldið millum okkum konurnar »niðri í Setrinum«.Tíðin var ein onnur. Vit vitjaðu ofta hvørja aðra, sótu við stokkum, fóru túrar við børnumum. Óteljandi ferðir vóru vit við teimum á seiðabergi. Ja mong og rík eru minnini. Ymiskt er sum lagnutráurin verður spunnin. Bert 57 ára gomul vart tú kalla heim til Harran. Títt lívsljós var niðurbrunni. Góði Christian, Tommy, Torfinn, Christly og Tony- Heri. Stórur er saknurin, tit hava mist eina góða konu og mammu. Eg havi djúpa samkenslu við tykkum. Eg hugsi nógv um tykkum í hesu sváu tíð. Svárt má tað eisini verða hjá tær Siggi-Mia, tí Lydia var tín eygnasteinur. Má harrin styrkja tykkum í sorgini. Góða Lydia, tú verður ikki gloymd, men í hjartanum væl goymd Vinkona tín Kristina Vilhjálmur Mohr Patursson f.03.10.1918 – d. 13.08.2000 »Hvat gott veitst tú,« kundi Vilhjálmur spyrja, tá ið tú møtti honum ella, »Veitst tú einki nýtt?« Síðan 1980 hava vit verið grannar, men eg hevði møtt honum áðr- enn. Haldi tað var fyrst í sjeyti árunum, tá umvældi hann vegin til Kirkjubøar, har hann við vegjegaran hevði sett steinar, sum hann helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta list og gerandisdagin ikki er so stór, sum tað mangan verður gjørt til. Møtti honum eisini til ymsar fundir. Hann tók ikki orðið í tíð og úrtíð, men tú gav tær far um tað sagda. »Tað mátti borið til« ella »men tit eru ung, tit skilja alt betur«. Tað er bara at fara til verka. Eg eri ein ar- beiðsmaður og tað skammist eg ikki við,« segði hann einaferð og legði afturat:»Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og spaka.« Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi verað týðliga á fótum fyri at síggja hann, um tú hugdi út, koma í sovukamarsvindeygað, drega gardinurnar frá og hyggja at veðrinum. Tíðliga leygarmorgnar kundi hann vælhýrdur koma í handilin hjá Eli at keypa ein tubbakspakka ella eitt blað. Tá hevði hann longu verið uppi á Oyggjarvegnum og rudda kava. Ballaði eina sigarett, gav tær pakkan, segði frá onkrum ella spurdi, hvat eg helt um hetta og hatta, men áðrenn sigarettin var roykt, var hann farin. Hann tosaði ikki tíðina burtur, men fólkakærur sum hann var, støðgaði hann altíð á fyri at fáa sær eitt lítið prát. Í 1981 var eg teir seinastu mánadagarnar av skúlaárin- um lærari í Syðradali á Streymoynni. Tá koyrdi eg ofta við teimum um viku- skiftini. Tað var stuttligt at uppliva, hvussu væl teir ar- beiddu saman og sampakk- aðu. Fyri teimum var ar- beiðið eingin byrða. Teir fingu eina játtan um árið, og fyri hana kýtu teir seg á at fáa so langt vegastrekki sum gjørligt. Tá ið hann, farin um tey sjeyti, var farin frá kundi hann ein góðan sunnudag biðja meg koma út at koyra. Nakrar ferðir fóru vit til Syðradals. Tá segði hann mær, at vegurin var teknað- ur upp eitt strekki annarleið- is, men hann hevði fingið hann broyttan, tí hann kom at liggja eins gott og var bíligar at gera. »Soleiðis er, teir eru góðir til sítt, men kunnu ikki vita alt, tá skuldu vit, sum eru praktiskir og nærri staðnum siga okkara hugsan. Er skil í, og teir eru skilagóðir, taka teir eftir tí. Teir vera ikki minni menn fyri tað, tvørturímóti.« Ein maður segði fyri mær, nú Vilhjálmur var farin, at Vilhjálmur hevði sagt við Mikkjal Helmsdal.»Eg kann gera ein veg til Norða- dals, sum verður brúkbarur, ódýrur, og at teir ikki noyast at bíða eftir honum í áravís« Í mong ár hevur vegurin verið til gleði og gang. Tað síðsta arbeiði hann tók uppá seg, tá var hann fráfarin, var vegurin út á Bø við Kirkju- bø. Har hevði hann so mangan gingið frá óvita- árunum av. Nakað eftir at vegurin var liðugur bjóðaið hann mær við í bilin. Tá vísti hann mær á, hann hevði klovið eina bobbins at seta í eina á omanfyri vegin. Áin at Sálarbótará. Nú kundu fólk fáa sær ein vatndropa sum fyrr. Tíðliga ein morgun um páskirnar kom hann inn og vildi vita, hvat eg helt um katolikkar, tá ið eg hevði svara honum, segði hann: »Vit báðir fara í katolikka- kirkjuna í dag«. Og so var. Dagin eftir ein ólavsøku- dag fór eg og tveir vinmenn gangandi niðan við Sandá í besta summarveðri. Komnir niðan áraka trøðina hjá Vil- hjálmi, sóu vit, at hann hoyggjaði og hevði nógv fyri. Vit ivaðust eina løtu, um vit skuldu órógva hann soleiðis, men beint sum hann fekk eyga á okkum, rópti hann okkum til sín. Hann bað okkum koma við inn í húsið, meðan hann fregnaðist um ólavsøkuna. Innkomnir gav hann okkum blíðskap. Ballaði eina sig- arett og gav mær pakkan. Tá ið mín sigarett var hálv- roykt, segði hann: »Eg má fara út aftur, men tit kunnu bara sita fyri tí.« Eg bjóðaið mær til at koma og hjálpa honum, men tað vildi hann ikki hoyra. »Far tú bara við teimum. Njót løtina og tað góða veðrið. Hetta er ikki meir enn eg havi at spæla mær við.« Bara eini tvey ár eftir, at hann var givin at arbeiða, bleiv hann sjúkur, so trong- ur fyri bróstinum. Fólk ótt- aðist tað versta og harmað- ist um, at honum ikki skuldi unnast nøkur góð ár aftaná eitt langt arbeiðslív, tí betur var sjúkan ikki illkynja, men hann fekk boð um at gevast við at roykja. »Nei har var einki við at gera. Boðini vóru sólarklár. Tað fyrsta eg gjørdi, eg kom út aftur var at blaka alt sum eg hevði við royking at gera burtur. Tað var hart, men eg kláraði tað. Eg skuldi klára tað.« Nakað eftir hetta segði hann fyri mær, at ein skild- kona, sum hevði roynt at leggja av at roykja, var komin glað til hansara, nú hon hevði hoyrt um, at hann hevði klára tað, og hevði sagt: »Nú mást tú siga mær, hvussu eg skal gera.« Hann prikaði fleiri ferðir við fremstafinguri í bringuna og segði: »Hygg her tað er tú og bara tú, sum kann hjálpa tær, tú skalt siga við teg sjálvan: »Nú haldi eg upp- at.« Vilhjálmur var kirkju- bøingur og góður við staðið og alla sína familju, men aldrin hoyrdi tú farran av reypi ella tílíkt. At hava eitt so kent navn mundi ikki alt- íð vera stuttligt, men hann orkaði at bera tað og eisini verja tað um neyðugt. Bróðurin Jóannes, sum festi, varð ikki gamal maður. Vil- hjálmur rak altíð við bróðursoninum, og frøddist um, at tað gekst honum væl, eisini tvíburðabróðrinum, Tróndi. Sjálvur hevði hann góðar hendur og eyga fyri standmyndum. Vilhjálmur hevði nógvar góðar eginleikar, sum gjørdi fólki mun, ið møtti honum, men hann var eingin jabróður. Hann segið sína hugsan: »Vit eru ósamdir, tað er alt í lagi við tí,» kundi hann so siga við einum brosi. Sum fólk flest var hann góður við síni, men konuna nevndi hann ofta. »Eg havi fingið eina góða konu,« kundi hann siga, og sum ein annar trúboðari boða, hvussu stóran týdning konan hevði fyri heimið. Beint sum tað frættist, at Vilhjálmur var deyður møtti eg eini yngri konu, sum øll barna- og unglingaárini hevði verði næsti granni hansara. Hon helt eisini tað vera løgið, hóast árini vóru har, at hann ikki var longur. Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum, tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum brosi, eitt sindur umskyldandi, segði hon: »Hann var sum ein hetja fyri mær« Steinbjørn B. Jacobsen Vandi fyri fleiri skriðulopum í Kalsoynni ÁKI BERTHOLDSEN Kalsoy: Ferðasambandið í Kalsoynni er ikki komið í rættlag aftur enn, aftaná áarførið herfyri. Tað nógva regnið fekk fleiri skriður at loypa og m.a. vóru fleiri metrar av vegnum í Kalsoynni skol- aðir í havið. Hetta hevur darvað ferða- sambandinum í Kalsoynni almikið og eitt nú fæst ikki Arbeitt verður nú við at fáa Barskorð at sigla til Mikladals Tað er ikki væntandi, at ferðasamband- ið í Kalsoynni kemur aftur í rættlag heilt enn mjólk úr summum bygdum í oynni. Fleiri hava funnist at Strandferðsluni tí tey halda, at hon hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa ferðasambandið í rættlag aftur. Men hesum vísir Strand- ferðslan aftur Hon sigur, at sum støðan er, eru tað óráð at royna at flyta fólk um skriðulopið, hvørki beint ígjøgnum tað, ella undir sjálvari skriðuni Strandferðslan sigur, at hon hevur kannað málið saman við serfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum og niðurstøðan er, at tað er ikki ráðiligt at flyta fólk um skriðuna, hvørki ein ella annan veg. Ein orsøk til tað er, at vandi er fyri fleiri skriðu- lopum har á leiðini, tað er ein spurningur um, hvussu vátt tað verður. Ein onnur orsøk er, at tað liggur ein tíggjutúsund volt kaðal berur gjøgnum skriðulopið. Sum støðan er, fer Strandferðslan tí ikki at flyta fólk um skriðlopið. Í staðin kannar stovnurin møguleikarnar fyri at at lata Barsskor sigla til Mikladals. Men tað er aftur ein spurningur um, hvussu at- løguviðurskiftini í Mikla- dali eru, og, hvussu tað er hjá teimum ferðandi at koma til og frá lendingini. Í løtuni er samstundis skipað fyri eyka tyrlusam- bandi til Kalsoynna, sigur Strandferðslan. Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Fyri føroyskan hondbólt var dagurin í gjár ein sannur merkisdagur. Fyrrapartin hósdagin varð nevnliga hildin tíðindafundur, har tvær nýggjar sponsoravtalur vórðu undirskrivaðar. Spon- soravtalur, sum væntandi koma at hava alstóran týd- ning fyri áhaldandi menn- ingina av arbeiðinum hjá HSF. Fyrsta av sínum slag HSF hevur frammanundan havt stuðlar, men hesir hava mest verið avmarkaðir til leikskráirnar, landsdystir og steypafinalur. Nakran veru- ligan høvuðsstuðul hevur talan ongantíð verið um. Frá hósdegnum varð hetta tó broytt, tí komandi tvey árini verður Føroya Tele hø- vuðsstuðul hjá HSF. Afturfyri at lata eina ávísa upphædd, sum formaðurin hjá HSF ikki vildi upplýsa, fer Føroya Tele framvyir at fáa sítt navn fram í so at siga øllum tí, sum HSF tekst við. Hetta merkir, at felagið fær logo sítt á atgongu- merki, kappingarskipan, brævpappír og annars á alt tað, sum HSF letur fara út av húsinum, eins og tað til allar dystir í fremstu mans- og kvinnudeildunum verða hongd lýsingarskelti frá Føroya Tele. Til staðar at undirskriva avtaluna var stjórin hjá Før- oya Tele, Andras Róin, og hann vísti eisini á týdningin, sum tað hevði fyri felagið at verða nevnt í positivum samanhangi úti í fjølmið- lunum. Skemtiliga tók hann til, at fólk helst vóru troytt av at hoyra um samstarvsavtalur í Sibiria, kaðalslit og skeivar telefonrokningar, og vónaði hann, at nýggja avtalan kun- di føra felagið fram á meira positivan hátt. Steypakappingin skiftur navn Fleiri staðni uttanlands hava steypakappingarnar seinnu árini skift navn, so hesi samsvara við navnið á stuð- lunum aftan fyri kapping- ina. Í nógvum førum er tað alheims risin, Coca-Cola, sum stendur aftanfyri hesar navnabroytingar, og nú er hetta so eisini komið til Før- oyar. Komandi árið eita steypakappingarnar í hond- bólti ikki longur steypa- kappingarnar, men verður kappingin nú rópt Coca- Cola steypakappingin. Eins og við sponsor- avtaluni við høvuðsstuð- ulin, skrivaðu HSF og P/F Poul Hansen, sum er før- oyskt umboð fyri Coca- Cola, undir avtalu hósdagin. Ein avtala, sum fyri fyrst er galdandi í eitt ár, men eftir formanni HSF’s at døma, er als ikki óhugsandi, at av- talan innan leingi verður longd við enn tveimum árum. Eins og hjá Føroya Tele verður hjá Coca-Cola gald- andi, at vørumerkið kemur at verða sjónligt í samband við steypakappingardystir. Harafturat hevur Coca-Cola eisini fingði pláss á leikskránni umframt at navnið verður prentað á øll atgongumerki, sum verða seld gjøgnum árið. Høgni Hansen, sum veg- na Poul Hansen, skrivaði avtaluna við HSF undir, tóktist eins spentir og hond- bóltsmenninir um, hvussu avtalan fór at hilnast, tá hann í stuttari røðu ynskti HSF tillukku við avtaluni, sum hann vónaði kom at gagna arbeiði felagsins. Tørvurin er har At upphæddirnar koma at gagna arbeiðnum, tykist lít- il, fyri ikki at siga eingin ivi at vera um. Um landsliðsarbeiði greiddi Kári Mortensen, sum flestu munnu bera ken- slu á, frá, at tá aðalfundurin fyri trimum árum síðani gjørdi av at fara undir aftur hetta arbeiði, varð roknað við, at framtíðin fór at betra um fortreytirnar fyri hesum. Feløgini bóru fyrstu árini part av kostnaðinum sjálvi, tá tey, umframt at lata part av atgongumerkjagjaldi- num, eisini rindaðu eina á- vísa upphædd fyri hvønn landsliðsleikara. Longu tá varð roknað við, at veddingarpengarnir eisini fóru at gerast eitt gott í- skoyti, tá hesir komu, og hesir gjørdu tað eisini møguligt at fara undir ar- beiðið við A-landsliðunum. Eitt arbeiði, sum inniber stórar avbjóðingar komandi tíðirnar, við dystum hjá bæði kvinnum og monnum í altjóða høpi. Tær avtalur, sum í gjár vórðu skrivaðar undir, metir Kári hava alstóran týdning fyri framhaldandi menning- ina av arbeiðinum, tí hetta letur upp fyri enn fleiri møguleikum. Umframt sjálvt landsliðs- arbeiðið, gevur hetta eisini HSF víðari karmar til skeið- Hósdagin skrivaði Hondbóltssambandið undir stuðulsavtalur við ávíkavist Føroya Tele og Coca-Cola Hóndbólturin fær víðari ræsur virksemi av ymsum slag. Virksemi, sum kemur øllum hondbóltinum til góðar, og sjálvsagt eisini í seinasta enda landsliðnum. Eisini legði Kári dent á, at við eini øktari eksponer- ing av hondbóltinum veksur áhugin eisini, og at hetta aftur gevur møguleika fyri enn størri umtalu. - Alt í alt ræður um at gerast ein part- ur av eini positivari ringrás, sum eg haldi okkum nú vera um at gerast ein partur av, segði Kári. Skipanin og alnetið Umframt undirskrivan av sponsoravtalum varð eisini kappingarskipan avdúkað á tíðindafundinum, og hend- an tykist í ár nógv størri í vavi, enn hon hevur verið undanfarin ár. Jógvan Martin Mørk, for- maður í kappingarnevndini greiddi frá, at orsøkin til vælvaksnu skipanina vóru tvinnar. Onnur er, at yngru deild- irnar nú verða skipaðar í ein bólk, so dystartalið hjá lið- unum verður so stórt sum tilber. Eisini tí hetta minkar um óhepnu avleiðingar, sum tað hevur við sær, tá lið verða tikin úr kapp- ingini. Har umframt er ein onnur orsøk eisini stóra talið av liðum, sum í ár eru tilmeld- að hondbóltskappingini. Talið í ár er 176 lið, sum eru 10 fleiri enn í fjør. Seinasti parturin av fund- inum var at greiða eitt sind- ur frá heimasíðuni hjá HSF. Enn er hendan ikki heilt lið- ug, men við at fara inn á heimasíðuna hjá Útvarp- inum, www.uf.fo, ber til at leita seg inn á hesa. Um eina viku ella so, verður henda løgd út á sjálvstøðuga navn- aøkið, www.hsf.fo. Tað skal ikki gerast nøkur eftirmeting av heimasíðuni her, men í stuttum kann sig- ast, at síðan tykist vera væl uppbygd, eins og allir neyð- ugir hentleikar eisini tykjast at vera at finna. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, og Petur Ove Petersen, formaður í HSF, skrivaðu hósdagin undir nýggju stuðulsavtaluna Hondbóltsskipanin er nú at fáa kring landið, og á permuni sæst, at stuðlarnir báðir hava fingið sítt pláss