fríggjadagur 15. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2005
5
Atlantic missir milliónir
Vánaliga veðrið og
seinkingar geva At-
lantic Airways størsta
inntøkumissin í søgu
felagsins í sambandi
við afturvendingar og
vánalig veðurlíkindi.
Magni Arge hevur
ongantíð upplivað
nakað líknandi
FLOGFERÐSLA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Vánaliga veðrið í Føroyum
í juni og juli mánaði hevur
higartil kostað Atlantic Air-
ways milliónaupphæddir í
eykaútreiðslum. Flogførini
fáa alt ov ofta ikki sett seg,
og tað kostar føroyska flog-
felagnum nógvar pengar.
Í dulnevndum lesara-
brævi
í
Dimmalætting
mikukvøldið verður funnist
at
tænastustøðinum
og
seinkingunum hjá Atlantic
Airways.
Magni Arge, stjóri á At-
lantic Airways, sigur, at
hann sum so mong onnur
ikki lesur dulnevnd lesara-
brøv, men hann ásannar, at
føroyska veðrið hevur gjørt
tað trupult hjá Atlantic Air-
ways hetta summarið.
- Veðurlíkindini hava ver-
ið sjáldsama vánalig í juni
og juli mánaði, og tað hava
verið nógvar afturvending-
ar. Hetta er ikki so lætt at
hava við at gera. Vit ráða
ikki yvir veðurlagnum, og í
summum førum koma vit
út í støður, har tað ikki ber
til at fáa so góða tænastu,
sigur Magni Arge, stjóri á
Atlantic Airways.
Stjórin á føroyska flog-
felagnum sigur, at mangan
kemur flogfarið so mikið
seint inn, at ymsar tænastur
ikki eru til taks. Til dømis
vísir Magni Arge á, at køk-
arnir eru stongdir, um
flogfarið kemur seint inn.
- Tað snýr seg fyrst og
fremst um trygdina og at
fáa ferðafólkini fram. Tað
er ógjørligt hjá okkum stýra
øllum faktorunum, og um
køkarnir eru stongdir, so er
tað ikki líka lætt at veita eitt
optimalt tænastustøði, sigur
Magni Arge, sum leggur
afturat, at arbeiðsfólkini
umborð á flogførunum og
kring flogførini gera sítt
besta og arbeiða nógvar
tímar í yvirtíð.
Pengarnir fossa úr
kassanum
Seinkingarnar og aftur-
vendingarnar hjá Atlantic
Airways hava økt nógv um
útreiðslurnar
hjá
flog-
felagnum.
- Eg havi ongantíð upp-
livað nakað líknandi. Her
fossa pengarnir úr kassan-
um. Hesar seinastu 24 tím-
arnar hava vit til dømis mist
eina kvarta millión, sigur
Magni Arge, stjóri.
Magni Arge sigur, at sæð
yvir juni og juli mánað hev-
ur Atlantic Airways mist
milliónir av krónum. Talan
er til dømis um eyka út-
reiðslur til gisting og eyka
arbeiðstíð.
Magni Arge
hevur ikki yvirlit yvir, júst
hvussu nógvar pengar talan
er um, men metingin er góð-
ar tvær milliónir krónur.
- Støðan hevði verið
nógv verri, um vit ikki
høvdu fleiri flogfør at gera
gott við. Í hesum døgum
klára vit at innheinta seink-
ingarnar innan fyri 24
tímar. Í 1995 og '96 vóru vit
ofta burtur í einar tveir til
tríggjar dagar. So vit eru
fegnir um, at vit hava fleiri
flogfør at seta til, tá seink-
ingar koma fyri, sigur
Magni Arge, stjóri.
Tað merkist á rakstrinum hjá
Atlantic Airways, at tað
mangan ikki hevur verið
lendandi í Vágunum seinnu
mongu vikurnar. Flogfelagið
hevur mist milliónaupp-
hæddir. Magni Arge, stjóri,
metir, at talan er um góðar
tvær milliónir krónur upp á
einar átta vikur. Yvirskotið
hjá Atlantic Airways var í
fjør 14 milliónir krónur, men
høgi oljuprísurin og inntøku-
missurin í sambandi við
seinkingar og vánaligt veður
ger raksturin nógv truplari
enn í fjør. Magni Arge er tó
við gott mót
Mynd: Álvur Haraldsen
Uttanlandsskuldin
hjá Føroyum var í fjør
6 milliardir krónur.
Hetta er øking á 200
mió. krónur sammett
við 2002
Í nýggjastu uppgerðini av
uttanlandskuldini staðfestir
Hagstova Føroya, at saman-
lagda skuldin hjá Føroyum
í 2004 mótvegis umheimin-
um er 6 milliardir krónur.
Hetta er ein hækking á 200
mió. krónur sammett við
uttanlandsskuldina í 2002. Í
2003 var skuldin eins og í
fjør 6 milliardir krónur.
Sambært uppgerðini er
ogn føroyinga uttanlands
minkað heili 1,2 milliardir
krónur frá 10, 2 milliardum
í 2002 til slakar 9 milliardir
í 2004. Hetta hevur gjørt
sítt til, at nettoognin uttan-
lands er komin niður á 3.
milliardir krónur.
Hagstova Føroya vil vera
við, at orsøkin til, at ognin
er munandi minkað, er
afturgongdin í føroyska
búskapinum seinastu 3 ella
4 árini. Seinastu árini hevur
hugurin at gera íløgur eisini
verið stórur, og tí er lán-
tøkan uttanlands økt mun-
andi. Fyri at fíggja íløgur-
nar hevur verið neyðugt at
brúkt av fíggjarognini utt-
anlands og at taka nýggj
lán.
.páll
Uttanlandsskuldin hækkað eitt vet
Ogn og skuld uttanlands 1994 til 2004.