fríggjadagur 15. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 133 - 15. juli 2005
Hava ongan áhuga at verja proforma-sølur
– Vit mugu hava rætt
til at geva øðrum full-
trú til at selja fiskin
fyri okkum. At tað so
verður misnýtt, er ein
onnur søga, sigur for-
maðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna
PROFORMA-SØLUR
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava ongan áhuga
yvirhøvur at verja pro-
forma-sølurnar.
Tað sigur Auðunn Kon-
ráðsson, formaður í Megin-
felag Útróðrarmanna.
Seinastu
dagarnar
er
komið fram, at proforma-
sølur eru framvegis ein trup-
ulleiki á Fiskamarknaðin-
um, hóast endamálið við
Fiskapakkanum var júst at
forða fyri at tað kundi lata
seg gera at selja proforma.
Men nú eru tað útróðr-
arbátar, sum selja proforma
og ikki tey størru skipini.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
trupulleikin við proforma-
sølum er nógv meiri sam-
ansettur og fløktur enn
hann verður gjørdur til.
Hann ásannar kortini, at
tað eru nakrir útróðrarbátar,
sum selja proforma.
– Størsta stríðsmálið í
sambandi við Fiskapakkan
var um skip skuldi kunna
geva onkrum fulltrú til at
selja fiskin fyri skipið.
Hava ikki fría kapping
um fiskin
Auðunn Konráðsson sigur,
at tað eru mong sum vilja
hava tann møguleikan tikn-
an úr Fiskapakkanum.
– Men tað er ikki so
einfalt. Eitt línuskip av-
reiðir kanska 25 ferðir um
árið. Men ein útróðrarbátur
avreiðir kanska yvir 100
ferðir um árið. Kallanes,
sum Auðunn sjálvur er við,
avreiddu 130 ferðir í fjør.
Og vit hava onga umstingin
at selja fiskin fyri okkum
og tí vilja vit hava tann
møguleikan, at vit kunnu
geva øðrum fulltrú at selja
fiskin fyri okkum.
Hann ásannar kortini, at
hetta er ein skipan, sum
tíverri verður misbrúkt.
Sambært honum er talan
eisini um ein annan stóran
trupulleika.
– Tað verður gingið
ógvuliga høgt uppí, at allur
fiskur skal vera atkomulig-
ur hjá øllum at bjóða uppá.
Men veruleikin er, at eini
60-70% av fiskinum kemur
aldrin á uppboðssøluna, tí
virkini keypa hann bein-
leiðis frá skipunum. Øll tey
stóru virkini keypa næstan
allan fiskin beinleiðis frá
skipunum og eg dugi ikki at
síggja at tað er so nógv
gjøgnumskygni og so stór
kapping um tann fiskin, tí
eisini alt tað er fiskur, sum
ongin kann fáa fatur í.
– Ongin ánar, hvat tann
fiskurin verður seldur fyri
og tí kunnu vit ikki tosa um
ein opnan marknað
– Tað merkir eisini, at
nógv størsti parturin av tí,
sum verður fiskað undir
Føroyum, kemur als ikki á
marknaðin yvirhøvur og tí
er ikki talan um fría kapping
um nógv tað mesta av
fiskinum.
Stór hol í
Auðunn Konráðsson sigur,
at tey stóru virkini brúka
eisini ein arbeiðshátt, sum
neyvan er í samsvari við
hugtakið fría kapping.
– Tað er ikki óvanligt, at
virkini longu avtala við
skip um at keypa upsan tað
fiskar, longu áðrenn túrurin
byrjar. Fær nú skipið tosk
og annað uppií, verður
treytin frá virkinum, at tað
tekur ikki upsan, fær tað
ikki toskin eisini. Sostatt
hevur skipið ongan møgu-
leika at koyra sumt av last-
ini á fiskamarknaðin fyri at
fáa betri prís og lata virkið
fáa upsan, sum avtalað varð
gjørd um frammanundan.
– Sostatt eru stór hol í
argumentatiónini fyri fiska-
pakkanum, sigur Auðunn
Konráðsson.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
einasta, teir hava áhugað í,
er, at fáa so góðan prís fyri
fiskin,sum gjørligt.
– Og tað vísir seg, at tað
eru altso útflytararnir, sum
geva besta prísin.
Hann sigur, at ein máti
kundi verið at lóggivið, at
allur fiskurin skal á markn-
aðin.
– Men tað er heldur ikki
rætt. Tað vildi verið tað
sama at tvinga allar føroy-
ingar at keypt bil frá einum
og sama bilaseljara.
– Og skulu vit tvingast til
at selja til lægri prísir enn
vit annars kundu fingið,
hvør skal so gjalda okkum
munin.
Auðunn
Konráðsson
ásannar kortini, at so leingi
fiskur verður seldur pro-
forma- er talan um ein trup-
ulleika, tí tað setir markn-
aðarkreftirnar út av kraft.
– Men er nakar munur á,
at eitt virki keypir fisk
beinleiðis frá skipinum og á
at ein útflytari keypir fisk
umvegins proforma-sølur.
Hvørgin fiskurin kemur til
fría kapping. Einasti munur
er, at fiskurin, sum verður
keyptur beint frá virkinum,
verður virkaður í Føroyum.
Hinvegin geva útflytararnir
tann besta prísin.
– Tað verða heldur eingi
sum helst krøv sett til
skipini, sum sum fiska í
Barentshavinum og til upp-
sjóvarflotan, hvørki um,
hvar tey skulu landa, ella
nakað annað, sigur Auðunn
Konráðsson.
– Og tað kann heldur ikki
vera meiningin at binda ein
part av flotanum niður,
samstundis sum aðrir partar
gera akkurát, sum teir vilja,
leggur hann afturat.
– Tað eru stór hol í argu-
mentatiónini um proforma-
sølur, sigur Aðunn Konráðs-
son, formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna
– Broytast umstøður-
nar ikki munandi
beinanvegin, koma
fleiri skip í neyð longu
í heyst, sigur formað-
urin í Reiðarafel-
agnum
FISKIFLOTI Í
TRONGSTØÐU
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin
Støðan hjá føroyska fiski-
flotanum er nú so vánalig,
at kemur ikki munandi
broyting í heilt skjótt, koma
fleiri skip í álvarsamar
trupulleikar longu í heyst.
Tað metir Jákup Sólstein,
formaður í Reiðarafelagn-
um.
Hann sigur, at alt gongur
ímóti í løtuni.
– Fiskiskapurin er vána-
ligur og prísurin er vánalig-
ur, men afturfyri er oljan
sera dýr.
Hann sigur, at støðan
hevur ført við sær, at fleiri
bátar
eru
lagdir
við
bryggju, sum støðan er.
Nær teir fara aftur til
fiskiskap, er ilt at siga.
– Men eitt er í øllum før-
um vist og tað er, at hendir
onki munagott beinanvegin
í summar, verða tað fleiri
skip, sum koma í álvarsam-
ar trupulleikar, longu í
heyst. Tá verður tað ein
spurningur, hvussu nógvir
loysa aftur.
Jákup Sólstein sigur, at
støðan er so álvarslig, at
nakrir bátar eru bundnir við
bryggju fyribils.
– Oljuprísurin hevur sera
stóran ávirkan á raksturin
av einum skipi og við tí
fiskiskapi og teimum fiska-
prísum, vit hava nú, sigla
skipini við halli við teimum
oljuprísum, sum eru.
Formaðurin í reiðarafel-
agnum sigur, at tað er
serliga trolaraflotin, sum er
í svárum trupulleikum av tí
høga oljuprísinum, og teir
serliga teir stóru lemma-
trolararnar.
– Teir, sum trola eftir
uppsjóvarfiski eru í somu
støðu og veruleikin er tann,
at í løtuni loysir tað seg rætt
og slætt ikki at trola eftir
svartkjafti.
Og støðuna hjá rækju-
flotanum, tímir hann ikki at
nevna einaferð afturat, tí
hon er vælkend.
– Við oljuprísinum, sum
nu er, siglur ikki eitt tað
einasa rækjuskip í heyst,
– Men veruleikin er, at
allir trolaraflotin, og ser-
stakliga lemmatrolararnir,
er í heilt stórum vanda, tí
teir fiska allir við halli í
løtuni.
Hann ásannar kortini, at
tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu trolarar eru fyri.
Nakrir eru hampiliga væl
fyri, men nógvir eru heilt
illa fyri frammanundan, so
har skal ikki nógv til afturat.
Hinvegin er línuflotin eitt
sindur frægari fyri.
Jákup Sólstein sigur, at í
løtuni kostar oljan umleið
3,10 krónur til 3,30 krónur
fyri liturin til skipini.
– Fyrst í ár kostaði oljan
niðurímóti tveimum krón-
um fyri liturin. Sostatt er
oljan til skipini dýrkað meiri
enn eina krónu fyri liturin,
bara hetta seinasta hálva
árið. Sostatt er oljuprísurin
hækkaður meiri enn 50%,
bara uppá eitt hálvt ár.
Hann sigur, at hóast støð-
an er so mikið hættislig hjá
skipaflotanum, at stórur
vandi er fyri at ein stórur
partur av honum, fer av
knóranum, frættist ikki eitt
orð frá tí almenna.
Hvat skuldi tað almenna
gjørt?
– Tað er nevnt fyrr, so tað
er óneyðugt at endurtaka
tað. Men eg kann vísa á, at
seinast vit høvdu eina olju-
kreppu, traðkaði tað al-
menna til, sigur Jákup
Sólstein.
Fleiri fiskiskip koma í svára neyð í heyst
– Hendir ikki ein stór broyting beinanvegin, kemur ein stórur
partur av fiskiflotanum í svára kreppu longu í heyst, sigur
formaðurin í Reiðarafelagnum
Poul Skarðenni
sýnir fram á
Tvøroyri
Hann hevur einar
20-25 málningar
við, sum allir eru úr
Suðuroy
LISTAFRAMSÝNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í dag letur upp framsýning
í listaskálanum Oynni á
Tvøroyri, har Poul Skarð-
enni sýnir fram.
Framsýningin letur upp
klokkan 17 í dag og tá
verður tónleikur og og
okkurt at leska sær við.
Poul Skarðenni hevur
einar 20-25 oljumálningar
við á framsýningini og tað
áhugaverdafyri Suðuroy-
ingar er, at myndevnini
eru øll úr Suðuroy.
Framasýningin er opin til
4. aug. Opið er hvønndag
frá klokkan 16-18, uttan
mánadag, tá er stongt.