fríggjadagur 15. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2005
7
Føroya manningin
hjá fólkatinginum
ætlar sær til Føroya
VITJAN
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tey
útvaldu
í
serligu
Føroya nevndini hjá fólka-
tinginum koma til Føroya í
august. Vitjanin verður í
døgunum 16. til 18. august.
Føroya nevndin plagar at
vitja í Føroyum við jøvnum
millumbili. Nevndin var
seinast í Føroyum fyri
tveimum árum síðani, men
nevndin hevur ikki verið í
Føroyum, síðani hon varð
mannað av nýggjum eftir
seinasta fólkatingsval.
Nevndin
kallast
21-
manna nevndin viðvíkjandi
Føroyum, men Atlantic
Airways fær neyvan ein
ordra upp á einogtjúgu
ferðaseðlar frá ferðaskriv-
stovuni hjá fólkatinginum.
Fleiri fólkatingsnevndir eru
á ferð um hetta mundið, og
fólkatingslimir eru oftani
limir í meira enn bert tí
einu nevndini.
Tað er Ríkisumboðið, ið
fyriskipar ferðina. Vit hava
ikki kunnað fingið upp-
spurt skránna, ella hvør
kemur við. À vitjanini fyri
tveimum árum síðani kunn-
aði nevndin seg um føroysk
viðurskifti, m.a. á fundum
við løgtingsfólk, landsstýr-
isfólk og umboð fyri vinnu-
lívið. Fleiri av limunum tá
høvdu ikki verið í Føroyum
áður.
Eingin politisk avgerð
varð tikin á túrinum, men
vitjanin var meira kunnandi
og óhátíðarlig.
Føroyanevndin er mann-
að við umboðum úr Kon-
servativ
Folkeparti,
Venstre, Socialdemokratiet,
Det
Radikale
Venstre,
Enhedslisten, Socialistisk
Folkeparti, Dansk Folke-
parti og Høgni Hoydal úr
Tjóðveldisflokkinum
er
eisini limur í nevndini. Pia
Larsen úr Venstre er for-
maður, og Frank Jensen úr
Socialdemokratiet
er
næstformaður.
Skipara- og
navigatørfelagið ætlar
ikki at tiga um
tilburðin, tá Norrøna
sigldi á land
TRÆTA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Ólavur Hóvsgarð og han-
sara fakfelag, Skipara- og
navigatørfelagið, latið ikki
málið um óhappið hjá Nor-
rønu liggja. Málið byrjaði
15. januar 2004, og tað
endar eftir øllum at døma
ikki enn, hóast Fiskimála-
ráðið ikki ætlar at gera
meira við málið.
– Eg eri ikki nøgdur, men
eg haldi meg til felagið og
latið felagið føra sakina,
sigur Òlavur Hóvsgarð sum
tað einastu viðmerkingina
til Sosialin.
Ellintur Abrahamasen,
formaður fyri Skipara- og
navigatørfelagið,
sær
tríggjar møguleikar fyri
sær: At klaga um málsvið-
gerðina til løgtingsins um-
boðsmann, eitt rættarmál
ella at fáa landsstýrið at
seta ein óheftan stovn at
gera eina meting.
– Tað síðsta orðið frá
okkum er neyvan sagt enn,
sigur Ellintur Abrahamsen.
Kjarnin í málinum fyri
Skipara- og navigatør fel-
agnum er spurningur um,
hvørt Òlavur Hóvsgarð
gjørdi tey mistøk, ið frá-
greiðingin hjá Skipaeftir-
litinum staðfestir.
Roknað verður við, at
Skipara- og navigatørfelag-
ið fer at taka eina støðu í
komandi viku.
Leygarkvøldið tann
16. juli fer stóra
finalan í Ársins
Songrødd 2005 av
bakkastokki í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Í sam-
bandi við finaluna
verður skipa fyri
hip hop nátt í
Fuglafirði
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tiltakið byrjar klokkan
23.30, og lagt er upp til
eina spennandi finalu við
sera góðum røddum og
framførslum hjá teimum
5 finalistunum, sum nú
skulu kappast um heitið
sum
besta
føroyska
røddin í ár.
Hetta er ikki eitt heitið
uttan týdning, tí áður
hava kend nøvn, sum
Eivør Pállsdóttir, Guðrun
S.
Jacobsen,
James
Olsen, Malan Eyðuns-
dóttir og Sólva Ford
vunnið sama heiður.
Vónandi kann Ársins
Songrødd aftur í ár verða
ein lopfjøl hjá luttak-ar-
unum út á yrkistónleika-
pallin, eins og kappingin
hevur verið tað so mang-
an fyrr.
Seks finalistar hava
sungið seg til finaluna,
og eru tey: Eydna av
Fløtum, Hilda Kjølbro,
Nicolina M. Midjord,
Evi Halsdóttir, Hedavik
N. Jespersen og Jóannes
Lamhauge.
Ragnhild Ellingsgaard,
sum vit kenna frá ymsum
sendingum hjá Útvarpi
Føroya, verður frásøgu-
fólk undir kappingini,
meðan Elin í Stórustovu
skipar fyri hip-hop nátt í
Mentanarhúsnum. Har
verður hip hop diskotek.
Eisini koma J´z (Julian
& Jacob) at rappa, »B´n´
W -Crew« fara at dansa
hip hop, og so fara teir
báðir
funky
hip-hop
handlarnir X-Size &
Basics hava street-móta-
show.
Í sambandi við tiltakið
koyra bussar til og frá
Mentanarhúsinum. Vilt
tú vita meira um hesa
bussarnar, so ring á tel
21 77 52 (Vestmanna/-
Vágar), 21 64 64 (Tórs-
havn) ella 50 52 20
(Eysturoy).
Your song, Sorry seems to be the hardest word, Cro-
codile rock, Candle in the wind og øll hini hittini hjá
Elton John kunnu fríggjakvøldið upplivast í Rex
Culture Club, og hóast talan ikki er um Elton John
sjálvan, so hevur sangarin í Elton John Jam langt síð-
an sligið sítt navn fast, sum tann føroyski Elton John.
Tá Kim Hansen í byrjanini av 90’unum fyrstu ferð
gjørdi um seg á føroyska tónleikapallinum, við bólk-
unum Jóannes og co. og seinni Kim og co., átti Elton
John altíð stóran lut í skránni.
Tá Princess Diana doyði, spældi Kim sína egnu
tolking av umskrivingini av Candle in the wind í
útvarpinum, áðrenn Elton John hevði framført lagið.
Hetta gjørdist eitt verulig útvarpshit í Føroyum. Nú
stendur Kim so á odda í Elton John Jam, og aftan fyri
honum standa hinir í Showmonnum.
nud
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið 16. juli kl.
19.00 verður áhugavert
mentanartiltak á Støðni í
Rituvík (Eystara lending-
in).
Á
mentanartiltakinum
luttaka m.a. Rúni Bratta-
berg, kona hansara Susanne
og Kór Glyvra Kirkju.
Eisini verður felagssangur
og Dánjal Petur Højgaard
heldur røðu. Borgarstjórin í
Runavíkar kommunu, Rod-
mundur Nielsen, bjóðar
vælkomin.
Møguleiki
verður
at
keypa sær mat, ið verður
grillaður á staðnum.
Klokkan 21.00 kunnu
tey, ið hava hug, fara til
gongu eftir varðagøtuni úr
Rituvík til Lambar. Við
gróthúsini verður støðga á
til eina hugnaløtu við sangi
og søgum. Komin til
Lambar verður suppa at fáa
í skúlanum.
Øll eru vælkomin !
Føroya nevndin til Føroya
Kim »Elton John«
Hansen í Rex
Finalan í Ársins
Songrødd 2005
Síðsta orðið er neyvan sagt
Mentanartiltak á Støðni í Rituvík
Pia Larsen er enn sum áður
formaður fyri 21-manna
nevndina hjá fólkatinginum
Mynd: Jens Kristian Vang.
Norrøna rendi
á land 15.
januar 2004.
Síðsta orðið í
málinum er
sagt enn.
Mynd:
Jens Kristian Vang