Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 133 - 15. juli 2005 Lít yvir Miðvágs bygd einans her tú finnur ta trygd, sum sløkkja hjartans longslu kann, sum tær eymt í bamri brann Soleiðis kvøður yrkjarin Jens Eli Ellefsen um heim- bygd sína Miðvág, sum verður vertur fyri eina ta seinastu summarstevnuna í ár. Tað er ikki løgið, at yrkjarin er góður við hesa hugnaligu og vøkru gomlu bygdina, sum longu varð bygd í landnámstíð. Bygdin liggur vakurt við sand og vág millum hinar báðar stóru bygdarinar Sørvág og Sandavág. Seinasta summarstevna, har tjóðarítrótt okkara kappróðurin er við, fyri Ólavsøku verður Vestan- stevnan í Miðvági. Vertsbygdin er bygd í góðari menning. Hart rakt, sum hon varð av kreppuni, hev- ur bygdin reist seg aftur, og hevur hon megnað at gerast eitt gott og dámligt búpláss, har tey ungu hava hug at seta búgv. Bygdaráðið ger nógv fyri trivnaðin og er hópur av grundstykkjum nú byggiklár. Vágatunnilin hevur grundleggjandi broytt fortreytir- nar fyri bygdasamfeløgunum í Vágum. Tunnilin hevur ómetaliga stóran týdning fyri vinnulív, út- búgving, arbeiðsmøguleikar og trivnað í oynni. Eitt, sum eyðkennir bygdirnar í Vágum, er samstarvið á mongum økjum. Miðvágur og Sandavágur hava felags skúla og ítróttarhøll, allar kommunurnar hava felags læknamiðstøð o.m. a. felags. Miðvágur er gomul mentanarbygd og hevur hon fostrað nógv mentafólk. J.C. Svabo, Rasmus á Há- skúlanum, Mikkjal á Ryggi, Òlivar á Ryggi, Móðir í Kálvalíð, Gudmund Brunn og mong onnur. Eisini í nútíðini hevur bygdin yrkjarar, tónaskøld og lista- fólk - eingin nevndur, eingin gloymdur. Miðvágur røkir væl síni fornminni og gestirnir hava høvi at vitja húsini, har Beinta búleikaðist í Kálvalíð. Hesi hús, ið eru eini tey elstu í Føroyum, eru í sera góðum standi. Eisini húsini á gomlu prestagarðsgrundini í Jansagerði eru vorðin partur av Miðvágs Fornminn- issavni. Barnaheimið hjá Mikkjali á Ryggi er varð- veitt og verður væl umsitið av Vága Dansifelag. Miðvágur varðar væl um síni minni. Á kirkjugarðin- um stendur minnisvarði yvir sjólætnar og falnar í bjørgum og fyri stuttum er model av Nýggjaberg, sum fórst undir krígnum og nøvnini á manningini, sett upp í forkirkjuni. Miðvágur hevur altið verið ein framburðsbygd. Hon hevur átt og eigur framvegis framskygd vinnulívs- fólk og ellis- og røktarheimið, sum var hitt fyrsta nú- tímans røktarheim í Føroyum, er eitt stórt prýði fyri bygdina. Jú nú er bara hjá stevnmugestum at halda leiðina til Miðvágs. Sambandið er gott, fókið er blítt og nógv er at uppliva í hesi gomlu, søguríku bygd og tó so modernaðu bygd. DAGSINS MEINING Sosialurin Miðvágs bygd vertur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. HEIMILDARLOYSI Heri Mohr Undirritaði hevur skrivað eitt ótal av lesarabrøvum um blokkstuðulin frá rík- iskassanum til landskassan. Støðið undir øllum hesum lesarabrøvum er ósanna og villleiðandi indoktrinering, sum serliga farnu 7 árini er farin fram á okkara polit- iska hermóti við blokk- stuðlinum sum "ondets rod". Tað er ikki lukkuligt, sum hesin blokkur hevur verið og framhaldandi verður skammfarin, hóast tað, sum er eftir av honum, er markað og ikki ætlað til annað enn til okkara heilsu- verk og almannaverk, - altso til gomul, sjúk, avla- min, brekað og tarnað. Vit kunnu taka nøkur fá dømi: - Tá ið landsstýrisins propagandarit Frá heima- stýri til fullveldi kom í hvørt heim einaferð í ár 2000, vórðu álvarsligar frá- sagnir serliga á síðu 25 og 26 um blokkstuðulin, sum ikki høvdu hald í sannleikanum. - Á einum politiskum flokstingi í Hósvík fyri tveimum árum síðani varð staðfest, at síðani 1993 eru bert 10% av blokkinum nýtt. (Á sama tingi varð kunngjørt, at tað eru "tey klókastu, tey best lærdu og stinnastu, ið velja Tjóð- veldisflokkin"). - Og nú ein dagin fingu vit at vita frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingslimi, at blokkurin fer í lands- kassan mest sum av tilvild, hann er ikki ætlaður til nakað sum helst minst av øllum til vælferðina. Ein maður, sum hevði lisið hennara grein, helt fyri, at hon kundi ikki hava sett seg nóg væl í blokkproblamit- ikkin, tí tað, hon skrivar, er langt frá sannleikanum og veruleikanum. Betri heima- arbeiði hevði í hesum føri verið Annitu á Fríðriks- mørk til fyrimunar, - og hetta er ikki sagt niðrandi. Lat okkum við bindi fyri eygunum tríva í blokkin og vita, hvat vit kunnu hála fram í ljósið. Ríkishospitalið! Har vóru vit heppin, tí júst Ríkishospitalið er sorgar- barnið, sum voldar loysing- armonnum høvuðbrýggj. Rikishospitalið er jú ol- mussa, fátækrahjálp, táta v.m. hava vit áhaldandi fingið at vita. Sum um vit eru tornom skúlabørn. Sannleikin um Ríkishos- pitalið er hesin: Í mong Harrans ár hava føroyingar fingið ókeypis sjúkravið- gerð á Ríkishospitalinum. Tað, sum Ríkishospitalið kravdi fyri sjúklingar úr Føroyum, varð fyri nógvum árum síðani avklárað mill- um sjúkrahúsið og avvarð- andi ráðharrastovu (min- isterium). Ríkishospitalið var so statt ikki at finna í løg- tingsins fíggjarlógum ella landskassans roknskapum fyrr enn í 1988, tí tá kom tað í blokkin saman við so nógvum øðrum, sum ríkis- kassin rindar alt ella partar av. Í 1988 kom so sum sagt Ríkishospitalið í blokkin við 22 milliónum, og síðani tá hevur landskassin sam- svarandi rokning frá sjúkra- húsinum goldið fyri við- gerð av sjúklingum úr Før- oyum. So einfalt er tað. Í avtaluni millum ta donsku stjórnina og lands- stýrið tann 9. mars 1987 er m.a. tilskilað, at upphæddin í blokkinum "beror på op- gørelse af udgifterne ved indlæggelse på Rigs- hospitalet". Men nú kemur gysarin: Frá 1988 til 1999 var altíð samsvar millum tað, ið Ríkishospitalið kravdi og tað, ið var í blokkinum til sama endamál, men í 2000 kom vend í. Samsvarið millum hospitalið og blokkin helt uppat. Gloppið millum blokkstuðulin og útgjaldingarnar til Ríkis- hospitalið øktist alt meira og meira. Í árunum 2000-2004 (5 ár) hevur landskassin gold- ið Ríkishospitalinum umleið 413 mió., meðan blokkurin í sama tíðar- skeiði hevur innihildið um- leið 280 milliónir til við- gerðir á nevnda sjúkrahúsi. Her er ein munur upp á umleið 133 milliónir, sum landskassin onkursvegna hevur lagt út! Men hvussu við lógini, hvar er heim- ildin hjá landsstýrinum at rinda tað, ið ríkiskassin veruliga eigur at gjalda? Hvussu hetta hongur saman, hava vit skattaborg- arar náturligt krav upp á at vita. Nú landskassin er illa fyri, fær ikki endarnar at røkka saman, er tað sjálv- sagt, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum greiðir Føroya løgtingi frá, hvat niðurfrystingin av blokkin- um hevur kostað landskass- anum, og hvørji ráð eru at taka til, fyri at vit, sum búgva í Føroyum - serliga gomul, sjúk og avlamin - kunnu sleppa úr ótrygg- leikanum.