fríggjadagur 15. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2005
9
VIÐMERKINGAR
Skattalættin og almennar pensiónir
Ingrid S. Hendriksen
Umboð fyri samgonguna
siga at skattalættin – ið ser-
stakliga fer til høgtlønt –
hevur við sær stórar ábøtur í
pensiónunum. At avtalaði
skattalættin hevur við sær
eina hækkan av pensiónun-
um er ikki rætt. Samgongu-
flokkarnir sambandsflokk-
urin, fólkaflokkurin og javn-
aðarflokkurin hava nevni-
liga ikki gjørt nakra avtalu
um at hækka almennu pen-
siónirnar (fólkapensión og
fyritíðarpensión) men hava
hinvegin undirskrivað sam-
gonguskjal, ið sigur at
skatta-lættarnir fyri árini
2005, 2006, 2007 og 2008
eru tengdir at einum sindur
øktum inngjaldsprosenti til
samhaldsfasta
eftirlønar-
grunnin.
Í hesum sambandi skal
verða mint á, at avlamis-
pensiónistar/fyritíðarpensi
ónistar sambært lóg um
samhaldsfasta eftirlønar-
grunnin ikki hava rætt til
nakað útgjald úr samhalds-
fasta eftirlønargrunninum.
Samlaða talið á pensión-
istum í Føroyum er í alt
8.060 – av hesum fáa 5.985
fólkapensión og 2.075 fáa
avlamispensión/fyritíðar-
pensión. (Kelda árbók fyri
Føroyar 2003). 25,7% ella
fjórði hvør pensiónistur í
landinum onki fíggjarligt
ískoyti til sera lágu fyri-
tíðarpensiónina frá sam-
haldsfasta eftirlønargrunn-
inum og fáa hesir pensi-
ónistar tískil ikki gagn av
samhaldsfasta eftirlønar-
grunninum.
Útgjaldið úr samhalds-
fasta eftirlønargrunninum
til fólkapensiónistar hækk-
ar við 200 kr. um mánaðin í
2005. Tær 910 kr. um
mánaðin, ið verða goldnar
fólkapensiónistunum
úr
samhaldsfasta eftirlønar-
grunninum í 2005 eru eitt
stórliga tiltrongt fíggjarligt
ískoyti til tær alt ov lágu
føroysku fólkapensiónirnar.
Fólkapensión til støk er
6.713 kr. um mánaðin í
Føroyum, meðan tilsvar-
andi pensión í Danmark er
9.327 kr. um mánaðin.
Henda pensión er sostatt
heilar 2.614 kr. lægri ella
28% lægri enn tilsvarandi
pensión í Danmark.
Fólkapensión til gift er
einans 5.282 um mánaðin í
Føroyum, meðan tilsvar-
andi pensión í Danmark er
6.832 kr. um mánaðin.
Henda pensión er sostatt
heilar 1.500 kr. lægri ella
22,7% lægri enn tilsvarandi
pensión í Danmark.
Talið á fyritíðarpensión-
istum, ið fáa lægstu fyri-
tíðarpensión er 559 og er
lægsta fyritíðarpensión til
gift einans 4.874 kr. um
mánaðin, meðan lægsta
fyritíðarpensión til gift í
Danmark er 8.021 um mán-
aðin – henda føroyska fyri-
tíðarpensiónin er heilar
3.147 kr. lægri ella 39,2%
lægri enn tilsvarandi pensi-
ón í Danmark. Henda
pensión er einans 28,2%
sammett við eina arbeiðara-
løn, kelda Arbeiðsloysis-
tryggingin.
Lægsta fyritíðarpensión
til støk er einans 6.118 kr.
um mánaðin, meðan til-
svarandi pensión í Dan-
mark er 10.516 – henda
før-oyska fyritíðarpensión
er heilar 4.398 kr. lægri
ella 41,8% lægri enn til-
svarandi pensión í Dan-
mark. Henda pensión er
einans 35,3% sammett við
eina arbeiðaraløn.
Talið á fyritíðarpensión-
istum, ið fáa miðal fyritíð-
arpensión er 882 og er
miðal fyritíðarpensión til
gift einans 7.229 kr. um
mánaðin, meðan miðal
fyritíðarpensión til gift í
Danmark er 9.093 kr. um
mánaðin – henda føroyska
fyritíðarpensiónin er heilar
1.864 kr. lægri ella 20,5%
lægri enn tilsvarandi pensi-
ón í Danmark. Henda pen-
sión er einans 41,8% sam-
mett við eina arbeiðaraløn.
Miðal fyritíðarpensión til
støk er einans 8.390 kr. um
mánaðin, meðan tilsvarandi
pensión í Danmark er
11.588 kr. um mánaðin –
henda føroyska fyritíðar-
pensión er heilar 3.198 kr.
lægri ella 27,6% lægri enn
tilsvarandi
pensión
í
Danmark. Henda pensión
er einans 48,5% sammett
við eina arbeiðaraløn.
Talið á fyritíðarpensión-
istum, ið fáa hægstu fyri-
tíðarpensión er 634 og er
hægsta fyritíðarpensión til
gift einans 10.125 kr. um
mánaðin, meðan tilsvarandi
pensión í Danmark er
12.214 kr. um mánaðin –
henda pensión er heilar
2.089 kr. lægri um mán-
aðin ella 17,1% lægri enn
tilsvarandi pensión í Dan-
mark. Henda pensión er
einans 58,5% sammett við
eina arbeiðaraløn.
Hægsta fyritíðarpensión
til støk er einans 11.538 kr.
um mánaðin, meðan til-
svarandi pensión í Dan-
mark er 14.709 kr. um mán-
aðin. Henda pensión er
heilar 3.169 kr. lægri um
mánaðin ella 21,6% lægri
enn tilsvarandi pensión í
Danmørk. Henda pensión
er einans 66,7% sammett
við eina arbeiðaraløn. Pen-
siónsupphæddirnar eru fyri
árið 2004.
Keldur: Almannastovan og Social-
ministeriet.
Lægsta fyritíðarpensión
er so lág, er hon sømir seg
ikki fyri eitt sonevnt væl-
ferðarsamfelag sum Før-
oyar. Lægsta fyritíðar-
pensión í Føroyum er álík
eini fátækraveiting, tí hon
røkkur á ongan hátt til
lívsins uppihald. Ein gift-
ur fyritíðarpensiónistur, ið
fær lægstu pensión, fær
einans 4.874 kr. um mán-
aðin at liva av og svarar
hetta til 58.488 kr. um
árið.
Í hesum høpi kann verða
víst á, at Evropeiska sam-
veldið (ES) nýtir fátækra-
mørk at lýsa liviumstøður
hjá borgarunum í limalond-
unum. ES fátækramørk, ið
ofta verða nýtt, áseta, at um
so er at fólk framhaldandi/-
alsamt hava minni í tøkari
(disponiblari) inntøku at
liva av enn ávikavist 50%
ella 60% av medianlønini í
avvarðandi landi, liva undir
fátækramarkinum
(kelda: Socialforskningsinstituttet.
Verða nevndu mørk hjá
ES viðvíkjandi fátækradømi
nýtt fyri borgarar í Dan-
mark fyri árið 2002 var
fátækradømi, ið svarar til
ávikavist 50% og 60%,
71.000 kr. og 85.200 kr. fyri
nevnda ár.
Kelda: Social Forskning« desember
2004.
Um so er at fátækramark-
ið er tað sama í Føroyum
sum í Danmark, liggur
lægsta avlamispensión í
Føroyum
langt
undir
nevndu fátækramørkum hjá
ES meðan fólkapensión til
gifty íroknað útgjaldinum úr
samhaldsfasta
eftirlønar-
grunninum liggur beint om-
anfyri lægra fátækramarkið
hjá ES, og miðal avlamis-
pensión til gift liggur á um-
leið 60% ES-fátækramark-
inum. Staðfestast má, at
nevndu pensiónir – ið ein-
ans eru millum 28,2% og
41,8% av føroysku arbeið-
aralønini – eru so lágar at
fólk, ið einans hava slíkar
pensiónir at lívbjarga sælr
við, liva í støðugum fá-
tækradømi í »væl-ferðar-
samfelagnum« Føroyum.
Samgongan (Sambands-
flokkurin, Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin) hava
gjørt sínámillum avtalu um
at lata 60 mió. kr. í skatta-
lætta um árið í 2005, 2006,
2007 og aftur í 2008, og
verða hesir skattalættar
sambært Bárði Nielsen,
landsstýrismanni í Fíggjar-
málum, serstakliga veittir
høgtløntum føroyingum. Í
staðin fyri at lata høgtlønt-
um føroyingum stórar
skattalættar/fíggjarligar
lættar, eigur samgongan at
seta sær fyri at fáa lágu
almennu
pensiónirnar
uppá
eitt
liviligt
og
sømuligt støði. Alt ov lágu
føroysku avlamnispensi-
ónirnar og fólkapensiónin
eiga at verða hækkaðar, so-
leiðis at tær koma uppum
fátækra-mørkini hjá ES
soleiðs at tær røkka einum
støði, ið sømir seg fyri eitt
vælferðarsamfelag.
Áki Andreasen
Herfyri fanst Høgni Hoydal
hvassliga at Sosialinum og
Portalinum fyri at vera pro-
pagandamaskinur fyri javn-
aðarflokkin. Men eg haldi,
at støðan er nógv verri enn
so. Sosialurin rennir ikki
bara ørindi fyri javnaðar-
flokkin. Hann rennur altíð
ørindini hjá maktini og er
láturverji hjá teimum, ið
longu hava vald - um tað so
er politiskt ella peninga-
liga. Sosialurin torir ongan-
tíð at verja tann veikara
partin, og hann torir ongan-
tíð at finnast at og tala at
valdsharrunum.
Sostatt brýtur Sosialurin
ikki bara øll prinsipp hjá
upprunaligu javnaðarrørsl-
uni. Hann brýtur eisini
týdningarmesta prinsippið
fyri eina frælsa pressu.
Samgongu
tíðindablað
Tey bestu og feskastu døm-
ini eru greinarnar í sam-
bandi við verkfallið hjá
maskinmeistarunum, sum
hava verið varpaðar út í
bæði Sosialinum og á Port-
alinum. Blaðstjórin, Jan
Muller, hevur altíð verið
undirbrotiligur og mikro-
fonhaldari fyri ta til ein og
hvørja tíð sitandi maktina.
Men nú hevur hann sett
Hera á Rógvi burturav at
gera hetta skitna arbeiðið
(rokni ikki við - ja, eg vóni
ikki, at maðurin er útbúgv-
in journalistur).
3 greinar sum prógva
vánaliga støði á
Sosialinum!!
Sosialurin hevur fyrst eina
andstyggiliga grein um tann
sonevnda "virkandi løg-
mannin", Bjarna Djurholm.
Stórar myndir, har hann
situr við borðendan og í
greinini reint mikrofon-
haldarí, har Bjarni Djur-
holm verður spurdur, um tað
hevur verið torført og tungt
at taka "so stórar avgerðir".
Ja, eg meini tað. Torført og
tungt hjá einum fólkafloks-
manni at lóggeva móti fak-
feløgum? Torført og tungt
hjá einum heilum landsstýri
og 21 tingmonnum, sum
hava alt valdið, at vinna á 41
maskinmeistarum?
Í einari undantakstøðu í
landinum, har landsstýrið og
Løgtingið við lóg leggja upp
í eitt samráðingarúrslit hjá
nøkrum fáum maskinmeist-
arum,
velur
Sosialurin
gjøgnum Portalin at fáa for-
mannin í Havnar Arbeiðs-
mannafelag á vøllin at stuðla
landsstýrinum og løgtingin-
um, tá tey lóggeva móti ein-
um lítlum fakfelag. Verður
Hans spurdur, hvat hann
hevði sagt, um lóggivið varð
ímóti einum sáttmála, sum
hansara felag hevði gjørt í
semju við arbeiðsgevararan?
Nei, als onki. Bert tann boð-
skapur skal út, ið gagnar
landsstýrinum.
Og síðani heldur Heri á
Rógvi fram við eini grein
um Bárð Nielsen, landsstýr-
ismann. Hon snýr seg um,
hvussu ringa tíð landsstýr-
ismaðurin hevur og hvussu
hart tað er hjá honum at
brúka samgonguna til at fáa
sín vilja og hvussu hann vil
verja vælferðina.
Sig mær, kann Sosialurin
søkka so djúpt? Sum tað er
synd og hart fyri Bjarna og
Bárð, sigur Sosialurin.
"Gjald fyri vælferði-
una...." ella kanska
heldur "gjald fyri
skattalættan"
Hvørki Bjarni Djurholm ella
Bárður Nielsen eru nøkur
offur í hesum spæli. Teir eru
valdsharrarnir, ið als ikki
hava nakað at missa, men alt
at vinna - og teir hava fingið
sín vilja á mest primitiva
hátt. Men Sosialurin ger teir
til teir stakkals menninar, ið
mugu fáa hjálp og stuðul.
Hví tað? Teir hava fylt rákin-
um. Uttan iva taka felstu før-
oyingar undir við teimum, tí
teir hava saman við Sosialin-
um megnað at gjørt mask-
inmeistararnar til nakrar
grískar kraddarar, meðan
landsstýrismenninir
eru
stakkaladýr, sum royna at
verja vælferðina - "gjald fyri
vælferðina" himprast tann
sperdi fíggjarmálaráðharrin
ikki við at siga - hví ikki siga
"gjald fyri skattalættan til
tey vælløntu"....???
Tíðindaflutningur við
skeivum fortekni
Hetta er tann mest and-
styggiligi skjøkjujournal-
istikkur, eg havi sæð. At
verja vinnararnar og valds-
harrarnar, meðan teir veru-
liga veiku partarnir, sum
hava tapt slagið, verða
gjørdir til ómøgulig beist,
ið skapa so stórar kvalir hjá
teimum fittu og vælmein-
andi landsstýrismonnunum
Hvat teir gomlu javnaðar-
menninir høvdu sagt, um
teir sóu hetta, kann ongin
ivast í.
Men tað er ein sannroynd
at valdið smakkar væl - so
væl at grundleggjandi støði
fyri tíðindaflutning verður
blaka fyri borð. Alt ber til -
landsstýrismenn hóreiggja
sær sum tey vilja, løgmaður
tegir og Sosialurin rekur
tíðindaflutning sum hevði
fingið sjálvt grovastu pro-
bagandamaskinurnar
at
steðga upp.
3 greinar sum høvdu
fingið
"dumpikarakter"
Men eg kundi hugsað mær
at biðið Sosialin um at um-
sett hesar tríggjar greinar-
nar eg her havi nevnt. Og
síðani at senda greinarnar
til journalistskúlar í øðrum
Norðurlondum og biðja teir
meta um, hvussu hesar
greinar fylgja journalistisk-
um prinsippum. Mær vit-
andi verða journalistar út-
búnir til at halda eyga við
valdsharrunum og at hjálpa
borgarunum móti valdsmis-
nýtslu. Altso at verja tann
veikara móti tí sterkara.
Trúgvi ikki, at nakar
journalistur úr Norðurlond-
um hevði trúð uppá, at tað
var eitt sokallað tíðindablað
í Norðurlondum, sum borð-
reiðir við so fúlari valds-
harralifran. Tí má Sosialur-
in gera greitt, at hesar
greinar altso ikki eru um-
settar úr russiskum frá sovj-
ett-tíðini ella eru komnar úr
Namibia. Nei, tær eru
skrivaðar í Føroyum í 2005.
So náddi Sosialurin aftur avgjørda nullpunktinum