Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 133 - 15. juli 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 1975: 15. juli kl. 15 fyri 30 árum síðani varð seinasta skotið latið av í munnanum á bergholinum uppi yvir Norðskála, sum kemur at binda norðara og sunnara part av Eysturoynni saman ferðsluliga, og sum ger, at meira enn helmingurin av íbúgvunum í Føroyum hev- ur beinleiðis vegasamband sínámillum. Tað er byggifel- agið Phil & Søn, sum hevur havt bergholsarbeiðið í hondum, og Landsverkfrøð- ingurin, sum hevur prosjekt- erað. Bergholið er 2500 metrar til longdar, 9 metrar breitt og góðar 6 metrar høgt. Myndin sínir, tá D.P. Danielsen, landsstýrismaður trýsti á knøttin til seinasta skotið, sum opnaði fimta ferðslubergholið í Føroyum, meðan løgmaður og lands- verkfrøðingurin standa aftanfyri og hyggja at. Kelda: Árið ið fór Dagurin 15. juli Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá, at á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera eftir boðum Jesu (Matt. 28, 19). Tummas og Bartolomeus fóru eystureftir, Símun og Matteus suðureftir, Filippus og Judas Taddeus norðureftir og hinir lærusveinarnir ymsar vegir. Søgan sigur eisini, at áðrenn teir skiltust, settu teir saman ápostólsku trúarjáttanina. Tøkk Í samband við mín seinasta arbeiðsdag á Psykiatrisku deild, takki eg hjartaliga øllum teimum, sum komu at heilsa uppá meg. Takk fyri blómur og gávur. Eina serstaka tøkk vil eg senda mínum gomlu arbeiðsfeløgum á deild 2 fyri gott samstarv og tað hóvasták, tit gjørdu burturúr degnum. Takk øll somul. Hallur Niels Jacob Nielsen Saltangará andaðist 90 ára gamal á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi 11. juli 2005. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík sunnudagin kl. 15.00. Jarðarferðin verður frá Berøa, Saltangará mánadagin 18. juli 2005 kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Hilmar, Anna Sofía og Jóhan Jacob Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæri maður, pápi, abbi og verpápi okkara Johan Simonsen ættaður úr Skarvanesi, búsitandi á Argjum andaðist á Ríkissjúkrahúsinum sunnudagin 10. juli, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Vesturkirkjuni sunnudagin 17. juli kl. 16.00. Familjunnar vegna Anna, Kartin, Mortan,Vígdis og Jan Tey, ið vilja minnast Johan, kunnu lata eina peningagávu til Lágargarð. Seinasta skotið til Norðskálatunnilin Tíðindaskriv Hósdagin 21. juli 2005 kl. 17 lat upp ein fotoframsýn- ing í Ribarhúsi í Fuglafirði. Myndirnar, sum allar eru frá 1938, hevur fuglfirð- ingurin í útlegd Jógvan Julius Joensen tikið. Julius fór til Danmarkar at læra skipasmíð í 1931. Tá hann var útlærdur í Frederiks- sund, flutti hann til Gille- leje at búgva og arbeiða, og har býr hann enn, nærum 95 ára gamal. Foreldur Juliusar vóru Jóhannes Peter Joensen úr Jógvanstovu á Eiði og Malena úr Niðristovu í Fuglafirði. Tey búsettust í Fuglafirði. Julius var trið- elstur av teirra sjey børn- um. Tey vóru: Martina, Jenny, Julius, Sidonius, Jakku, Ismar og Paula. Sum flestu dreingir tá í tíðini, fór Julius til skips sum 14 ára gamal. Hann var 6 ár við slupp, áðrenn hann fór til Danmarkar. Í juni 1938 giftist Julius við Adu Andersen úr Gille- leje. Tær uml. 60 mynd-irn- ar eru allar tiknar á brúd- leypsferð teirra í Føroyum. Flestu myndirnar eru úr Fuglafirði, meðan hinar eru úr øðrum bygdum í Eystur- oynni og úr Kirkjubø. Um- framt myndirnar verða onk- ur gomul skjøl at síggja á framsýningini, so sum manningarlistin frá fyrsta túri hansara til skips í 1925 og lærusáttmálin frá 1931. Fuglafjarðar Fornminnis- felag skipar fyri framsýn- ingini, sum verður opin til 3. august. Høvi verður at stuðla virksemi felagsins við at bíleggja myndir. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, segði nøkur orð, tá framsýningin lat upp. Gamlar myndir í Ribarhúsi