Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin í Hetlandi Eyðun Klakstein, Jákup Mørk, Jens Kristian Vang, blaðmaður blaðmaður myndamaður eydun@sosialurin.fo jakup@sosialurin.fo jensk@sosialurin.fo Landsliðsvenjarin í svimjing væntar sær nógv av teimum ungu føroysku svimjarunum, sum á hesum Oyggjaleikunum fyrst og fremst eru við fyri at menna seg og fáa royndir í altjóða kapping. Um tvey ár kann føroysk svimjing veruliga fara eftir teimum fínu medaljunum SVIMJING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: Føroysku svimj- ararnir á Oyggjaleikunum hava vunnið nøkur heiðurs- merki higartil. Eitt gull- merki, og síðani nøkur av hinum slagnum. Føroyski landsliðs- venjarin í svimjing, Petur Heðin á Fløtti, er væl nøgdur við avrikini hjá føroysku svimjarunum higarti. – Mikudagurin var ikki so góður sum týsdagurin, men tað vóru fleiri persón- lig met. Svimjararnir eru eitt sindur móðir og eitt sindur pressaðir, nógvir av teimum eru við fyri fyrstu ferð, og nervarnir spæla teimum ein puss. Saman- umtikið eri eg væl nøgdur við avrikini higartil, sigur hann. Petur Heðin fegnast um tey mongu finaluplássini hjá føroyingunum. – Vit vóru við í 9 av 10 finalum mikukvøldið, og hyggja vit eftir somu tíð fyri tveimum árum síðani, vóru vit bara við í tveimum finalum. Vit hava nógv fleiri kort á hondunum nú, enn vit høvdu tá. Tey eru kanska ikki so sterk beint nú, men tey verða sterk. Persónlig met lova nógv Petur Heðin á Fløtti heldur, at framgongdin hjá teimum ungu svimjarunum er lovandi. – Tað er nakað spennandi ávegis í føroyskari svimj- ing. Tað hevur verið á veg í nøkur ár, men eg væntaði ikki sjálvur, at blómurnar skuldu fara at spretta longu nú. Vónandi kunnu vit halda støðið næstu árini, og so kunnu vit støðugt halda eitt rímiliga høgt støðið, har vit tosa um medalju- pláss av fínum slag, sigur hann. Er tað í lagi, at vit tosa um persónlig met heldur enn heiðursmerki hjá teim- um føroysku svimjarunum á Oyggjaleikunum hesa- ferð? – Ja, avgjørt. Nógvir av svimjarunum eru – sum ein gamal venjari segði – við fyri at læra. Kanska er tað skeivt at brúka júst hesa vendingina, men teir eru við fyri at royna seg og menna seg. Aðrir vita, hvat krevst á Oyggjaleikunum, og nú fáa vit at síggja, um teir liva upp til tað. Petur Heðin á Fløttini koyrir á sínar svimjarar undir finalunum mikukvøldið. Mikudagurin gjørdist eitt sindur slakur, men eitt bronsumerki bleiv tað so til Ungu svimjararnir verða nógv sterkari Shaila vann bronsu Lerwick: Føroysku svimjararnir vóru væl umboðaðir í svimjifin- alunum mikukvøldið. Í øllum uttan einari finalu vóru føroyskir svimjarar við, men tað gekk einki serligt við at vinna heiðursmerki. Bara einaferð kom ein føroysku svimjari á sigurspallin, og tað var Shaila millum Garðar- nar, sum vann bronsu í 50 metra frísvimjing. Aðrir svimjarar høvdu góðar tíðir, og nøkur persónlig met vóru. Harafturat vóru Føroyar eisini í nánd av onkrum bronsumerkjum. ek