fríggjadagur 15. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 133 - 15. juli 2005
Bronsan
SKAL
vinnast
Tað var ein ófatuliga vón-
brotin Jóhann Nielsen,
sum vit fingu orðið á eftir
taptu hálvfinaluna móti
Bermuda.
Og hann ásannaði alt
fyri eitt, at føroyska liðið
ikki var 100% til reiðar,
tá dysturin fór ígongd.
- Eg haldi, at vit blivu
eitt sindur kløkkir. Vit
vistu, at teir høvdu stóra
slagstyrki, men ikki at
hon var so stór. Tað tók
okkum á bóli, og tí tapa
vit eisini fyrsta settið. Vit
klára so eisini at berja
okkum aftur í dystin. Vit
vinna eitt sett, og vit hava
handan settbóltin, sum
tíverri kiksar.
Teir taka so tað settið.
Fara tit niður við høvdin-
um eftir tað?
- Tað gera vit kanska.
Men eg má siga, at hasin
dómarin
var
ótrúliga
vánaligur, uttan at tað tó
skal verða nøkur umber-
ing. Vit brúka bara alt ov
nógvar kreftir upp á at
skeldast við dómararnar,
ístaðin fyri at lata lið-
skiparan um tað. Og tá vit
so heldur ikki fáa okkara
spæla at koyra, gongur
tað galið. Og tað var altso
einki serligt.
Men enn er so bronsan
eftir at spæla um. Megna
tit at reisa tykkum aftur til
tann dystin?
- Beint nú er vónbrotið
øgiligt, men vit skulu
reisa okkum. Vit hava so-
mikið gott lið, at eitt
heiðursmerki skal við á
heimferðini. Somikið ein-
falt er tað, helt Jóhann at
enda.
-jm
Jóhann Nielsen viðgekk
eftir dystin, at hann og
viðspælararnir vóru
skelkaðir av slagstyrkini
hjá Bermuda
Mynd: Jens Kr. Vang
Føroyar-Bermuda 1-3 (20-25, 26-24, 24-26, 19-25):
Føroyar sukku í
Bermudatríkantinum
Bogi Kristiansen
noyddist at gevast í
landavegskoyringini,
tá ein pedal brotnaði
SÚKKLING
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Tað gekst als ikki
eftir vild hjá Boga Kristian-
sen í landavegskoyringini.
Heldur ikki hesa ferð eydn-
aðist honum at fáa heiðurs-
merki í hesi kappingini,
men sjálvur tóktist hann
hampuliga avkláraður, tá
vit fingu orðið á hann.
- Vit hava nakrar krampar
á pedalunum, sum halda
fótin fastan. Annar av hes-
um brotnaði, og so mátti eg
gevast.
Men ber ikki til at súkkla,
uttan
at
hava
slíkar
krampar?
- Nei, tað verður alt ov
strævið. Tá vit súkkla, so
nýta vit eisini kramparnar at
draga pedalirnar, og tá tað
ikki bar til longur, so valdi
eg at gevast alt fyri eitt.
Og er tað eitt brek, sum
tað ber til at rætta áðrenn
býarkoyringina
fríggja-
dagin.
- Tað vóni eg. Eg fann
kramparnar aftur alt fyri
eitt. Tað vísti seg, at onkur
skrúva var farin í hesum, so
nú mugu vit vita, hvørt tað
ber til at fáa nakrar nýggjar
skrúvur settar í.
Býarkoyringin eftir
Soleiðis endaði landavegs-
koyringin hjá Boga, men
framvegis má hann roknast
sum besta boðið upp á eitt
føroyskt
heiðursmerki.
Tríggjar ferðir áður hevur
hann fingið bronsu í býar-
koyringini, og hann sigur
eisini, at hetta verður tað,
sum hann fer eftir fríggja-
dagin.
- Sjálvandi er eitt heið-
ursmerki vónin, men tað
verður ófatuliga strævið.
Feltið er øgiliga sterkt við
Roche og liðfeløgum hans-
ara av Man, so eg má bara
royna at hanga í har
frammi.
Men tað tykist vera ein
kappingargrein,
sum
hóskar tær sera væl.
- Ja. Har eru nógv sving
og tættir duellir, og tað
dámar mær bara væl, sigur
ein hóast alt vónríkur Bogi
Kristiansen.
Púra óvæntað vann
ein súkklari av Ber-
muda landavegskoyr-
ingina. Gunnar Dahl-
Olsen var besti føroy-
ingurin á einum 10.
plássi
SÚKKLING
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Føroyar fáa heið-
ursmerki í býarkoyringini.
Tað má í øllum førum
verða niðurstøðan, nú tað
ikki eydnaðist á landa-
vegnum.
Føroysku
súkklararnir
plaga altíð at koma heim
við einum heiðursmerki av
onkrum slag, og skal tað
vera, so skal tað nú verða í
býarkoyringini.
Í
landavegskoyringini
eydnaðist nevnliga ikki at
fáa metal av nøkrum slag, tá
tað ikki eydnaðist Gunnari
Dahl Olsen at hanga í, tá
feltið fullkomuliga sprongd-
ist á seinasta av teimum
fimm umgangunum, sum
súkklaðir vórðu.
Longu á fyrsta umgang-
inum struku tríggir súkkl-
arar avstað, og sum væntað,
so var Andrew Roche av
Isle of Man millum teirra,
sum sótu í útbrotinum.
Einum útbroti, sum alt fyri
eitt vann eitt stórt hol niður
til teir næstu.
Men púrasta óvæntað, so
eydnaðist tað ikki hjá
Roche at halda fast. Hann
hevur annars verið at kalla
einaráðandi á fleiri oyggja-
leikum á rað, men tað
eydnaðist
so
ikki
hjá
honum hesaferð. Ístaðin
varð tað Geri Mewett av
Bermuda, sum streyk fyrst-
ur um málið, og síðani
komu fýra Man-búgvar á
næstu plássunum.
Gunnar Dahl-Olsen, sum
altso hekk í feltinum stóran
part av teininum, megnaði
ikki at sita við heilt frammi,
tá feltið skrædnaði, men
eitt heiðurligt 10. pláss
gjørdist talan so kortini um.
Føroysku úrslitini
10 Gunnar D. Olsen +1,31
21 Eli Christiansen +10,02
28 Esmar Joensen +1 umfar
Spælið kom ongantíð
at koyra, og kreftirnar
vórðu ístaðin nýttar
upp á dómaran, tá
føroyska manslands-
liðið mátti veittrað
farvæl til gullmerkini
FLOGBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick:
»Ein
vakur
deyði«. Soleiðis var yvir-
skriftin, tá Føroyar fyri
tveimum árum síðani taptu
eina intensa og framúr væl
spælda finalu móti Saare-
maa fyri tveimum árum
síðani.
Hóskandi kundi »ein
ljótur deði« verið nýtt sum
yvirskrift hesaferð, tí tað
var ikki nógv glamourøst
yvir avrikinum, menninir í
hálvfinaluni
taptu
fyri
Bermuda.
Sjálvgjørt
Frá fyrsta bólti tóktist tað
hinvegin, sum var tað Ber-
muda, sum í størri mun vildi
vinna dystin. Føroyingarnir
tóktust hava fingið skeiva
beinið fyrst inn á vøllin, og
skjótt megnaðu teir reyð-
klæddi mótstøðumenninir at
draga nakað frá.
Samstundis byrjaðu fru-
stratiónir at koma fram á
føroyska liðnum. Persónlig
mistøk í hópatali kostaðu
nógvar bóltar, og tá hinir
ikki framdu somu mistøk,
so kostaði tað altso.
Tað eydnaðist tó okkara at
koma aftur í dystin. Næsta
settið var vunnið, og eisini í
triðja settinum var liðið á
sigurskós. Fram til 24-23
vóru tað okkara, sum høvdu
takið, men tá Rúni Weihe
smekkaði jump-servuna í
netið, tóktist ganga galið.
Bermuda tók av møgu-
leikanum. Teir vunnu settið.
Og so komu frustratiónirnar
av álvara í blóma.
Jú. Dómararnir vóru av-
gjørt ikki millum teir bestu,
og ferð eftir ferð vóru
feildømingar við netið, við
sløgum og eftir linjunum.
Men hesir dómar gingu
báðar vegir.
Munurin var bara, at
okkara spælarar lótu við
seg koma. Kreftirnar vórðu
nýttar á skeivum stað, og so
fekk Bermuda lætt spæl.
Teir vóru nú eisini so
ruddiliga omaná sálarliga,
og fagnaðurin bara vaks
fyri hvønn bóltin, sum
vunnin var. Eina lítla løtu
tóktust okkara gera eina
bjargingarroynd, tá 10-18
varð broytt til 15-19, men
so var eisini liðugt. Ber-
muda streyk avstað við
seinastu bóltunum - og fin-
aluplássinum móti Saare-
maa. Og so mugu okkara
dreingir taka til takkar við
einum dysti um bronsuna.
Og tað kunnu teir einamest
takka sær sjálvum fyri.
Ein sigandi mynd. Føroyski liðskiparin í holt við at trætast við
dómararnar. Rættvíst skal so eisini sigast, at Rúni langt ífrá
var einsamallur um hesa deyðssynd
Sum ein brotin pedal
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist Boga Kristiansen
at vinna heiðursmerki í
landavegskoyringini á
oyggjaleikum
Roche knekkaði
Púra óvæntað kom Geri
Mewett av Bermuda fyrstur
um málstrikuna í
landavegskoyringini