Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 15. juli 2005 13 Ítróttarsamband Føroya hevur longu tikið fyrstu stigini til, at Føroyar aftur gerast vertur fyri Oyggjaleikunum. Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, heldur, at allir føroyingar mugu samstarva um at gera Føroyar klárar til at hýsa Oyggjaleikunum aftur, og hann heldur, at 2013 er rætta árið at bjóða seg fram OYGGJALEIKIR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: ÍSF-forsetin Heðin Mortensen er í hes- um døgum í Hetlandi, her hann fylgir føroysku ítróttarfólkunum, sum eru við í Oyggjaleikunum. Heðin Mortensen hevur eisini brúkt ein part av tíðini í Hetlandi til at taka fyrsta stigið í eini ætlan, sum skal fáa Oyggjaleikir- nar aftur til Føroyar. Tað verður tó ikki fyrsta dagin ella næsta ár, at leikirnir koma til Føroya. – Tað er ein sjálvfylgja, at Oyggjaleikirnir skulu koma aftur til Føroya. Spurningurin er bara nær. Eg havi eitt boð, og tað er 2013. Eg veit væl, at tað ikki enn er avgjørt, hvar leikirnir verða í 2011, men har er onkur sterkur kandiatur inni í myndini, og tí skulu vit helst leggja okkum eftir 2013, sigur Heðin Mortensen. – Men skulu vit hava Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, so kunnu vit ikki leggja okkum á latu síðuna og bíða eftir 2013. Vit mugu fyrireika okkum til leikirnar og gera tær neyðugu útbyggingarnar av ítróttarligu fasilitetunum. Her hugsi eg serliga um rennibreyt, reiðskapshøll til fimleik og skjótibreytir. Hetta er neyðugt, um vit skulu hýsa Oyggjaleik- unum aftur, sigur hann. Alt má vera klárt í góðari tíð Tá ið avgerðin um, hvør skal fáa Oyggjaleikirnar í 2009, varð tikin á aðalfund- inum hjá IGA týsdagin, spældi tann ítróttarligi part- urin ein avgerandi leiklut. Áland varð tikið fram um Ynes Mon, tí álendingar hava góðar umstøður til ítrótt sum er og ikki er neyðugt við umfatandi útbyggingum. – Oyggjarnar krevja meira og meira av tí ítróttarliga, og tað nyttar ikki bara at lova at gera alt klárt til einar komandi leikir. Tað hevur víst seg, at oyggjarnar hava ikki klárað at hildið tað, sum tær hava lovað, og tí verða oyggjar- nar nú valdar, um tær hava fasilitetirnar klárar. – Tí er tað umráðandi fyri Føroyar, at vit í góðari tíð kunnu siga, at vit hava allar neyðuga karmar til at hýsa ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum. Eitt annað, sum kann gerast ein trupulleiki í Føroyum, og sum var ein trupulleiki í Hetlandi, er gistingin, men hetta hava hetlendingar loyst elegant – um enn nakað dýrt – við hotelskipum. – Hendan loysnin hevur riggað avbera væl, og tað kundi eisini verið ein loysn hjá okkum í Føroyum. Um vit vóru úti í betur tíð, hevði tað ivaleyst eisini verið gjørligt at fingið skipini bíligari, heldur Heðin Mortensen. Ítróttur klára tað ikki einsamallur Tað er eitt stórt tak at halda Oyggjaleikir. Í Hetlandi hevur samstarvið verið sera gott millum ítróttin, myndugleikar, felagsskapir og sjálvboðin fólk, og hetta er eisini nakað, sum føroy- ingar mugu gera. – Ítróttarsambandið kann ikki lyfta hesa uppgávuna sjálvt. Skal tað eydnast at fáa leikirnir til Føroya, og tað skal gerast eitt professionelt fyrireikar- arbeiði, so skal Ítróttar- sambandið fyrst og fremst verða við, landsstýrið má eisini við, og tað sama má vinnulívið og kanska ser- liga ferðavinnan eisini. Tað er ein treyt, at pengar verða tøkir til at byggja út fyri. – Ítróttarsambandið skal taka initiativið, og tað hava vit tikið fyrr. Vit ætlaðu at fáa leikirnar til Føroya í ár, og vit sendu brøv út til myndugleikar fyri at fáa sett gongd í arbeiðið at fyri- reika Føroyar til leikirnar, men vit frættu einki aftur. Tí er tað, at eg sigi, at Ítróttarsambandið klárar hetta ikki einsamalt, tað má alt Føroya land verða við í arbeiðnum, sigur Heðin Mortensen. Ítrótturin manglar stóra avbjóðing Oyggjaleikirnir hava í nógv ár verið eitt lokomotiv í nógvum ítróttargreinum í Føroyum, og tað loko- motivið kundi sett enn meira ferð á, um leikirnir komu aftur til Føroya, og neyðugu útbyggingarnar vórðu gjørdar. – Vit skulu seta okkum spurningin, hvat vilja vit við ítróttinum. Vit hava verið nokk so nógv á veg upp eftir, men nú haldi eg, at vit standa í stað. Vit eru góð á ávísum økjum, men um vit ikki hava eina gularót fyri framman, so er vandi fyri, at nógv dettur niður fyri aftur. Men er hetta bara leyst tos ella verður nakað ítøki- ligt gjørt av Ítróttarsam- bandinum? – Ja, vit gera nakað, og tað fara vit eisini at gera, tá ið vit koma heimaftur. Hetta er ikki bara nakað, sum vit siga. Løgmaður hevur verið saman við okk- um her í Hetlandi. Hann hevur sæð, hvussu leikirnir verða hildnir, og vit hava havt fund saman við hon- um, har vit hava greitt hon- um, frá, hvat skal til fyri at halda leikirnar. – Eg haldi, at skal føroyskur ítróttur menna seg, so er tað avgerandi neyðugt, at vit fáa Oyggja- leikirnar aftur til Føroya, sigur Heðin Mortensen. – Skal føroyskur ítróttur menna seg, so er tað avgerandi neyðugt, at vit fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, sigur Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, sum hesa vikuna hevur verið til Oyggjaleikirnar í Hetlandi Oyggjaleikirnir aftur til Føroya Oyggjaleikir hava verið hildnir síðani 1985, og leikirnir í Heltandi eru tí teir 11. í røðini. Í ár eru tað liðin 20 ár síðani fyrstu leikirnar, sum vóru hildnar á Isle of Man. Oyggjaleikirnir hava verið – og verða – á hesum oyggjum: 1985: Isle of Man 1987: Guernsey 1989: Føroyar 1991: Áland 1993: Isle of Wight 1995: Gibraltar 1997: Jersey 1999: Gotland 2001: Isle of Man 2003: Guernsey 2005: Hetland 2007: Rhodos 2009: Áland FAKTA