Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 133 - 15. juli 2005 »Can we hear t Hann hevur ongantíð verið í Føroyum, men eftir fýra dagar saman við føroysku áskoðar- unum, er Paul John- son púrasta vekk í oyggjum okkara. Ikki minst flogbóltinum og kvinnunum FJEPPARI/HEPPARI Jákup/Jens Kristian Lerwick: - Hvat vilt tú hava meg at siga. Eg eri ikki vanur við at tosa við bløð, so eg veit ikki, hvussu tað gongur fyri seg. Fakt- iskt sigi eg altíð nei til blaðsamrøður, men eftir sum tú kemur frá einum føroyskum blað, so geri eg eitt undantak hesaferð. Før- oyingar eru eitt fantastiskt fólkaslag kann eg alt fyri eitt heilsa til allar lesarar- nar hjá tykkum. Orðini fellu sum skotriðil úr eini maskinbyrsu, tá hallarvarparin til flogbólts- dystirnar á oyggjaleikunum tosar. Paul Johnson er navnið á manninum, sum stútt og støðugt fær áskoð- ararnar at bæði rópa og klappa, meðan dystirnir eru. Aldurnar verða sendar bæði ein og annan veg, og ikki minst kemur ferð á, tá sjónvarpið sendir beinleiðis úr dystum. Alt í alt er er einki at ivast í, at hann hevur imponera flestu føroyingarnar í Lerwick eins nógv, sum føroyingar hava imponerað hann. Ein fantastisk ítrótt Vanliga spælir Paul í einum rock-orkestri her í Het- landi, og tí sigur hann seg ikki hava nakrar trupulleik- ar við at heppa á áskoðar- arnar. - Eg spæli í einum slag av rock-orkestri. Og tað, sum eg eri kendur fyri, er at fáa fjøldina við. Og tað passar sera væl inn í umhvørvið her. Ikki minst hjá føroy- ingunum, sum tykjast vilja hava ein slíkan at heppa saman við teimum. Tað ger eisini mítt arbeiði lættari. Men hevur tú nakran tíð roynt tað til ein flogbólts- dyst fyrr? Tað er jú ikki tann ítróttargreinin, sum hetlendingar gera mest við. - Nei. Eg hevði ikki so mikið sum hugt at einum flogbóltsdysti, fyrr enn leikirnir byrjaðu. Men tað er fantastiskur ítróttur. At síggja støði á spælinum og ikki minst fimleikan í kropsrørslunum hjá tykkara spælarum er ótrúligt. Og ikki minst hjá kvinnunum. Tær eru ótrúligar, og eg vil sjálvur siga, at eg eri maskotturin hjá teimum. - Men eisini menninir eru framúr. Hasin har Rúni Weihe, og nummar fimm og tíggju (Jón og Bartal, blðm.). Teir vita pína doy, hvat flogbóltur er fyri nakað. Undan dystinum í gjár móti Álandi søgdu teir mær, at teir gleddu seg til ein dyst, har teir fingu veruliga mótstøðu. Og tað fingu teir eisini. Tað var ein fantastiskur dystur, har menninir veruliga togaðu seg eitt stig uppeftir. Og gleðir tú eins nógv til finaludystirnar, sum vit føroyingar gera? - Tað geri eg. Nú vóni eg bara, at menninir eisini koma hartil, men tað gera teir heilt víst. Og eg ivist ikki í, at tær báðar finalur- nar fara at geva okkum nakrar fantastiskar dystir. (Eftir at samrøðan varð gjørd, kundu vit so tíverri staðfestas, at hetta ikki hendi, blðm.) - Og sum heild haldi eg, at dystirnir her á leikunum longu nú hava givið het- lendskum flogbólti eitt ord- ans skump. Fólk hava sæð nakrar framúrskarandi dystir frá tykkara síðu. Kvinnurnar vóru sera sterkar í hálvfinaluni, og yvir høvur haldi eg, at øll hava havt »a great time« higartil. Eg havi havt tað Uttan stórvegis hóva- sták prógvaðu flog- bóltskvinnurnar enn einaferð, at tað bara verður í finaludystin- um, at tær fáa veruliga mótstøðu FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Føroysku flog- bóltskvinnurnar hava spakuliga fingið status sum veruligir áskoðaramagnetar á ítróttardeplinum við Hickimin í Lerwick. So- leiðis var talan aftur hesa ferð um fullsett áskoðara- pláss, tá hálvfinaludysturin móti Jersey var á skránni. Flogbóltur er ikki tann ítróttargreinin, sum vekir størsta ansin á teimum bretsku oyggjunum, og tó at Jersey hevur víst seg sum tann sterkasta av hes- um, so var talan sjáldan um veruliga mótstøðu. Allar við á vøllinum Longu fyrstu bóltarnar av fyrsta settinum vóru tekin í bæði sól og mána um, hvønn vegin tað skuldi fara. Føroysku kvinnurnar løgdu hart út. Helen, Gudrid og Herborg skifust um at bómba bóltarnar upp um netið og niður í gólvið, og einasti møguelikin hjá Jer- sey at fáa stig tóktist vera, tá okkara gjørdu mistøk. Eins og flestu av undan- farnu dystunum, so vórðu nógvar útskiftingar støðugt framdar í dystinum. Sjálv- andi kann hetta merkja nakað fyri rútmuna í spæl- inum, sum kann gerast trupul at halda. Og sjálv- andi kann tað merkjast á liðnum, tá sterkastu profil- arnir verða tiknar út eina løtu. Men tað er einki at ivast í, at føroyska liðið eisini er sera sterkt á beinkinum. Og tað at allar fáa spælitíð er uttan iva bæði ein sosialur og ítrótt- arligur fyrimunur. Serstak- liga, um tað í finaluni kann gerast neyðugt við útskift- ingum, tá spælarar skulu hava luft, ella um kinkur kemur í spælið hjá okkum. Hetta seinna hava vit so ikki upplivað enn, men soleiðis sum dystirnir móti Saaremaa plaga at vera, er einki at ivast í, at hetta fer at koma. Og tá verður spurningurin, hvørt okkara hava mentalu og leikligu styrkina til at halda fast um gullmerkini, sum tríggjar leikir á rað eru endað hjá okkum. Føroyar-Jersey 3-0 (25-10, 25-17, 25-16) Upphiting fyri víðarikomin So er klárt til finaluna. Hósdagin eftir evstamark okkara skuldu føroysku kvinnurnar enn einaferð spæla finaludyst móti Saaremaa. Og so er spurningurin, hvørt tað fjórðu leikirnar á rað kann gerast um føroyskt gull