Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 133 - 15. juli 2005 Helgi Winther Olsen gjørdi bart í einstak- lingakappingini í fimleiki mikudagin. Hann vann heili tvey gullmerki, og tá var hann ikki við í kapp- ingini, har hann plag- ar at vera tryggur vinnari. Harafturat vann Høgni Øster bæði silvur og bronsu FIMLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Scalloway: Menninir gjørdu ein ordans vørr í einstaklinga kappingini í fimleiki mikudagin. Eftir at kvinnurnar als ikki megnaðu at gera seg galdandi og ongantíð komu í nánd av einum heiðurs- merki, var annað flog yvir mannligu fimleikarunum. Helgi Winther vann gull bæði á gólvinum og para- lellu barrunum, og tá var hann ikki við í ringunum, har hann plagar at vera nógv tann sterkasti fimleikarin. – Hetta er stórt, hetta er deiligt, og hetta er meira, enn eg hevði væntað. Skuldi tað eydnast at vinna gull, so skuldi nógv passa saman. Eg skuldi gera mítt so at siga perfekt, og so skuldi hinir helst ikki gera tað sama. Og hinir høvdu nøkur smá kiks, og eg gjørdi mítt so gott, sum eg yvirhøvur kundi, sigur Helgi Winther Olsen. Ein skaði í arminum forðaði fyri, at hann var við í ringunum, men hann var tó førur fyri at kappast í øðrum av greinunum, sum vóru á skránni mikudagin. Høgni Øster var heldur ikki eiðasørur. Hann fekk tvey heiðursmerki, sum hann kundi fegnast um. Høgni vann bronsu í lopi og silvur í barrunum. Kundi vunnið í ringunum Hvussu vóru vónirnar hjá tær til dagin í dag, nú tú ikki kundi verða við í ringunum? – Tá ið eg nú sá teir kapp- ast í ringunum í dag, so eri eg ógvuliga keddur um, at eg ikki kundi kappast har, tí eg eri fullvísur í, at eg væl og virðiliga kundi tikið teir. Skuldi eg frammanundan sagt, hvar eg kundi gull, so var tað í ringunum. – Men eg eri sera glaður fyri hesi gullmerkini. Ikki minst tað á gólvinum, tí tað er tað, sum eg havi sæð sum mítt merki gjøgnum longri tíð. Fyri tveimum árum síðani kiksaði eg nokk so illa á gólvinum, men eg vann eina bronsu. Bara tað, at alt riggaði í dag, var gott. Eg gjøgnum- førdi alt og stóð, sum eg skuldi. Tá ið tað so eisini førir gull við sær, so verður tað ikki størri, sigur Helgi Winther Olsen. Teiru ungu royndu seg eisini Fýra føroyskir fimleikarar vóru við í einstaklinga kappingini mikudagin. Um- framt teir báðar heiðurs- merkjavinnararnar, vóru eisini teir ungu Rósing Dam og Øssur Eiriksfoss við í onkrum av kappingunum. Bæði Øssur og Rósing royndu seg á gólvinum og teir endaðu sum ávíkavist nummar 9 og 10 av 13 fim- leikarum. Í ringunum blivu teir nummar 7 og 8 av 9 luttakarum. Umframt Føroyar vóru eisini Jersey, Gibraltar, Isle of Man og Ynes Mon við í kappingini mikudagin. Isle of Man gjørdist stóri vinnarin samanlagt, tí tann sera evnaríki Alex Hedges vann heili fýra gullmerki í kappingunum. Eitt av gull- merkjunum var fyri besta samanlagda avrikið á degn- um. Umframt tey fýra gull- merkini fekk Alex Hedges eisini eitt silvurmerki og eitt bronsumerki. Helgi ruddaði gólvið Ein fegin gullvinnari og tvey stolt foreldur. Pápin Sølvi og mamman Anna Maria saman við tí gylta Helga Winther Olsen – Helgi Winther Olsen er ein fimleikari, sum eg altíð havi sæð upp til, sigur Alex Hedges, sum vann heili fýra gullmerki í fimleikakappingini mikudagin FIMLEIKUR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: – Helgi er framúr góður fimleikari. Eg havi kappast ímóti honum í eini seks ár nú, men eg hugdi eftir honum tvey ár frammanundan, og hann hevur verið ein fyri- mynd fyri meg. Hann var ein fimleikari, sum eg altíð havi sæð upp til, sigur Alex Hedges av Isle of Man. Hann hevur seks heið- ursmerki hangandi um hálsin, nú hann stendur við einum stórum smíli eftir einstaklinga kapp- ingina í fimleiki. Fýra gullmerki, eitt silvur- og eitt bronsu- merki. Alex Hedges er stóri vinnarin á degnum, tá ið Helgi Winther Olsen gjørdist føroyska hetjan í fimleiki. Vil til Føroya at kappast – Tað er stuttligt at kapp- ast ímóti Helga, og tú kanst veruliga kenna teg stoltan, um tú klárar at vinna, tá ið Helgi er við. Tú hevur gjørt nakað serliga gott, um tú klárar at vinna á honum. – Oyggjaleikirnir eru ein fantastisk kapping, og tí er tað spell, at vit ikki eru við um tvey ár. Men eg gleði meg til Áland um fýra ár, tá ið vit aftur verða við aftur. Og um tvey ár rokni eg við, at vit gera eina kapping í fimleiki. Isle of Man hevur bjóðað seg fram, og tað hava Føroyar eisini. Eg kundi veruliga hugsa mær at sloppið til Føroyar at kappast, sigur Alex Hedges. Stóri vinnarin hevði Helga sum fyrimynd – Eg kundi veruliga hugsa mær at sloppið til Føroyar at kappast, sigur Alex Hedges, sum mikudagin vann seks heiðursmerki – harav fýra gull – í fimleikakappingini fyri einstaklingar