fríggjadagur 15. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú fimleikurin varð
vrakaður til
Oyggjaleikirnar á
Rhodos í 2007, stúrir
Helgi Winther Olsen
fyri, at menningin
innan fimleikin kann
steðga fullkomiliga
upp. Okkurt má
gerast fyri sleppa
undan einum
bakkkasti innan
fimleikin, heldur
hann
FIMLEIKUR
Eyðun
eydun@sosialurin.fo
Scalloway: Ein ítøkiligur
vandi er fyri, at føroyskur
fimleikur
fullkomliga
steðgar upp, nú fimleikur
reyk út av næstu Oyggja-
leikunum, sum verða á
Rhodos um tvey ár.
Tað heldur fimleikarin
Helgi Winther Olsen, sum
mikudagin vann tvey gull-
merki
í
einstaklinga
fimleiki.
–
Tað
er
ótrúliga
keðiligt, at vit ikki verða
við á næstu Oyggjaleikun-
um. Vit hava verið í støðuni
fyrr, og tað merkti fyri fim-
leikin í Føroyum ta tíðina,
tí tað var eitt ella annað
slag av manglandi fokus í
fimleikinum, sigur hann.
– Vit fingu líkasum
gongd á føroyska fimleikin
á Oyggjaleikunum í 1999,
og á Isle of Man tóku vit
eina rúgvu av heiðurs-
merkjum. Nú vísir tað seg
sum, at menningin hjá okk-
um er steðgað eitt sindur,
og fleiri av fimleikarunum
eru ikki viðaftur.
– Spurningurin er so,
hvat tað fer at merkja fyri
okkum, at vit ikki verða við
á næstu Oyggjaleikunum.
Eg stúri fyri, at tað fer at
merkja ein steðg fyri
føroyskan fimleik.
Alternativ kapping
Ber tað ikki til at verða við
í øðrum altjóða kapping-
um, nú tit ikki sleppa við til
Oyggjaleikirnar?
– Jú, tað ber til at taka lut
í nógvum altjóða kapping-
um, men sjarman við
Oyggjaleikunum er, at her
kunnu vit gera okkum
galdandi. Her kunnu vit
vinna nakað, og her kunnu
vit gera ein mun. Vit luttaka
í fleiri altjóða kappingum,
men á Oyggjaleikunum eru
vit nakað samanborið við
hini, tað eru vit ikki í
teimum stóru og sterku
altjóða kappingunum, sigur
Helgi Winther Olsen.
– Tað, sum eg síggi sum
tað mest spennandi alterna-
tivið til Oyggjaleikirnar, er,
at vit í Føroyum bjóðaðu
okkum til at hava eina
kapping í fimleiki fyri allar
oyggjarnar, sum plaga at
taka lut á Oyggjaleikunum.
Eitt slag av mini-Oyggja-
leikum í fimleiki.
– Meðan vit fyrireika
okkum til eina slíka kapp-
ing, skulu vit fáa umstøður-
nar at venja og kappast í
upp á pláss. Vit skulu gera
tað prosessina, sum byrjaði
við tí fyrsta gullinum í
fimleiki á Gibraltar, lidna
við at fáa okkara umstøður
góðar, so vit kunnu útnytta
kapasitetin, sum vit eiga
heima og í útlandinum.
Annað fyllir meira og
meira
Helgi Winther Olsen er 24
ára gamal, og hann er longu
ein royndur fimleikari við
nógvum sigrum og heiðurs-
merkjum aftan fyri seg.
– Mær dámar væl at venja
fimleik, og eg geri tað fyrst
og fremst, tí eg tími tað. Eg
ælti mær at halda fram við
at venja fimleik, tí tað er ein
partur av mínum. Hvussu
tað verður við kappingum,
veit eg ikki. Eg lesi ítrótt og
geri bachelor-uppgávuna í
løtuni. Tá ið eg havi fingið
bachelor-gradina ætli eg
mær at skifta yvir at lesa
verkfrøði innan medisin og
teknologi,
og
tað
er
krevjandi.
– Eg kappist niðri, og tað
ætli eg mær at halda fram
við. Um heystið plagi eg at
kappast í eini liðkapping,
og tað brúki eg sum fyri-
reiking til einstaklinga-
kappingar um várið. Eg
ætli mær at halda fram við
at verða við á liðnum í
Aalborg, og vit vilja sera
fegnir vinna eina kapping,
tað hava vit ikki roynt enn.
– Men eg má viðurkenna,
at tað eru nøkur onnur ting,
sum fylla meira og meira.
Eg leggi minni orku í at
venja, og tað sæst aftur á
úrslitinum. Tað er eitt
sindur løgið at siga í dag,
nú eg havi vunnið tvær
gullmedaljur, men eg eri
ikki við í øðrum reiðskaps-
fimleiki, og onkrastaðni,
har eg gjørdi meg galdandi
fyrr, geri eg meg ikki
galdandi longur.
Fimleikurin kann fáa
stórar trupulleikar
Fimleikur verður ikki við á
Oyggjaleikum aftur fyrr
enn í fyrsta lagi um fýra.
Spurningurin er so, um
hetta var endabresturin hjá
Helga Winther Olsen í
Oyggjaleikasamanhangi.
– Tað ber ikki til at siga,
hvussu tað verður um fýra
ár. Tað veldst um, hvussu
mín privata støða verður tá.
Høgni, sum eisini vann
medaljur í dag, er 33 ára
gamal, og eg verði 25 nú.
Men tað er sera krevjandi í
løtuni at skulu seta alt
annað
til
síðis
fyri
fimleikin.
– Mítt persónliga mál
hevur verið og er fram-
vegis, at fimleikurin skal
koma betur fyri seg. Hetta
snýr seg ikki bara um meg,
men um fimleikin sum
heild. Tað eru framvegis eg
og Høgni, tveir gamlir
gubbar, meðan nógvir av
hinum fimleikarunum als
ikki eru við longur.
– Vit hava tveir ungar fim-
leikarar við hesaferð, men
teir eru eisini rættiliga
einsamallir, so tað er ikki
nógvur fimleikur. Og eg eri
bangin fyri, at tað verður
ein total stagniatión, nú vit
ikki skulu við til næstu
Oyggjaleikirnar.
Okkurt
má gerast, um menningin
skal halda fram, sigur Helgi
Winther Olsen.
Nr. 133 - 15. juli 2005
17
ð
Høgni Øster vann silvur og bronsu
Gullvinnarin stúrir
fyri fimleikinum