Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 133 - 15. juli 2005 Allir teir føroysku skjúttarnir verða partur av finaluni í head-to-head skjótingini Undankappingin til head- to-head kappingarnar í bogaskjóting vórðu hildnar við Hickimin mikudagin, og hetta gekk fyri tað mesta eftir ánni. Í øllum førum lagaði tað seg soleiðis, at allir føroysku skjúttarnir endaðu millum tey 16 fremstu í bæði recurve og compund, og tí verða øll partur av finaluni, sum verður skotin í morgin. Tað eru bæði tey føroysku liðini sjálvandi eisini, og so er spurningur- in, hvørt tað aftur hesaferð kann eydnast okkara at skjóta seg til enn fleiri gull við bogunum. Í nøkrum førum hildu føroyingarnir tó, at tey áttu at skotið seg til eina betri seeding, men spurningurin er helst, hvørt hetta ger nakran mun í hesum serliga kappingarforminum. Við somikið fáum pílum, sum talan er um, og stutta tíðarbilinum, sum skotið verður yvir, er spurningur- in eins nógv um sálarliga styrki, og ofta síggjast favorittarnir fella tíðliga á degnum. Umframt kappingarnar fyri einstaklingar, er talan eisini um kapping fyri lið. Her skal compund-lið okk- ara royna at verja gullið, sum tey vunnu seinast, og roknað verður eisini við, at recurve liðið hevur heilt góðar møguleikar at gera seg galdandi. Thomas Rasmussen og Kjartan Eli Hentze vórðu báðir roknaðir millum favorittarnir, tá menninir eftir døgurða hósdagin fóru undir einstak- lingakappingina BORÐTENNIS Jákup/Jens Kristian Sandwick: Fyri tað nógva hava oyggjaleikirnir í borð- tennis verið ein kapping um at sleppa í finaluna móti Carl Prean. Elituspælarin av Isle of Wight fekk sjáld- an sveittan fram tey árini, sum hann tók lut á leikun- um, men í ár er støðan ein heilt onnur. Og úr einum føroyskum sjónarhorni tykist støðan vera serstakliga áhugaverd. Millum einstaklingarnar hava vit hesaferð hægst rat- aða spælaran í Thomas Rasmussen, og tað merkir, at hann fyri tað nógva sleppur undan hinum favor- ittunum í kappingini. Og eisini Kjartan Eli Hentze stendur væl í styrkismetingini. Hann er styrkismettur sum nummar fýra, og tað merkir tíverri, at vit neyvan hava møgu- leika at síggja eina reint føroyska finalu. Tað verður tó spennandi at síggja, hvussu teir báðir borðtennis-spælararnir fara at standa seg. Longu undan leikunum vóru vónirnar til Thomas stórar, og eftir eina kanska haltandi byrjan, tóktist hann veruliga fáa um endan seinasta partin av liðkappingini. Kjartan Eli byrjaði hin- vegin í stórformi. Í bólka- spælinum tapti hann ikki eina tí einastu singlu, og ikki fyrr enn ein lítil skaði í arminum fór at gera um seg, mátti hann góðtaka eitt tap í einstaklingapartinum av liðkappingini. Og saman eru teir báðir eisini favorittar í kapp- ingini í tvímansleiki. Her hevur Kjartan Eli fyrr roynt at fáa heiðursmerki, men út gulli hava tey ongantíð verið enn, og tí verður sera spennandi at vita, hvussu tann parturin av kappingini fer at laga seg. Higartil hevur talan longu verið um eitt bronsu- merki í liðkappingini. Megna vit eisini at fáa heiðursmerki í einstaklinga- ella double- partinum av kappingini, verður talan helst um bestu leikirnar nakran tíð fyri føroyskt borðtennis. FERÐSLUTRYGD Jakup/Jens Kristian Lerwick. Bogi. Hava kappsúkklur nakra ringi- klokku? Eg meini so við, at tit eru ofta í ferðsluni, tá tit súkkla. - Nei. Tað hava tær ikki. Men vit tiva so hart, at tey flestu hoyra okkum, áð- renn tey síggja okkum. Ha, ha. - Vit súkkla jú aloftast á avbyrgdum økjum, so hóast tað er á vegnum, so er eingin ferðsla, tá kappingar eru. Men tit venja jú eisini, og tá er løgreglan ikki og ansar eftir tykkum. Og forrestin, so sær heldur ikki út til, at tit hava nakað endurskin. - Nei. Tað hevur tú kanska rætt í. Hesar kappingarsúkklurnar eru kanska ikki heilt lógligar, tá talan er um súkkling í ferðsluni, men tað mást tú ikki skrva. Hinvegin eru onkrar venjignarsúkklur, sum hava endurskin, so kanska man skuldi brúkt tær meira. Kundu tit ikki eisini havt okkurt slag av endur- skini við tykkum, tá tit súkkla eitt myrkt heysta- rkvøld, um so er, at tað er kappingarsúkklann, sum verður nýtt? - Jú. Vit kundu kanska havt eitt í reyvarlumman- um! Bogi Kristiansen Tiva so tað hoyrist Thomas Rasmussen er styrkismettur sum fremsti borðtennisspælarin á oyggjaleikunum. Saman við Kjartani Eli Hentze er hann eisini partur av sterkasta double parinum á mannfólkasíðuni Føroyskir favorittar Rógvi Mohr verður roknaður sum eitt av heilt sterku føroysku kortunum í recurve-skjóting. Í FITA-runduni gjørdist talan tó »bara« um eitt fjórða pláss, men vónin er, at tað skal bera til at fáa heiðursmerki í head-to-head kappingini Stór finaluumboðan