fríggjadagur 15. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • fríggjadagur • 15. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Liverpool, Anfield og
milliónirnar hjá HB
druknaðu í váta veðr-
inum á Tórsvølli
mikukvøldið, tá ið
HB í einum tættum
dysti tapti fyri lita-
viska Kaunas, tí litav-
arnir vóru nógv meiri
avgjørdir framman
fyri málinum.
CHAMPIONS LEAGUE
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í upptaktini til dystin miku-
kvøldið segði HB-venjarin,
Heine Fernandez, her í
blaðnum, at tað mest um-
ráðandi var at halda kon-
sentratiónini frá byrjan av
dystinum, soleiðis at teir
ikki gjørdu nøkur mistøk
beinanvegin.
Men
ikki
gongur altíð, sum prestur
prædikar, og byrjanin upp á
dystin gjørdist ein sonn
marra fyri HB.
Møguleikarnir vóru
har
HB hevði styrkt seg til
dystin við tveimum dønum,
Jan Larsen og Martin H.
Nielsen, og teir báðir vóru
við frá byrjan. Jan Larsen
var á vinstra miðvølli, og
hetta hevði við sær, at Tór-
Ingar Akselsen var koyrdur
út á bonkin. Martin H.
Nielsen var í miðverjuni
saman
við
Johannes
Joensen, og tað noyddi
Rasmus Nolsøe út á bonkin.
Umstøðurnar at spæla
fótbólt vóru ikki av teimum
bestu, tí tað hevði regnað
illa ein stóran part av miku-
degnum, og Tórsvøllur var
tí rættuliga bleytur og hálur.
Hetta hevði við sær, at
spælararnir til tíðir høvdu
ilt við at standa á beinun-
um, og váti vøllurin gjørdi
eisini sítt til, at nógvir tak-
lingar
blivu
rættuliga
ófantaligar.
Sum
áðurnevnt
fekk
Kaunas eina dreymabyrjan
upp á dystin, tá ið teir
løgdu seg á odda longu í1.
minutti. Verjan hjá HB var
ikki komin upp á pláss, og
so gjørdist vinstri miðvall-
arin Velicka leysur ígjøgn-
um í vinstru síðu, og hann
sendi
framvið
Bárði
Johannesen til 1-0.
Hetta var ein vátur vøttur
hjá HB at fáa, men tað skal
sigast, at havnarmenninir
fullu ikki í fátt, og tað var
eisini um reppið, at teir
javnaðu, tá ið fimm minutt-
ir vóru leiktir. Annar danin,
Jan Larsen, sendi ein bólt
úr vinstru síðu yvir í høgra
borð til Jákup á Borg, sum
sendi inn í málteigin, har
Rókur av Fløtum Jespersen
kom at standa væl fyri.
Men Rókur var ikki nóg
kvikur, og tá ið hann skeyt,
vóru verjan og málverjin
hjá Kaunas komin upp á
pláss og fingu vart fyri.
Stokkut gleði
Um miðjan fyrra hálvleik
økti Kaunas um leiðsluna
hjá sær, og tað var enn eina-
ferð Velicka, sum var upp á
spæl, tá ið hann kom at
standa væl fyri eftir eitt
sindur av tilvildarligum
spæli kring HB-brotsteigin
og sendi í netið til 2-0.
Heimaliðið svaraði tó
skjótt aftur, tí longu fýra
minuttir seinni minkaðu teir
um munin. Janus Joensen
legði ein bólt inn í brots-
teigin hjá Kaunas, og har
var málverjin hjá litavunum,
Kurskis, og misti bóltin úr
hondunum, og so var Hans á
Lag skjótur og trillaði í
tóma netið til 1-2.
Hetta málið gav HB eitt
sindur av vón, men tað gekk
ikki so long tíð, áðrenn
Kaunas aftur var upp á spæl.
Litavarnir fingu eitt horna í
vinstru síðu, sum var sent
yvir í handaru síðu av
brotsteiginum,
áðrenn
bólturin endaði mitt fyri
aftur, har Klimek fekk beint
í málið, og Kaunas hevði
aftur eina tvey-máls leiðslu.
Í seinna hálvleiki legði
HB eitt ávíst trýst á litavar-
nar, og tað munaði eisini, at
heimaliðið við Bárði Mort-
anssyni, ið kom á vøllin í
steðginum, hevði fingið ein
skjótan leikara í álopið.
Tá ið eitt korter var leikt
av seinna hálvleiki, kom
Tór-Ingar Akselsen á vøllin
fyri Hall Danielsen, og sam-
stundis skifti HB frá at leika
4-4-2 til 3-4-3, og hetta gav
úrslit beinanvegin. Jákup á
Borg kastaði eitt innkast í
høgru síðu heilt frammi við
hornaflaggið, sum bleiv
longt inn í málteigin, har
Hans á Lag sendi bóltin inn
um málstrikuna, og so var
aftur bert tað eina málið á
muni.
Men gleðin var stokkut
hjá HB, tí longu minuttin
eftir økti Zelmikas til 4-2
fyri Kaunas, tá ið hann
fluktaði eitt frísparksinnlegg
upp undir tvørstongina og
ínetið.
Havnarmenninir royndu
framvegis at trýsta, men tað
tóktist sum um, at málið til
4-2 hevði punkterað teir eitt
sindur, og so hendi ikki
stórvegis annað seinastu
løtuna, burtursæð frá at
norski dómarin helt fram
við at tveita um seg við
gulum kortum.
10 gul kort
Tann maðurin, ið var mest í
fokus á Tórsvølli miku-
kvøldið, var norski dómar-
in, Brage Sandemoen, sum
býtti ikki færri enn 10 gul
kort út.
Í flestu førunum var talan
um ávaringar, ið vóru latnar
fyri ov seinar taklingar,
sum blivu framdar, tí at
vøllurin var so ómetaliga
vátur. Men tað var eisini
mangan, at menn høvdu
hug at bresta saman, og
leikararnir hjá HB vóru alt
annað enn nøgdir við av-
rikið hjá norska dómaran-
um. Undir dystunum royndi
onkur av leikarunum hjá
HB at siga við norska dóm-
aran, at tað vóru altso tvey
lið á vøllunum.
At Brage Sandemoen
kanska var í so blíður við
gestirnar úr Litava, er væl
møguligt, men tað var sum
so ikki nakað at rópa hart
um, tí heimligu spælararnir
høvdu hug til at verða nakað
ófantaligir í nærdystunum.
Tað gjørdist rættuliga
dramatiskt, tá ið dysturin
var bríkslaður av, tí knappi-
liga bleiv áfast millum
Vagn Mohr Mortensen og
ein litaviskan spælara, og
Vagnur reyk um koll. Dóm-
arin rópti bæði litavan og
Vagn til sín, og báðir fingu
gula kortið. Tíverri fyri
Vagn og HB, hevði hann
fingið eitt gult kort fyrr í
dystinum,
so
at
hetta
merkti, at Vagnur eisini
fekk reyða kortið at síggja,
og hann verður tí ikki við í
Litava í næstu viku, har HB
tykist hava eina ómøguliga
uppgávu.
Dreymurin druknaði í dropunum
Nógvir harðir nærdystir vóru í dystinum millum HB og Kaunas mikukvøldið. Her er tað Kári Nielsen, sum hevur gott tak í
einum av litavisku leikarunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað gjørdist rættuliga dramatiskt eftir dystin, tá ið áfast bleiv millum Vagn Mohr Mortensen og ein litava. Vagnur reyk um koll, og dómarin valdi at geva bæði litavanum og Vagni gula kortið.
Tíverri fyri HB hevði Vagnur eitt gult kort frammanundan, og hann fekk tí eisini reyða kortið.
Myndir: Álvur Haraldsen