Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kolumbiumaðurin Juan Pablo Montoya vann formel 1 koyringina á Silver- stone, og fekk endi- liga gongd aftur á, eftir at hann skifti frá Williams til McLaren. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sigurin varð tikin longu í byrjanini. Takuma Sato steðgaði upp í sínum BAR- Honda, og trygdarbilurin kom á breytina í tvær um- ferðir, tá byrja var aftur, var Montoya á odda, hann var farin framvið Button í sjálvari byrjanini og hevði yvirhálað Alonso, áðrenn trygdarbilurin kom á breyt- ina.. Hann gav bert odda- sessin frá sær, tá hann fór í pitt at fylla bensin á. Men megnaði báðu ferð at fáa plássið aftur, tá kappingar- neytarnir sjálvir fóru í pitt. Fernando Alonso var beint í hølunum á Montoya alla koyringina, men megn- aði ikki at taka fyrsta pláss- ið, hóast hann fór í pitt aft- an á Montoya báðu ferð. Hetta er ofta ein fyrimunur, tí ein við einum lættari bili kann koyra nakrar skjótar umferðir, og soleiðis sleppa sær framvið hinum bilin- um. Báðu ferðirnar rendi Alonso seg í ferðslu, og var sostatt seinkaður. Enn einaferð var tað tó finski Kimi Räikkönen, sum var størsta stjørnan. Hann koyrdi av einum tólvta plássi upp á eitt triðja pláss. Hann lá leingi aftan fyri Michael Schumacher og Jarno Trulli og misti so- statt nógva tíð. Motorurin hjá finnanum gekk fyri leygarmorgunin, og hann varð fluttur av aðru byrjun- arstøðu, sum hann kvalifis- eraði seg á, tíggju pláss aftur til tólvtu byrjunar- støðu. Finnin vísti eisini oddafiskinum í HM kapp- ingini Fernando Alonso, at hann ikki skal kenna seg tryggan, tá Räikkönen yvir- hálaði unga spaniumannin tvey sving áðrenn Räikkön- en skuldi í pit. Hetta var ein heilt óneyðug yvirháling, men vísti Alonso hvussu lætt, tað kann gerast. Giancarlo Fisichella í Renault koyrdi eina flotta koyring, og lá til at fáa triðja pláss, inntil hann steðgaði upp, tá hann skuldi koyri út úr pittinum aðru ferð. Hetta kostaði nógv sekund, og gav Kimi Räikkönen steypið fyri triðja pláss, og tað eyka stigið, sum heldur eitt lítið sindur meira av lívi í HM kappingini. Júst eins og í Fraklandi, lá Jarno Trulli og hansara Toyota, sum eitt slag av proppi rættuliga frammaliga í koyringini. Jarno Trulli er ein tann besti formel 1 koyrarin, tá tað snýr seg um at koyra eina umferð í tíðarkoyringini. Tí byrjar hann altíð frammaliga. Men við einum bili, sum ikki er serliga kappingarførur, liggur Trulli og forðar og seinkar øðrum bilum, sum eru skjótari men ikki so skjótir, at teir fáa yvirhálað. Hetta gekk útyvir Michael Schumacher í Fraklandi og aftur hesuferð, men nú gekk tað eisini útyvir Kimi Räikkönen. Trulli hevur í vikuni funnist hvassliga at Toyota liðnum fyri at vera eftir- bátar, tá tað snýr seg um at menna bilin. Høvuðssnið- gevin og tøkniligi stjórin hjá Toyota Mike Gascoyne hev- ur vart seg við, at liðið er so nýtt og óvant við at verða uppi í stuttliga endanum í kappingini, og at hetta gevur onkrar trupulleikar, men at hesir verða loystir. 19 av teimum 20 bilunum sum byrjaðu í dag komu á mál, og hetta er nærum óhoyrt.Vanliga eru tað altíð nógvir bilar, sum steðga upp ella koyra útav. Chris- tian Klien í Red Bull koyrdi aftur í dag fleiri ferð útav, men seinastu tíðina hevur ungi eysturríkarin koyrt so ofta útav, at hetta ikki longur er ein trupulleiki, royndirnar gera, at hann altíð megnar at fáa bilin inn aftur á breytina. Bretin í BAR-Honda Jenson Button, fekk aðru byrjunarstøðu á heima- breytini, og nógvu fjeppar- arnir vónaðu at síggja henda dámliga unga mannin á sigurskammilin- um, men hetta varð ikki so. BAR-Honda hava ikki ein heilt kappingarføran bil, og tá allir kappingarneytarnir megna at koma á mál, so er eitt fimta pláss meira enn gott hjá Button. Eingin kundi vænta, at hann fór at blanda seg millum Mc- Laren og Renault bilarnar. Koyringin var nógv merkt av sorgarleikinum í London hósdagin. Trygdar- átøkini vóru nógv, og øll fólk vóru kannaði, áðrenn tey sloppu inn á breytina, tó gekk hetta arbeiðið væl, og uttan stórvegis seinkingar. Okkurt av teimum bretsku liðunum hevði mála eina svarta striku á bilin, fyri at minnast tey, ið fórust í álopinum. Somuleiðis var friður hildin í ein minutt undan koyringini. 20 Nr. 133 - 15. juli 2005 HB - FBK Kaunas 2-4(1-3) 0-1 Andrius Velicka 1. 0-2 Andrius Velicka 24. 1-2 Hans á Lag 28. 1-3 Arkadiusz Klimek 34. 2-3 Hans á Lag 61. 2-4 Irmantas Zelmikas 62. HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen(Tór-Ingar Akselsen 60.), Johannes Joensen, Martin H. Nielsen, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Jan Larsen - Rókur av Fløtum Jespersen(Bárður Mortansson 46.),Hans á Lag(Vagnur Mohr Mortensen 73.) Kaunas: Eduardas Kurskis - Tomas Kancelskis, Irmantas Zelmikas, Mindaugas Baguzis(Dainius Kunevicius 73.), Nukri Manchkhava - Eimantas Poderis, Givi Kvaratskhelia(Tadas Papeckys 46.), Giedrius Baravicius, Andrius Velicka - Arkadiusz Klimek(Arturas Rimkevicius 73.),Tomas Tamosauskas Gult kort: Hans á Lag, Hallur Danielsen, Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Vagnur Mohr Mortensen - Nukri Manchkhava, Givi Kvaratskhelia, Eimantas Poderis, Irmantas Zelmikas Reytt kort: Vagnur Mohr Mortensen Dómari: Brage Sandemoen(Noreg) Linjuverjar: Odd-Jarle Larsen og Jan Petter Randen 4. dómari: Stig Rune Krokdal Áskoðarar: uml. 500 FAKTA UM DYSTIN HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, var ein vónbrotin maður eftir dystin móti Kaunas mikukvøldið, tí eftir hansara tykki kundi úrslitið verið væl betur. CHAMPIONS LEAGUE Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rúni var serliga vónbrotin av byrjanini upp á dystin, har Kaunas legði seg á odda, longu tá ið ein minuttur var leiktur. - Vit byrja øgiliga illa. Hatta var tað, sum ikki mátti henda, men vit eru allarhelst ikki 100 prosent klárur, tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd, og tað kostar, segði Rúni Nolsøe eftir dystin. HB-liðskiparin helt ikki, at liðið úr Kaunas var nógv betur enn føroyameistarar- nir, men at litavarnir vóru nógv effektivari framman fyri málinum. - Vit skora ikki upp á teir møguleikar, ið vit hava. Tað noyðast vit at gera, tí teir skora upp á næstan allar sínar møguleikar. Eg haldi, at teir vóru rættuliga vanda- miklir upp á kontra. Vit vóru væl við í dystinum og fingu eitt sindur av vón, tá ið vit skoraðu til bæði 1-2 og 2-3, men tá ið teir skora til 4-2, beint eftir at vit hava minkað um munin, haldi eg, at vit punkteraðu, segði Rúni Nolsøe. At møguleikin fyri at røkka næsta umfarinum, Liverpool og Anfield, nú er horvin, er neyvan nakað dulsmál, og Rúni Nolsøe vísir hesum heldur ikki aftur. - Nú ræður um hjá okkum at fara yvir til Litava og gera ein góðan figur, men vit vita, at tað verður ringt á útivølli, sigur HB-liðskiparin. HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, var als ikki nøgdur við úrslitið mikukvøldið, tí hann helt ikki, at nakar serligur munur var á liðunum báðum. Mynd: Álvur Haraldsen Rúni Nolsøe: - Ikki gott nokk HM fyri koyararar 1 Fernando Alonso 77 2 Kimi Raikkonen 51 3 Michael Schumacher 43 4 Jarno Trulli 31 5 Rubens Barrichello 31 6 Juan-Pablo Montoya 26 7 Nick Heidfeld 25 8 Giancarlo Fisichella 25 9 Ralf Schumacher 23 10 Mark Webber 22 HM fyri lið Renault F1 102 McLaren-Mercedes 87 Scuderia Ferrari 74 Toyota Racing 54 BMW WilliamsF1 47 Red Bull Cosworth 22 Sauber Petronas 13 Jordan Toyota 11 BAR Honda 9 Minardi Cosworth 7 Montoya vann á Silverstone Nr. Koyrari Land Bilslag Tíð 1. Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 2. Fernando Alonso Spania Renault 2,7 sekund 3. Kimi Räikkönen Finnland McLaren-Mercedes 14,4 sekund 4. Giancarlo Fisichella Italia Renault 17,9 sekund 5. Jenson Button Ongland BAR-Honda 40,2 sekund 6 Michael Schumacher Týskland Ferrari 75,3 sekund 7. Rubens Barrichello Brasilia Ferrari 76,5 sekund 8. Ralf Schumacher Týskland Toyota 79,2 sekund 9. Jarno Trulli Italia Toyota 80,8 sekund 10. Felipe Massa Brasilia Sauber-Petronas 1 umferð 11. Mark Webber Avstralia Williams-BMW 1 umferð 12. Nick Heidfeld Týskland Williams-BMW 1 umferð 13. David Coulthard Skotland Red Bull Racing 1 umferð 14. Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 1 umferð 15. Christian Klien Eysturríkið Red Bull Racing 1 umferð 16. Takuma Sato Japan BAR-Honda 2 umferðir 16. Tiago Monteiro Portugal Jordan-Toyota 2 umferðir 17. Christijan Albers Holland Minardi-Cosworth 3 umferðir 18. Patrick Friesacher Eysturríkið Minardi-Cosworth 4 umferðir 19. Narain Karthikeyan India Jordan-Toyota (kom ikki á mál) Montoya fekk sín fimta sigur, hetta var tann fyrsti síðan hann skifti frá Williams til McLaren