Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 15. juli 2005 21 Herfyri skipaði Føroyinga- felagið í Reykjavík yri kvøldsetu í IOGT Losjuni á Havnafjørðinum. Stór fjøld av útisetum í Islandi var møtt upp til kvøldsetuna, tí bæði Vestmanna Kirkjukór við sínum 40 sangarum og Havnar Dansifelag við sínum 30 sangarum komu á vitjan. Ítróttahátíð Føroya Okkum tørvar eina ítrótta- hátíð í Føroyum. Tað verður ikki nóg mikið at dúva upp á Oyggjaleikir í útlondum annaðhvørt ár. Vit mugu eisini hava leikir heima hjá okkum sjálvum. Sagt verður, at Oyggja- leikirnir eru so stórir nú, at vit klára ikki at hýsa teimum. Tað er ein meting. Men tað er ikki vist, at hon er røtt. Oyggjaleikirnir geva fleiri ítróttagreinum teirra einastu veruligu avbjóðing- ar. Men tað elvir ikki til nóg støðuga íðkan, at tvey ár eru millum leikirnar. Her má okkurt gerast til tess at fáa meiri javnvág í íðk- anina. Tað er ikki óhugsandi, at einir føroyskir millumleikir annaðhvørt ár høvdu bøtt um støðuna. Skipað kundi til dømis verið fyri eini ítróttarhátíð á hvørjum sumri, tá Oyggjaleikir ikki eru. Hendan hátíð eigur eitt nú at hava til endamáls at geva teimum ítróttagrein- um, sum einans ella eina- mest eru frammi á Oyggja- leikunum annaðhvørt ár, nakað at stremba fram ímóti hini árini. Hátíðin kann eisini gerast til eina størri ítróttastevnu, har aðrar ítróttagreinir skipa fyri mótum í sínum ítróttagreinum. Luttakarar í hesum mótum verða í stóran mun føroyingar, men luttakarar úr útlondum eiga eisini at sleppa upp í part. Úr útlondum kundu verið boðin ítróttafólk og ung- dómar úr londum, sum Før- oyar hava gott ferðasam- band við. Tey eru til dømis Ísland, Skotland, Hetland, Noreg og Danmark. Hátíðin kann haldast eftir einari viku ella spjaðast yvir t.d. allan juli mánaða. Í summum ítróttagreinum verður dentur lagdur á elit- una, meðan aðrar leggja dent á ungdóm. Skipað verður fyri á pro- fessionellum stigi við sum mest av sjálvbodnari ar- beiðsmegi aftrat at fyrireika og avgreiða. Luttakararnir gjalda eitt ávíst luttøkugjald sum íkast til at fáa hátíðina at mala runt fíggjarliga. Byrjast kann í smáum við einum royndartiltaki næsta ár, og so kann tann fyrsta ítróttarhátíðin fara av bakkastokki í 2008. Eitt slíkt átak fer at hava týdning fyri føroyskan ítrótt sum heild og kann eisini gerast ein týðandi liður fram ímóti at skapa umstøður til Oyggjaleikir aftur í Føroyum. Høvuðsstaðurin er óivað førur fyri at bjóða seg fram at hýsa hesi ítróttahátíð við leikvøllum, ítróttarhúsum og innivisti í húsum, sum ikki eru í vanligari nýtslu um summarið. Tað er nattúrligt, at Tórs- havnar Ítróttarráð og Ítrótta- samband Føroya við sínum sersambondum standa aftanfyri eina slíka ítróttar- hátíð, ið eigur at vera aftur- vendandi, men kann verða skipað í ymsum sniðum. Lat okkum fara at hyggja upp á hetta. Føroyingafelagið í Reykjavík vitjan úr Føroyum Beint eftir tað fór Havnar Dansifelag uppá gólv, har Niels á Velbastað og aðrir góðir kvøðarar skipau fyri. Hetta var ein sera hugalig løtu frætta vit úr Íslandi Vestmanna Kirkjukór hevði fingið eina serliga innbjóðing til føroyskar dagar í Ólavsvík, frá Kirkjukóri ólavsvíkur Eisini Hanar Dansifelag luttók á føroysku døgunum í Ólavsvík. Kvøldsetan byrjaði við at Elin Wang formaður beyð vælkomin og síðani fóru Vestmanna Kirkjukór at syngja nakrar sangir, sum Erla Olsen kórleiðari leiddi