fríggjadagur 15. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 133 - 15. juli 2005
Skógareldar
og vatnflóð
Summarið roynist sera
ymiskt
á
evropeiska
meginlandinum. Í Portu-
gal og Spania standa stór
skógarøki í ljósum loga,
samstundis sum áirnar í
Miðevropa eru farnar
langt upp um bakkarnar
eftir gloprarregn.
Veðurmenninir
í
Portugal og Spania hava
teir seinastu dagarnar
ávarað um, at ein hita-
bylgja var á veg, og í gjár
fór hitin nógvastaðni upp
um 40 stig. Tað ger tað
ikki lættari hjá sløkkilið-
unum at basa skógar-
eldunum, sum longu hava
oyðilagt stór øki har
norðuri í Portugal og í
sponsku landspørtunum
Valencia og Catalonia.
Tann nógvi hitin kemur
úr Norðurafrika, og portu-
gisiskir og spanskir lækn-
ar hava ávarað tey eldru
ímóti
hitanum.
Fyri
tveimum árum síðani
doyðu fleiri túsund fólk í
Spania, Portugal, Frak-
landi og Italia av einari
hitabulgju,.
Í Eysturríki, Sveits og
har suðuri í Týsklandi
hevur tað regnað so illa, at
áirnar Donau, Inn, Isar og
Salzach eru farnar langt
upp um bakkarnar. Í
Eysturríki hava myndug-
leikarnir ávarað um vatn-
flóð, og í býnum Mittersil
stóðu fleiri gøtur undir í
vatni í gjár.
Einki um
Norrønu
Tey, sum koma við bili til
Bergen og skulu við
ferjuni til Hirtshals, hava
ongar trupulleikar við at
finna, tí fleiri vegaskelti
siga, hvønn veg tey skulu
koyra fyri at koma oman
til ferjuna.
Men skulu tey við ferju
til Hanstholm, er støðan
øðrvísi, tí har eru eingi
vegaskelti,
sum
siga,
hvussu tey so skulu koyra,
skrivar Bergens Tidende,
sum leggur afturat, at tað
sama er galdandi, um fólk
skulu til Lerwick ella til
Føroya við Norrønu.
Á Fjord Line, sum
hevur rutu til Hanstholm,
eru tey sjálvandi misnøgd
við tær vantandi upplýs-
ingarnar. Ein talsmaður
hjá vegamyndugleikunum
sigur
við
Bergens
Tidende, at myndugleik-
arnir hava lovað Fjord
Line at seta fleiri skelti
upp, men at pengar eru
ikki tøkir til tess júst nú.
Ger film um
Mossad
Tann kendi merikanski
filmleikstjórin
Steven
Spielberg er í ferð við at
gera ein film, ið snýr seg
um,
hvussu
ísraelska
fregnartænastan Mossad
beindi fyri fleiri palestin-
um, sum sambært ísraels-
monnum høvdu havt sam-
band við álopið á tey
ísraelsku ítróttarfólkini á
teimum olympisku leik-
unum í Múnchen í 1972.
Álopið
kostaði
ellivu
ísraelsmonnum lívið.
Steven Spielberg er
sjálvur jødi, men í Ísrael
og
aðrastaðni
finnast
fleiri at avgerð hansara at
gera ein film um avrætt-
ingarnar
hjá
Mossad.
Millum annað eru ísraels-
menn bangir fyri, at hann
skal avdúka ymiskt, sum
helst
eigur
at
verða
gloymt. Eitt nú myrdi
Mossad ein ósekan norsk-
an tænara, tí teir hildu
hann vera ein av álops-
monnunum.
Tann nýggi filmurin hjá
Spielberg hevur fingið
heitið "Hevnd", og hand-
ritið byggir á bókina við
sama navni, sum høvund-
urin George Jones gav út í
1984.
Hørð
revsing
Fyrrverandi
stjórin
í
amerikonsku stórfyritøk-
uni WorldCom, Bernard
Ebbers, hevur fingið 25
ára fongsul fyri sín lut í
svikgøluni, sum bar í sær,
at
fyritøkan
fór
av
knóranum.
Tað
var
dómarin
Barbara Jones, sum feldi
dómin
fyrradagin.
Frammanundan
hevði
Bernard Ebbers kravt, at
rættarmálið skuldi ganga
umaftur, men tað vildi
dómarin ikki ganga við
til. Hon legði afturat, at
hevði tann ákærdi fingið
linari revsing, enn hann
fekk, hevði revsingin ikki
staðið mát við hansara
brotsverk.
Tann 15. mars bleiv tann
63 ára gamnli Bernard
Ebbers dømdur sekur í
roknskaparsviki fyri til-
samans ellivu milliardir
dollarar. Tað var Ebbers,
sum stovnaði WorldCom,
sum seinni gjørdist heims-
ins størsta telefyritøka,
men svikið koyrdi fyri-
tøkuna á heysin.
Oljupallurin Thunder
Horse hjá BP fekk
stóra slagsíðu, tá
ódnin Dennis herjaði
í Meksikanska
Flógvanum.
ÓDN
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Enn er ikki greitt, hvussu
tað kundi bera til, at tann
stóri pallurin legði seg á
liðina, og kanningar av
skrokkinum
hava
ikki
avdúkað nakran veikleika,
sigur
amerikanska
sjóverjan.
Thunder Horse er tann
størsti oljupallurin í Meksi-
kanska Flógvanum. Hann
var ikki byrjaður at taka
olju upp, tá ódnarveðrið
brast á, og nú liggur hann
við so stórari slagsíðu, at
ein partur av dekkinum
liggur undir í sjógvi. Í gjár
var ikki greitt, um tað ber
til at rætta pallin uppaftur,
men
sum
hava
barla-
stpumpurnar ikki fingið
skaða.
Eingin var á pallinum, tá
óhappið hendi, tí BP, sum
rekur pallin, hevði gjørt av
at flyta fólkið av honum,
áðrenn ódnarveðrið brast á.
Seinni boðaði eitt skip frá,
hvat var hent.
Tað er eisini ein stórur
spurningur, um Thunder
Horse fer undir framleiðslu
í hesum árinum. Ætlanin
var annars, at hann skuldi
byrja seinni í ár, og at hann
skuldi framleiða 240.000
tunnur av olju um dagin.
Tað svarar til umleið ein
sjeyndapart
av
allari
oljuframleiðsluni í Meksi-
kanska Flógvanum.
Óhappið kann eisini fáa
fíggjarligar avleiðingar, tí
sambært BP kostar Thund-
er Horse næstan sjey milli-
ardir krónur.
Manningin á
rúmdarferjuni
Discovery var komin
umborð, tá
teknikararnir funnu
eitt brek.
RÚMDARFERÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tey sjey rúmdarfólkini
vóru komin at sita umborð
á Discovery, tá teknikarar-
nir á Cape Canaveral í
Florida varnaðust, at ein
brennievnimátari virkaði
ikki, sum hann skuldi. Tí
var einki annað at gera enn
at biðja manningina fara
útaftur og at útseta ferðina.
Leiðslan í NASA segði í
gjár, at Discovery verður
ikki skotin út í rúmdina fyrr
enn í fyrsta lagi mánadagin.
Men teknikararnir hava
skund, tí eydnast tað ikki at
fáa rúmdarferjuna avstað í
seinasta lagi tann 31. juli,
má ferðin útsetast til 9.
september, tí tá kann ferjan
aftur fáa samband við
altjóða rúmdarstøðina.
Ferðin hjá Discovery er
tann fyrsta, síðani ferjan
Columbia sprongdist uppi
yvir Texas tann 1. februar í
2003. Hesi tvey árini hava
teknikararnir hjá NASA
roynt at bøta allar hugsandi
veikleikar, men kortini
hava teir funnið trý brek
umborð á Discovery hesa
vikuna. Fyrst høvdu teir
trupulleikar
við
einum
lufttanga,
síðani
var
skjøldurin á einum vind-
eyga í ólagi, og nú seinast
virkaði tann eini brenni-
evnimátarin ikki, sum hann
skuldi.
Endamálið við ferðini hjá
Discovery er í fyrsta lagi at
royna trygdartiltøkini, sum
eru sett í verk eftir vanlukk-
una við Columbia, men
ferjan skal eisini flyta ymsa
útgerð upp til altjóða
rúmdarstøðina.
Sjey fólk verða við
Discovery, og ein kvinna er
leiðari. Tað er Eileen
Collins, sum eisini var úti í
rúmdini í 1999.
Oljupallur fekk slagsíðu
Útsett í síðstu løtu
Hóast NASA hevur brúkt tvey ár til at bøta um trygdina umborð á Discovery, hava
teknikararnir funnið trý brek seinastu tríggjar dagarnar.
UTTAN ÚR HEIMI