fríggjadagur 15. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • fríggjadagur • 15. juli 2005 • 79. árg.
Kappingin um kund-
arnar í mini-klassan-
um harðnar alla tíð-
ina. Nú eru Volkswag-
en komnir við einum
ektaðum Fólkavogni,
VW Fox, sum er
einfaldur og
orkusparandi
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Við VW Fox er Volkswag-
en-konsernin komin við ein
veruligum Fólkavogni -
einum bili til fólkið, sum
eisini
var
upprunaliga
ætlanin, tá fyrsti Fólka-
vognurin kom á marknaðin
fyri meira enn 60 árum síð-
an. Filosofiin hjá VW er, at
Fox skal vera bíligur og
orkusparandi.
Fox er ein 4-persónabilur
við trimum hurðum. Hann
er umleið 30 cm longri, 3
cm breiðari og næstan 10
cm hægri enn VW Lupo.
So talan er um ein væl
størri bil. Tað at bilurin er
hægri, merkist serliga við
at setrini sita høgt og út-
sýnið gott allar vegir. Rattið
kann stillast bæði í hædd og
aftur og fram, so lætt er at
finna sær ta heilt røttu
koyristøðuna.
Elektromekaniska servo-
stýringin hevur tann fyri-
mun, at hon alla tíðina lag-
ar seg til ferðina. Undir-
vognurin virkar væl, 14"
hjól eru standard, og bilurin
er stúttur og koyrieginleik-
arnir góðir. Hóast Fox er
sum gjørdur til býkoyring,
virkar hann ikki so lítil at
koyra, tí koyrieginleikarnir
eru sum á einum nógv
størri bili.
DK-pakki
Fox fæst við tveimum
ymiskum bensinmotorum:
1,2 litur við 55 hk og 1,4
litur við 75 hk. Av trygdar-
útgerð kunnu vit nevna, at
bilurin hevur airbag framm-
an og í síðunum, og 1,4
útgávan hevur ESP sum
standard. Við øll fýra siti-
plássini eru 3-punkts trygd-
arbelti og nakkastúttur. Um-
framt aðra eykaútgerð fæst
Fox við DK-pakkanum við
t.d. el-síðuspeglum v. hita,
el-síðurútum framman, og
fjarstýrdum sentrallási.
Ikki minni enn seytjan
ymisk pláss eru til at leggja
leysar lutir frá sær á. Ein
rúmlig skuffa er eisini undir
førarasetrinum.
Millum
baksetrini er ein boks við
eini hill og kopphaldarum.
Viðførisrúmið er 260 litrar,
men við baksetrunum løgd
niður verður tað 1.016 litrar.
VW Fox kann síggjast og
roynast hjá Bilasøluni í
Hoyvík, og prísirnir byrja
við kr.143.000,- fyri ein 1,2
litur við 55 hk.
Fox er ein veruligur Fólkavognur
VW Fox er ein ektaður Fólkvognur. Talan er um ein 4-persónabil við trimum hurðum
VW Fox innan. Rattið kann stillast bæði í hædd og aftur og fram, so lætt er at finna sær ta heilt
røttu koyristøðuna
Einfalt og smart design. 14" hjól eru standard
VW Fox 1,2
Motorurin
1,2 litur 4 syl. bensin 55 hk
0-100 km/t
17,5 sek
Bensinnýtsla
16,4 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
165/70-14
Stødd og vekt
Longd
382,8 cm
Breidd
166,0 cm
Hædd
154,4 cm
Eginvekt
975 kg
Viðførisrúm
260 litrar
Prísur
kr. 147.000,- (við DK-pakka)
Søluumboð
Bilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo