Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 15. juli 2005 27 Nýggi Bentley Continental Flying Spur, við W12 motori og 560 hk, koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,2 sekund, toppferðin er 312 km/t, og bilurin vigar 2,5 tons. Talan er um heimsins skjótasta sedan BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í mong ár vóru Bentley og Rolls-Royce so gott sum somu bilar. Bentley var sportsliga útgávan av Rolls- Royce. Í dag hoyra Rolls- Royce til BMW, og Bentley til VW-konsernina. Í hesum mánaðinum kemur ein heilt nýggjur Bentley Continental Flying Spur á marknaðin. Bilurin vigar 2,5 tons, hevur W12 motor við tveimum turbo- løðarum og 560 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,2 sekund, og toppferðin er 312 km/t. Skivubremsurnar eru tær størstu, sum nakrantíð eru gjørdar til ein standardbil. Hann hevur t.d luftfjaðra- skipan og verður drivin av øllum fýra hjólunum. Bentley Continental Fly- ing Spur er útgjørdur við øllum tí nýggjasta, sum finst innan kabinutekno- logi - har manglar einki. Designið innan er ein blandingur av gomlum enskum stíli og tí heilt nýggja. Nakað sum vit t.d. kenna frá Rover 75. Enn verða Bentley fram- vegis gjørdir í Onglandi, men ætlanir eru frammi um at flyta partar av fram- leiðsluni til eina VW- verksmiðju Dresden í Týsk- landi, har t.d. luksusbilurin VW Phaeton verður gjørdur. Í Danmark kostar ein Bentley Continental Flying Spur umleið 3,7 mill. krónur. Uttan avgjøld er prísurin 1.090.000,-. Bentley Continental Flying Spur: Heimsins skjótasti sedan Bentley Continental Flying Spur Motorurin 6,0 litur W12 48V 560 hk bensin v. biturbo 0-100 km/t 5,2 sek Toppferð 312 km/t Dekkstødd 275/40-19Z Stødd og vekt Longd 531,0 cm Breidd 212,0 cm Hædd 148,0 cm Eginvekt 2.475 kg Viðførisrúm 475 litrar Prísur umleið kr.3.700.000,- (í Danmark) Nýggi Bentley Continental Flying Spur við W12 motori og 560 hk Designið er elegant og smart. Bentley Continental Flying Spur er heimsins skjótasti sedan Útgávan við 4 sitiplássum og gardanboks millum setrini. Bentley Continental Flying Spur er útgjørdur við øllum tí nýggjasta, sum finst innan kabinuteknologi - har manglar einki