Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Nr. 133 - 15. juli 2005 Neyðars Dennis Hesin filmurin býður uppá krunkasvart skemt. Terry Gilliam hevur leikstjórnað og Michael Palin er í høv- uðs-leiklutinum. Hesir báðir vóru partur av mann- ingin á Monty Python, ið borgaðu fyri ørligum skemtisendingum og film- um sum t.d. Life of Brian. Í "Neyðars Dennis" eru vit í tí myrkastu miðøldini, og eitt ræðuligt ódjór drepur og oyðileggur í kongaríkin- um hjá honum, ið tey kalla Bruno Kongur Hin Ivingar- sami. Uppøstir profetar og grískir vinningskallar royna at gera sær dælt av ræðsluni millum fólk. Mitt í øllum hesum setir Bruno Kongur Hin Ivingarsami sær fyri at halda eina ridd- arakapping við tí fyri eyga at finna mannin, ið megnar at drepa ódjórið. Hin djarvi vinnandi riddarin fær hálva kongaríkið og alla prinsess- una. Ímeðan er tann góð- trúgvi bøkjarasonurin Dennis á veg inn í stórbýin fyri at gerast ríkur og so vinna sær sína elskaðu Griseldu. Tætt við bróst sítt ber hann sína dýrastu ogn - eitt rotið epli, sum Griselda einaferð átti. Finnur Dennis eydnuna? Og finnur kong- urin riddaran, ið megnar at drepa ræðuliga ódjórið? Postboðið ringir altíð tvær reisur Frank Chambers (Jack Nicholson) ferðast úr býi til bý. Honum dámar best at vera úti í tí fríu náttúruni. Hann er ikki leingi í hvørjum býi og arbeiðir fyrifallandi fyri at fáa matin á borðið. Ein dagin kemur hann til eina kafet- eriu. Her hittir Frank eig- aran Nick Papadakis og eisini ta vøkru, eiggiligu konu Nicks, Coru. Tað eydnast Frank at fáa arbeiði hjá Nick, men stutt tíð gongur, so gerast Cora og Frank góð. Cora kennir seg drigna at tí villa Frank, og hvørja ferð tey fáa møgu- leikan koma tey saman í heitum ástarløtum. Men, hvussu leingi orka tey at goyma teirra ást fyri Nick? Tey bæði seta sær til end- ans fyri at drepa Nick, tí soleiðis fáa tey tíð til hvønn annan og somuleiðis eina rúgvu av pengum. Og so- leiðis gera tey. Parið heldur seg hava framt ta full- komnu brotsgerðina, men ein sakførari fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt. Bretskur skemtifilmur frá 1977 Upprunaheitið: Jabberwocky Leikstjóri: Terry Gilliam - Eftir sama leikstjóra: Brazil, Twelve Monkeys Á DR2 í kvøld kl. 19.50 Bøkjarasonurin Dennis (Michael Palin) fer at royna eydnuna í stórbýnum, har eitt ódjór oyðileggur og drepur Amerikanskur krimi/thriller frá 1981 Upprunaheiti: The Postman Always Rings Twice Leikstjórn: Bob Rafelson Við: Frank: Jack Nicholson.Cora:Jessica Lange. Nick: John Colicos. Madge: Anjelica Huston. Katz: Michael Lerner. Heimsgitni sjónleikarin Jack Nicholson, enn einaferð í leiklutinum sum eitt heldur ódámligt menniskja Eitt par, Cora og Frank, rennur undan eini døkkari fortíð og einum illgrunasomum sakførara Á Kanal 5 leygarkvøldið kl. 20.00 Python-brøðurnir, Gilliam og Palin, samstarva í hesum skemtifilminum frá 1977