Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 133 - 15. juli 2005 - Hví finna vit okkum í, at marknaðarkreft- irnar seta heilsu- politisku dags- skránna? Hvat verður tað næsta? At ein sigarettfyritøka setur sína egnu krabba- meinsdeild á stovn? HEILSUMARKNAÐUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað man hava undrað mong, hvussu serliga so- kallaðu dámubløðini fara við sínum lesarum, hvørja einastu ferð nýggjársaftan er farin afturum. Á ein gandakendan hátt stendur 1. januar har og blinkar, og við eitt broytist alt inni- haldið í hesum bløðum full- komiliga. Frá at vera full av lokkandi myndum av alskyns ósunnum mati og køkum eru síðurnar nú fullar av uppskotum um, hvussu tú kanst basa av- leiðingunum av at hava etið júst hendan matin. Nú eru síðurnar nevniliga á tremur við klænkikurum, venjing- arskráum og forrestin klæðum, tú bara kanst kroysta teg í, um tú blund- aði meðan tú blaðaði allan desembur mánað. Fyrst chips, so gularót Í veruleikanum eru hesi dámubløðini bara vorðin eitt týðiligt dømi um eitt mynstur, sum livir og hevur góðar dagar stórt sæð alla aðrastaðni í samfelagnum. Eitt mynstur, har tað verður spekulera í fyrst at skapa ein tørv, ið ger fólk sjúk, fyri síðani at spekulera í tørvinum hjá somu fólkum at fáa eitthvørt slag av lekidómi fyri sjúkuna. Tað er til dømis ikki so løgið, um onkur hevur ilt við at skilja, hví Rúsan við lóg partú skal kunna vísa á eitt ávíst yvirskot á hvørj- um ári. Og at partur av hes- um yvirskoti skal fara til viðgerðarstovnarnir, er mongum ein sonn gáta. Merkir hetta, at onkur spekulerar í, at Rúsan skal framleiða eini 20 rús- drekkamisnýtarar um árið, ella hvussu hongur hatta saman? Tað finst eftirhondini ikki ein matvøra, sum ikki verður framleidd í bæði eini feitari og eini soltnari útgávu. Soltna útgávan verður síðani marknaðar- førd sum klænkandi, sunn og hvat veit eg, og alt gott um tað. Men um soltna vøran er so vælsignað, hví heldur fyritøkan so ikki bara uppat at framleiða tað feitu vøruna? Fyri ikki so langari tíð síðani byrjaði eitt ávíst junk-food matstað at lata eina gularót og ein lítlan mjólkapakka til børn, ið keyptu eina junk-food barnamatskrá. Treytin fyri, at barnið fekk gularótina, var also, at tað fylti seg við svansi fyrst. Men tankin var fiksur, tí tá tað regnar á prestin, dryppar tað sum kunnugt á deknin. So við eitt sindur av lýsingarsnildi eydnaðist tað faktiskt matstaðnum at føra seg fram sum ein fyritøka, hvørs hjarta slóð serliga títt fyri heilsuni hjá børnunum. Jamen, hvat er hetta fyri øvutur logikkur? Um tørvurin ongantíð var skaptur, høvdu vit kanska als ikki haft brúk fyri klænkikurum, viðgerðar- stovnum ella eyka gularót- um til børnini. Hvat verður tað næsta. At ein sigarett- fyritøka setur sína egnu krabbameinsdeild á stovn? Frítt spæl Tað løgna er, at ongin rópar varskó og vísir á, hvussu langt úti slík marknaðarfør- ing í grundini er. Tann- læknar vinna til dømis fitt av pengum uppá hol í tonn- unum hjá fólki. Men fyri tað, biðja teir ikki fólk eta meir slikk. Tvørtímóti. Men matframleiðarar, rús- drekkasølur og junk-food- matstøð biðja, lokka og júka fólk um at njóta teirra vørur, væl vitandi, at tær eru skaðiligar. Et og drekk teg um koll ljóðar tað og síðani: Ups!, hatta var spell. Nú skulu vit hjálpa tær á føtur aftur, so tú kanst byrja av nýggjum og halda fram at tryggja okkara fyritøku uppaftur størri yvirskot. Nú er tað er onki nýtt í, at marknaðarkreftirnar hava frítt spæl at hóreiggja sær, sum tær vilja. Men tá spælið um heilsuna verður stýrt av teimum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava verið orsøk til skað- arnar, er tað onki stuttligt longur. Heldur ikki, um smartu dámubløðini spæla við og pakka alla hesa løgnu samansvørjingina inn í glitrandi pappír, so vit ikki leggja merki til, hvat vit svølgja. Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Klók av fiski Kvinnur, sum eta fisk regluliga meðan tær eru uppá vegin, føða klók- ari børn. Hesi børnini fata skjótari og sam- skifta betri enn børn hjá kvinnum, sum ikki ótu fisk, meðan tær gingu við teimum. Tað vísir ein nýggj kanning, har granskarar hava eygleitt meir enn 7000 børn og etivanarnar hjá mamm- unum, meðan tær vóru uppá vegin. Størsti fyrimunurin snúði seg um fatanina av orðum. 15 mánaðar gomul børn, hvørs mammur høvdu etið fisk minst eina ferð um vikuna, kláraðu seg 7% betri enn onnur børn á sama aldri. Eisini sosi- alt og málsliga kláraðu hesi børnini seg mun- andi betri. Kanningin vísti samstundis, at tað sama var galdandi fyri børn, sum sjálvi ótu fisk minst eina ferð um vikuna, áðrenn tey fyltu eitt ár. Kanningin legði upp fyri sosialum munum so sum inntøku og útbúgving hjá familjuni annars. Kelda: University of North Carolina Tilráðing: Vaksin hava gott av at eta 200-300 g av bæði feitum og soltnum fiski um vikuna. Orsakað av dálkingarvandanum eiga kvinnur, sum eru uppá vegin ella geva bróst og børn undir 14 ár tó í mesta lagi at eta 100 g av rovfiski (t.d tunfiski, kalva, svørð- fiski, áburru og geddu) um vikuna. Øvutur heilsulogikkur