leygardagur 16. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 134 - 16. juli 2005
almannastovan@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo
Rók søkir starvsfólk.
Í tí dagliga arbeiðnum
leggur Rók dent á
. At hava fyrilit til menningina,
aldrinum og tørvinum hjá tí
einstaka barninum.
. At tað er gott samband og tilknýti
ímillum tað einstaka barnið
og starvsfólkið.
. At barnið kennir seg sum ein
týdningarmiklan lið í einum
sosialum felagsskapi.
. At menna samskifti, sjálvhjálp
og sjálvsvirði.
. Tryggleika, umsorgan og
nærveru.
. Virksemi, sum hóskar til aldurin
og menningina hjá tí einstaka
barninum.
Søkt verður eftir
Søkt verður eftir starvsfólki til
dagstovnin Rók í Saltnesi Vit
vænta at tú hevur viðkomandi
útbúgving, so sum pedagogur,
fysioterapeutur, ergoterapeutur,
sjúkrarøktarfrøðingur ella
royndir á økinum.
Á stovninum eru 9 børn.
Ætlanin er at taka stovnin í
nýtslu 1. september 2005.
Størvini verða sett við einum
vikuligum tímatali millum 20
og 40 tímar.
Vit ynskja
Okkara ynski er at tú ert virkin
og nýhugsandi, hevur góð sam-
starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt
við at loysa uppgávunar í tráð við
endamálið hjá stovninum og teir
málsetningar stovnurin hevur.
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv, har tú
saman við øðrum fakfólki og
hjálparfólkum fært møguleika
fyri at byggja upp eitt spenn-
andi pedagogiskt umhvørvi á
einum nýggjum stovni.
Meir fæst at vita
Nærri upplýsingar um starvið í
Rók fáast við at venda sær til:
Hanna Juul, leiðari, á telefon
447003.
Umsóknir
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 15. august 2005
kl. 9.00.
Send umsóknina til:
Almannastovan,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
Rók er ein dagstovnur fyri børn undir 18 ár við
fjølbreki, har møguleiki eisini er fyri umlætting.
Endamálið við Rók er at skapa eitt trygt grundar-
lag fyri børnini, har tey kenna seg væl, verða vird,
eru við í sosialari samveru og fáa eitt mennandi
tilboð saman við neyðugu venjingunum.
Endamálið við hesum dagstovni er at royna eina
nýggja skipan við einum tilboði, har fjølbrekað
børn verða stimbrað og ment, og har ansing,
viðgerð og umlætting av fjølbrekaðum børnum
verður samantvinnað á einum staði.
Rók er dagstovnur undir Almannastovuni.
Nýggjur stovnur til fjølbrekað børn