leygardagur 16. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
5
– Fiskiflotin fær ikki
studning frá tí al-
menna, hóast støðan
er trupul í løtuni,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
FISKIFLOTI Í
TRONGSTØÐU
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað kemur ikki upp á tal
at lata feskfiskaflotanum
studning.
Tað
staðfestir
Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
Fiskivinnumálum.
Í blaðnum í gjár vísti for-
maðurin í reiðarafelagnum
á, hvussu ringari støðu,
fiskiflotin undir Føroyum
er í av tí, at oljurpísirnir eru
so óhoyrt høgir, samstundis
sum fiskaprísirnir eru lágir.
Serliga er trolaraflotin illa
fyri
og
tá
serstakliga
lemmatrolararnir.
Jákup Sólstein metti, at
hendir ikki ein munagóð
broyting
beinanvegin,
verða tað fleiri bátar, sum
koma í svára neyð, longu í
heyst.
Og hann skoytti eisini
uppí, at hóast støðan var
sum hon var, læt tað
almenna ikki við seg koma.
Og tað hevur hann rætt í,
tí
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum letur ikki
við seg koma.
Bjørn
Kalsø
sigur,at
feskfiskaflotin undir Før-
oyum fær ikki stuðul.
Fyrr í ár varð annars
samtykt at lata rækjuflot-
anum stuðul fyrr í ár. Ein
orøk til tað var, at oljan er
so dýr.
Men rækjuflotin og fesk-
fiskaflotin undir Føroyum
kunnu ikki samanberast,
sigur landsstýrismaðurin.
– Orsøkin til at rækju-
trolarin fekkstuðul var ein
roynd at hjálpa honum at
hóraundan fyri at varðveita
Føroyum nøkur fiskirætt-
indi, sum vit hava aðra-
staðni, uttan at betala aftur-
fyri
við
fiski
undan
Føroyum.
Bjørn Kalsø ásannar, at
tað hevur altíð gingið upp
og niður við fiskiskapinum
og tað eru altíð skip, sum
ikki hava klárað tað. Tað er
bara at vóna, at gongdin
vendir aftur skjótt.
Hann vísir eisini á, at
flotin hevur havt nøkur sera
góð ár og hann vónar, at
reiðar hava lagt so mikið til
síðis at standa ímóti við, at
tey eisini klára eitt nos nú.
Men
landsstýrismaðurin
letur ikki allar dyr aftur, tí
upp á fyrispurningin um,
hvat hendir um hendan
støðan heldur fram, uttan at
oljuprísurin lækkar, sigur
hann:
– Nú vita vit ikki, hvat
framtíðin hevur at bjóða.
Men heldur hendan støðan
fram, er ein nýggj støða og
tað mugu vit so taka upp tá.
– Sum støðan er, hava
vit ongan møguleika
at hjálpa fiskiflotan-
um burturúr olju-
kreppuni, sigur
Hendrik Old, formað-
ur í vinnunevndini
hjá Løgtinginum
FISKIFLOTI Í
TRONGSTØÐU
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað almenna kann onki
gera fyri at hjálpa fesk-
fiskaflotanum, sum støðan
er.
Tað staðfestir Hendrik
Old, formaður í vinnu-
nevndini hjá Løgtinginum.
Trupulleikin er, at oljan er
metdýr og fiskaprísirnir eru
lágir, so tað rennur skjótt
saman ímillum endarnar.
Hann vísir ikki aftur, at
vandi er til staðar fyri, at
partar í flotanum kemur í
svára neyð í heyst.
– Tað er so lítið, landið
kann gera, tí tað eru ongi
almenn avgjøld við í olju-
prísinum til skipini.
Hinvegin er samgongan
samd um, at vit fara ikki at
lata stuðul aftur.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini sigur, at stuðulin
til rækjuvinnuna varð sam-
tyktur var at varðveita ein
rækjuflotafyri ikki at missa
tey rættindi, sum vit hava
fingið aðrastaðni.
Men heldur hesin olju-
prísurin fram, klára skipini
seg ikki, men skulu vit tosa
um stuðul til feskfiskaflot-
an, verður talan um heilt
aðrar upphæddir ennstuðul-
in til rækjuflotin og sam-
gongan heldur ikki, at tað
er rætt at veita stuðul.
– Stuðulin til rækjuflotan
er ógvuliga avmarkaður,
Kortini vísir formaðurin í
vinnunevndini á, at føroy-
ingar eru langt ífrá teir ein-
astu, ið gremja seg um tann
høga oljuprísin.
Eisini ES- myndugleikar
viðgerða tað truplu støðu,
sum fiskiflotin er komin í
av tí at oljan er so dýr.
Orsøkin til at teir gera tað
er helst tí at teir vænta ikki,
at oljuprísurin fer at lækka
aftur.
Men eins og landsstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, letur eisini formaðurin
í vinnunevndini hurðina
standa á glopp.
– Fara ES londini at veita
skipunum okkurt slag av
oljustuðuli, mugu vit taka
støåuna upp til nýggja-
viðgerð, tí tá er tað ein
spurningur, hvat vit verða
tvingað til fyri ikki at missa
allan flotan, sigur Hendrik
Old.
Heldur hendan gongdin
fram koma vit í eina støðu,
har vit ikki sleppa undan at
viðgera nøkur viurskifti.
Men, hvat hendan viðgerð-
in skal gangaút uppá, hevur
hann onki boð uppá nú, tí
so verður tað ein heilt serlig
støða, sum vit kanska
ongantíð hava verið í fyrr.
Kortini heldur hann, at
nógv skip eru so væl fyri
eftir góðan fiskiskap í
nøkur ár, at tey kunnu
liggja í 2-3 mánaðir, uttan
at fara av knóranum.
– Men fiskiflotin hevur
stóra ávirkan á alt virksemi
í landinum, tí verða skipini
løgd,
fær
tað
stórar
avleiðingar fyri virksemið á
landi og tað er so aftur ein
heilt annar trupulleiki.
Harry
Potter er
aftur
TÍÐINDASKRIV
Leygarmorgunin 16.juli
verður enska útgávan av
nýggju Harry Potter bók-
ini at fáa kring allan
heimin, og tá verður
væntandi meira enn ein
millión
bøkur
seldar.
Heitið á bókini er Harry
Potter and the Half-blood
Prince. Sum ikki einaferð
fyrr, eru tað ikki nógv
fólk, sum vita hvat bókin
snýr seg um. Hetta verður
hildið loyniligt til bókin
kemur út. Men eitt sindur
hava tey á Bókasøluni
rokna seg fram til.
Bókin er eitt framhald
av bókini Fønixfylkingin
har seinasta kapitlið í
bókini, sum eitur "Annað
kríggið byrjar," byrjar
soleiðis: "Hann, sum ikki
má nevnast við navni, er
afturkomin … Í stuttari
viðmerking fríggjakvøld-
ið váttaði Gandamálaráð-
harrin Cornelius Fudge,
at Hann Sum Ikki Má
Nevnast Við Navni er
komin aftur í landið og er
virkin okkara millum."
"Tað harmar meg al-
mikið at noyðast at vátta,
at gandakallurin, ið nevn-
ir seg Lord - ja, tú veitst
hvønn, eg meini við - er á
lívið og virkar millum
okkum aftur ...
Harry fyllir 16 ár í
hesari bókini, so eitt ann-
að, sum nógv hevur verið
spekulerað um er, um
hann fær sín næsta koss,
og um so er, frá hvørjum.
Joanna Rowling hevur í
einari samrøðu avdúkað,
at seinastu tvær bøkurnar
vera sum ein samanhang-
andi long bók í tveimum
bindum. Tað vil siga, at
tann endaligi bardagin
hjá Harry ímóti myrkurs-
ins kreftum fer at byrja
her. Harry fjepparar, sum
duga at lesa enskt, kunnu
byrja at lesa leygarmorg-
unin, og vit vita fyri
vissu, at nógvir av teim-
um fáa ikki gjørt nógv
annað alt vikuskiftið.
Bókasølan Í SMS letur
upp kl 10.00 leygarmorg-
unin
Kunnu onki gera fyri
at hjálpa fiskiflotanum
Kemur ikki upp á tal
við studningi til fiskiflotan
Fiskiflotin fær ongan
studning. Men vit vita ikki,
hvat framtíðin hevur at
bjóða og heldur hendan
støðan fram, er talan um
eina nýggja støðu og tað
mugu vit taka upp tá