Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 134 - 16. juli 2005 Høgur oljuprísur og lágur rækjuprísur hevur við sær, at rækjuskipið Kappin av Oyri er lagdur. Skipið er sett til sølu, og 11 mans eru uppsagdir RÆKJUVINNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tey fella sum flugur. Rækjuskipini. Herfyri var Høgifossur lagdur og nú stendur rækjuskipið av Oyri, Kappin, fyri tørni. Høgur oljuprísur og lágur rækjuprísur gjørdist ov tungur burður hjá felagnum P/F 14. juli 2004 av Oyri, sum eigur Kappan. Skipið er nú lagt og sett til sølu. Felagið hevur eisini boðað teimum 11 monnunum um- borð, at teir eru uppsagdir. Hans Jákup D. Johansen er reiðari á Kappanum og hann greiðir frá, at tað snøgt sagt ikki loysir seg hjá skipinum at vera til fiskiskap, og tískil er báturin lagdur. – Bara fyri einum ári síðan kostaði tað okkum 800.000 krónur at bunkra, og nú kostar tað 1,8 mió. krónur. Prísurin fyri ídnað- arrækjur er eisini lágur, so útlitini fyri at fáa skipið at bera seg eru rættiliga døp- ur. Vit tóku tí ta støðu í farnu viku at leggja bátin, sigur hann Tað er ikki meir enn eitt ár síðan, at felagið P/F 14.juli 2004 á Oyri keypti Kappan frá P/F O.C. Trol á Oyri fyri 11 mio. krónur. Fremsta orsøkin til, at rækjuskipið varð keypt var at tryggja rækjuvirkinum á Oyri ráðvøru. Reiðarin á Kappanum sigur, at felagið ikki hevur sett nakran søluprís, men ásannar, at marknaðar-prís- urin ikki er høgur í løtuni. – Sjálvsagt vóna vit at fáa tað sama fyri hann, sum vit keyptu hann fyri. Kort- ini eru útlitini fyri at fáa eitt rækjuskip at bera seg døp- ur, og hetta ávirkar sjálv- sagt marknaðarprísin, sigur Hans Jákup D. Johansen. Ávirkar virkið Fyri nøkrum vikum síðan fór rækjuskipið í Sanda- vági, Høgiføssur í gjalds- steðg og varð lagdur. Bæði Høgifossur og Kappin hava verið týdningarmiklir rá- vøruveitarar hjá rækjuvirk- inum á Oyri. Reiðarin á Kappanum, Hans Jákup D. Johansen er eisini stjóri á rækjuvirk- inum á Oyri, og spurdur, hvør avleiðingin er fyri virkið, at tvey skip eru løgd, svarar hann: – Sjálvandi ávirkar tað okkum, at tveir av okkara rávøruveiturum eru lagdir. Kappin hevur vanliga fisk- að 2000 tons av rækjum árliga, so tað merkist sjálv- sagt. Í løtuni mugu vit rinda 20 % í tolli fyri at keypa rækjur úr Íslandi, Grøn- landi og Kanada, og tað ger, vit hava ógvuliga tor- ført við at vera kappingar- førir. Baltiskar rækjur eru hinvegin tollfríar, og tí fara vit at leggja okkum eftir at keypa baltiskar rækjur til virkingar, vísir stjórin á. Hans Jákup D. Johansen sigur seg vóna, at kumm- uleringsavtalan hjá ES fæst í lag sum skjótast. Hetta vil geva virkinum á Oyri møguleika at innflyta norskar og íslendskar rækj- ur tollfrítt, og hetta vil betra munandi um møguleikarn- ar hjá virkinum á Oyri at fáa rávøru. 3 bátar eftir Rækjuflotin hjá Føroyum er veruliga tódnaður sein- astu árini. Eftir at Kappin og Høgifossur eru lagdir eru bert Sólborg, South Island og Napoleon eftir í føroyska rækjuflotanum. Fyri fáum árum síðan varð Hvilvtenni seldur til Íslands, meðan Arctic Viking og Fullberg eru ávikavist flaggaðir út til Litava og Grønlands. Rækjuskipið Sundaberg fiskar ikki rækjur í løtuni, men roynir eftir gullaksi. Rækjuskipið Kappin lagdur: 11 mans uppsagdir Sunnudagin hin 3. juli kl 19 varð stovnandi aðalfundur hildin fyri hesta áhugaði í Suðuroy. Til fundin, sum varð hildin í skúlanum í Hovi, vóru møtt 16 fólk. Semja var um at kalla felagið fyri Suðuroyar Hestafelag Í nevndina, sum skipaði seg beint eftir fundin komu: • Petur Frederik Holm, formaður • Trygvi Midjord, skrivari • Marit Petersen, kassa- meistari Endamálið við felagnum er at fylkja allar hestamenn í suðuroy og stimbra áhuga og dugnasemi í ítróttinum frá aling til undirhald og kapping. Miðjað verður eftir at bøta um umstøðurnar soleiðis at fleiri kunnu fáa møguleika at íðka henda ítrótt, undir betri og trygg- ari umstøðum. Samtykt var eisini at søkja um limaskap í ISF. Hevur tú hug at vera við í felagnum gerst tað við at boða einum av nevndar- limunum frá. Limagjaldið er kr. 100 um árið. – Uppsagn- irnar koma ikki óvart á okkum Vit hava leingi vit- að, at høgi olju- prísurin hevði við sær, at tað var ringt hjá reiðarín- um at fáa endarn- ar at røkka saman, sigur 1. stýrimað- ur á Kappanum, Sámal Henriksen KAPPIN LAGDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Síðan í mai-mánaði 2003 hevur klaksvík- ingurin, Sámal Henr- iksen, verið 1. stýri- maður á rækjuskipinum Kappanum av Oyri. Á seinasta túrinum hjá skipinum fekk hann saman við 10 øðrum umborð boð um, at teir vóru uppsagdir. – Tú kanst ikki bein- leiðis siga, at hett kom óvart á okkum, at skip- ið nú verður lagt. Vit hava leingi vitað, at høgi oljuprísurin hevði við sær, at tað var ringt hjá reiðarínum at fáa endarnar at røkka sam- an, sigur Sámal Henr- iksen Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sámal Henriks- en er uppsagdur á Kappanum. Í fjør varð Kappin eisini lagdur og manningin uppsøgd, men stórur partur av manningini kom umborð aftur, tá nýggir eigarar keyptu Kappan. Hvørji eru útlitini hjá tykkum at fáa annan møguleika? Tað er torført at fáa nakran nýggjan møgu- leika. Sammeta vit bert fyri nøkrum árum síð- an, so er tað nógv tor- førari at fáa møguleika í dag enn tá, tí fleiri og fleiri gerast arbeiðs- leysir. Tú fært meg kortini ikki at tað er fullkomiliga ómøgu- ligt, svarar Sámal Henriksen. Hann leggur afturat, at tað stóð tveimum monnum á Kappanum í boði at fara við rækju- bátinum Sólborg mána- dagin, men eingin tók av. Kappin kom heim seinasta fríggjadag, og tískil gjørdist skotbráið í so stutt at fara avstað longu mánadagin við Sólborg, mettu mennin- ir á Kappanum. Á Kappanum vóru níggju føroyingar og tveir litavar umborð. Bygdur á Brooke Marine Ltd í Onglandi 1971 Útgerðarmaður: Hans Jákup Drangastein Johansen P/F 14. juli 2004 á Oyri keypir Kappan frá P/F O.C. Trol fyri 11. mió. krónur 19. juli 2004 Fyrrverandi nøvn: Kappin, 2003 (FD 1182-Oyri) Kappin, 1999 (TN 124-Tórshavn) Olympic Prawn, 1995 FAKTA Rækjuskipið Kappin av Oyri er lagdur. Høgur oljuprísur og lágur rækjuprísur ger, at tað ikki loysir seg at fara til fiskiskap Mynd: Savnsmynd Felag fyri hestaáhugað