Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 134 - 16. juli 2005 Mánadagin fer Articon undir útgravingararbeiðið fyri Sands Listasavn. Listasavnarin og sandingurin Sofus Olsen og byggifyri- tøkan Articon skriv- aðu hósdagin undir sáttmálan um ar- beiðið, og longu í komandi viku fer arbeiðið í gongd. Gongur alt eftir ætlan, stendur snoti- ligi træbygningurin klárur fyri jól Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Húsini hava nógvar metrar av útstillingarveggi, Sofus Olsen sigur, at her verður gott pláss fyri teimum 115 listaverkunum, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív, sum listasavnari. Fyrsta listaverki var keypt í 1961.Her er talan um einamest føroysk listarfólk, men onkur útlendingum er ímillum. Málningarnir hava flest allir eina søgu, summir eru keyptir, onkur er enntá vunnin í lutakasti í norður- lendskum felagskapi, eisini er ein málningur, sum Sofus ikki veit, hvør hevur málað. Her eru oljumáln- ingar, vatnlitsmyndir og trykk. Motivini eru nógv og ymisk, og eisini eru nógv listarlig rák umboðað. Øll tey stóru Hetta man verða eitt tað mest forkunnuga privat- savnið í Føroyum, við út- valdum málningum av Ingálvi av Reyni, Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen bert fyri at nevna nøkur fá av teimum mongu. Savnið hevur uppiborðið at verða sýnt fram í góðum karmum, og teir karmarnir veita nýggju húsini. Rindar sjálvur kostnaðin Sofus Olsen sigur, at hann hevur arbeitt við hesið ætlanini seinastu fimm árini. Men hann vildi verða liðugur við allar fyrireik- ingar, áðrenn hann fór til Sands kommunu við um- sóknini. Hann setti seg tí í samband við arkitektin J.P. Gregoriussen um at tekna savnið og við Articon um at taka sær av allari bygging- ini. Sofus rindar sjálvur allan kostnaðin fyri byggingina av húsinum, og kostnaðurin verður yvir tvær millíonir. Sands kommuna hevur játtað at rinda helvtina av mvg’num, og Mentamála- ráðið hevur, um rúm verður fyri tí á fíggjarætlanini fyri 2006, játtað at rinda hina helvtina. Ein nevnd fer at standa fyri rakstrinum. Húsini verða liðug fyri jól, men enn er tó einki avgjørt um, nær savnið letur upp. Halda savnið á føroyskum hondum Umframt at byggja hølini letur Sofus savninum alt sítt listasavn. Hann sigur, at høvuðsorsøkin til hesa verkætlan er at tryggja, at hansara málningar verða verandi á føroyskum hond- um. Hann heldur, at tað er óheppið, um eitt slíkt savn gleppur okkum av hondum. Mitt í bygdini Savnið fer at liggja mitt í bygdini oman móti niðara bygdavegnum. Húsini eru í tveimum hæddum og verða klødd við viði. Flest allir gluggar eru í hornunum á húsinum, soleiðis at tey ganga minst møguligt út yvir veggjaplássið. Í niðaru hæddini verður umframt eitt stórt framsýningarhøli, vesi, fýrrúm og eitt arbeiðs- rúm, meðan ovara hædd, øll er eitt stórt framsýningar- høli. Ein partur av takinum er úr glasi, og hetta gevur framsýningarhølinum dagsljós. Toft verður tikin niður Sofus eigur sjálvur grund- stykkið har savnið verður bygt, og eisini gomlu hús- ini, sum liggja á stykkinum, hesi sleppa at liggja órørd. Húsini eru barnaheimið hjá mammu Sofus, og Sofus búði fyrstu árini av lívi sínum her. Abbi hansara bygdi tey einaferð í nítj- andu øld. Seinni eru teir veggirnir, sum eru úr viði skiftir út, Grótveggirnir eru eisini væl lagaðir. So húsini eru í rættuliga góðum standi. Sofus sigur seg tó ikki hava nakrar ætlanir við hesum húsunum, ikki enn í øllum førum, nú er tað listasavnið, sum er á skránni. Ein toft av einum goml- um húsum liggur har savn- ið fer at standa. Húsini vórðu upprunaliga lagaði til ein heimleysan mann, tá hesin doyði, keypti abbi Sofus Rasmus Rasmussen húsini. Hann var timbur- maður og brúkti tey til verkstað, seinni vóru tey eisini brúkt til fjós. Toftin er illa rapað og rapar alsamt meira. Roynd- ir eru gjørdar at varðveita hana, men lagingin er ov vánalig, og grótið er ikki av besta lagingargróti. Toftin verður tí tikin niður, men steinarnir verða varðveittir á økinum. Nú verður Sands Listasavn bygt Sofus Olsen frammanfyri nøkur av teimum mongu listaverkunum, Ytst til høgru hanga vatnlitsmyndir av S. J. Mikines, oljumálningarnar hevur Ingálvur av Reyni málað Inngongdin til Sands Listasavn vendir burt frá bygdavegnum Fyri at fáa mest møguligt pláss at sýna fram á, eru gluggarnir fluttir heilt út í hornini á húsinum