Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 9 Virksemið veksur, men yvirskotið tódnar eitt lítið sindur ROKNSKAPUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo - Vit eru væl nøgdir. Serliga tá vit hugsa um, at gongdin í samfelagnum er sum hon er. Orðini eigur Marner Mortensen, varastjóri fyri Norðoya Sparikassa. Hóast úrslitið fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2005 vísir 698.000 krónur minni í yvirskoti í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,9 milliónir krónur í yvirskoti. Soleiðis at Norðoya Sparikassi nú er 8,2 milliónir ríkari. Stagneraði búskapurin hevur ikki minkað munandi um hugin hjá fólki at lána pengar, og innlánið hjá sparikassanum er eisini voksið. À at kalla øllum økjum er gongdin hjá Norðoya Sparikassi betri enn í 2004, men á útreiðslusíðuni gongur skeiva vegin. Útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 16,5 milliónir krónur móti 14,7 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 1,8 mió. kr. - Vøksturin stavar í høvuðsheitinum frá øktum umsitingarútreiðslum til Elektron og aðrar veitarar og sáttmálabundnum løn- um, sigur Marner Morten- sen. Hann roknar ikki við eins stórum útreiðslum næsta hálvar. Nýggi lønarsáttmál- in gevur eitt prosent í lønar- hækkan í ár og e i t t prosent næsta ár. - Varisliga meta vit, at úrslitið fyri seinna hálvár verður minst líka gott, um ikki betri, sigur Marner Mortensen. Tveir triðingar av handils- grundarlagnum hjá Norðoya Sparikassa er at finna í Klaksvík. Ætlanin er at lata deildir upp í Havn og í Runavík, tá Norðoyatunn- ilin letur upp. Norðoya Sparikassi ætlar at halda v e r a n d i virkisbýti við tveimum triðingum privatfígging og einum triðingi vinnufígging. Tølini Fólk skulu ikki rokna við, at Norðoya Sparikassi fer av knóranum í næstum. Eins og hinir føroysku peningastovnarnir stendur rættiliga væl, og norðasti sparikassin í landinum er væl bjálvaður til vetrartíð. Netto rentuinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 28 mió. kr. og er hetta ein vøkstur uppá 1,1 mió. kr. í mun til fyrra hálvár 2004, tá netto rentuinntøk- urnar vóru 26,9 mió. kr. Netto rentu- og kostnað- arinntøkurnar hjá spari- kassanum fyrra hálvár vóru 29,6 mió. kr. móti 28,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 1 mió. kr. Fíggjarstøða sparikass- ans javnvigar nú við 1.252 mió. kr. móti 1.178 mió. kr. fyrra hálvár 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 6,2%. Innlánið er nú 970 mió. kr. móti 914 mió. kr. fyrra hálvár 2004, sum svarar til ein vøkstur uppá 6,1%. Útlánið er nú 1.048 mió. kr. móti 899 mió. kr. fyrra hálvár 2004, svarandi til ein vøkstur uppá 16,6%. E g i n p e n i n g u r sparikassans er nú góðar 268 mió. kr., og er farna árið øktur við 16,5 mió. kr., ið er ein vøkstur uppá 6,6%. Egin- ognin er nú 21,4% av samlaðu fíggjarstøðuni móti 21,3% í fyrra hálvár 2004. Solvensur sparikassans er 27,1%, í mun til 28,3% fyrra hálvár 2004. Lógin krevur 8%. Minni yvirskot í Norðoya Sparikassa Framsýning við oljumáln- ingum og vatnlitum, sum Sofus Poulsen hevur málað letur upp í Smiðjuni í Lítluvík leygardagin. Sofus hevur regluliga framsýningar, men hetta er fyrsta framsýningin hjá Sofusi í ár. Ùtvið fimtan nýggj verk verða at síggja á framsýningini. Summir av málninginum vísa aftur til neoprimitiv- ismuna. Ítøkilig natural- isma. Líkt tí hjá Mykines í fimtiárunum. Aðrir máln- ingar eru meira impression- istiskar tulkingar av lands- løgum. Framsýningin letur upp leygardagin kl. 11 og opið er til kl. 18. Framsýningin hevur opið til mikudagin frá kl. 11 til 18. -HR Fakfeløg á privata ar- beiðsmarknaðinum krevja oljuavgjaldið avtikið og prísansing POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnu- felag, Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag heita nú føroyskar politikarar um at seta á stovn á prísansing og at avtaka oljuavgjaldið. - Vit frætta dag og dag- liga, at hóast vanligi løn- takarin ikki fær nakra løn- arhækking, so hækka prís- irnir á handilsvørum alsamt uttan at nakað eftirlit er við hesum prísvøkstri. Vit meta tað vera ábyrgd- ina hjá politiska myndug- leikanum at bera so í bandi, at prísansing verður sett í verk, soleiðis at møguleiki ikki er fyri ótálmaðari hækking av prísinum á van- ligum handilsvørum, skriva feløgini. Og tað er ikki ikki nóg mikið við tí. Nógv um- rødda oljuavgjaldið skal eisini burtur. - Talan er um ein eyka skatt, sum er steinur oman á byrðu hjá nógvum familj- um, og við øktum útreiðsl- um og alsamt minkandi arbeiði í høvuðsvinnu okk- ara, meta vit tað vera skyld- an hjá okkara fólkavaldu polittikarum, at taka upp hetta mál. Vit heita á allar politisku flokkar á tingi umframt hvønn einstakan fólkavald- an politikara um at melda greitt út, hvørja støðu tey hava til frammanfyri nevndu áheitan okkara, so- leiðis at borgarin veit, hvørja støðu politikararnir hava til hetta álvarsmál, skriva feløgini. Enn frættist ikki nakað um afturmelding frá politisku flokkunum. Skrásetingargjaldið fyri at flyta føroysk- an bil til Danmarkar verður ikki broytt. Men danski ráðharr- in gloppar hurðina fyri at fáa gjaldið afturgoldið POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fólkatingslimurin Høgni Hoydal hevur fingið svar frá Kristian Jenstre, ráð- harra í skattamálum úr Venstre. Høgni Hoydal spurdi Kristian Jensen í fyri- spurningi um viður- skiftini við fullum skrá- setingargjaldi á føroyskar bilar, sum verða innfluttir til Danmarkar. Til 1. juni 1999 kundu føroyingar flyta egnan bil til Dan- markar uttan at gjalda skrásetingargjald. Í tíðindaskrivi skrivar Norðuratlantsbólkurin, at reglugerðin var helst broytt orsakað av spekula- tión. Í brævið til Skatta- málaráðharran tann 30. mai 2005 spurdi Høgni Hoydal, um spekulatiónin møguliga kann steðgast á annan hátt, eitt nú við forboðið av sølu tey fyrstu trý árini í Danmark. Kristian Jensen avvísir at broyta reglugerðina, men skjýtur upp at seta á stovn eina skipan, har skráset- ingin verður afturgoldin, tá føroyingar flyta aftur av landinum. - Tá Føroyar ikki eru partar av ES, skulu Føroyar heldur ikki hava sertreytir, sum onnur lond uttan fyri ES ikki hava, skrivar Kristian Jensen í svari til fyrispurningin. Dýra skrásetingin varðveitt Prísansing og avtøku av oljuavgjaldinum Oljumálningar í Smiðjuni Sofus Poulsen sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík