Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 134 - 16. juli 2005 Tað man vera breið semja um, at yvirgangurin er ein hin størsti altjóða trupulleikin í heiminum í dag. Tað, sum hendi í Madrid og nú seinast í London, er dømi um, at yvirgangurin einki er viknaður. Tað er heldur tvørturímóti. Verður so hugsað um tann yvirgang, sum er vorðin gerandiskostur í Irak og víða hvar í Asia, so má veruliga ásannast, at yvirgangurin stendur við og versnar. Stórveldini hava hert stríðið móti yvirgangi og nýta tey nógva orku, nógvan pening og nógva hermegi í hesum stríði. Men út yvir hesar hættir eru stórveldini og sameindu teirra í stríðnum móti yvirgangskroppunum farnir undir at avmarka demokratisk rættindi hjá borgarunum til tess at verja samfeløgini móti yvirgangi og fyri at herða jagstranina eftir yvirgangskroppum. Her eru vesturlendsku fólkaræðini komin á eitt politiskt vegamót og í tvístøðu, og alt fleiri seta spurningin: kunnu stjórnirnar verja demokratiið við ódemokratiskum miðlum? Hesin spurningur er eins gamal og fólkaræðið. Vanliga svarið er eitt ja, um hetta snýr seg um eitt avmarkað tíðarskeið. Øll vita, at t.d. undir øðrum veraldarbardaga vóru demokratisku rættinidi borgarana skerd, meðan bardagin móti nazismuni og fascismuni leikaði á sum harðast. Men fólk góðtóku hetta, tí tey vistu, at talan var um eina støðu, ið ikki fór at verða varandi. Men sum ein varandi loysn kann hetta als ikki góðtakast. Spurningurin er, um nøkur av demokratisku samfeløgunum, eitt nú Bretland, USA, Italia og Spania ikki eru farin ov langt við avmarkingunum av borgarligum rættindum í teirra ivri eftir at vinna á yvirganginum. Tað tykist so ikki at hjálpa munandi. Her mugu onnur vápn og aðrir miðlar til. Sjálvandi má verandi stríðið móti yvirganginum halda fram. Men hetta stríðið má samskipast við munagóðum tiltøkum móti tí, sum er veruliga rótin til allan yvirgang - rótin á tí ónda: fátækdømi, analfabetisma, kúgan og hetta at stórir partar av heiminum eru tilafturskomnir. Men setast má eisini inn móti fanatismu, fundamentalismu og intoleransu. Hetta merkir m.a., at myndugleikarnir í Vesturheiminum mugu krevja av londum, sum hýsa klekingarstøðum fyri yvirgangsfólk, at tey steingja hesar klekingarstøðir. Sama krav mugu demokratiskar stjórnir seta sær sjálvum, samstundis sum tær mugu geva teimum ungu í vandabólkunum nøkur góð og mennandi alternativ tilboð til tað, sum nú stendur hesum vandbólkum í boði. Um ikki verður farið fram á hendan hátt, so fer yvirgangurin at standa við og versna. DAGSINS MEINING Sosialurin Til rótina á tí ónda VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Til allar flokkar á tingi OLJUAVGJALDIÐ Undirritaðu feløg vilja við hesum heita á flokkarnar á tingi um at taka stig til, at oljuavgjaldið verður tikið av. Tær grundgevingar, sum politiski myndugleikin hevði fyri upprunaliga at áleggja nevnda oljugjald er í dag fullkomiliga burtur, eins og vit kunnu staðfesta, at nógvar familjur als ikki hava ráð at gjalda tær oljurokningarnar, sum í dag verða útskrivaðar frá olju- feløgunum. Tað er fyri okkum púrasta burtur við, at tað almenna skal halda fast við nevnda oljugjald, tá fyritreytirnar fyri gjaldinum í dag eru burtur umframt, at nógvar familjur als ikki hava ráð at gjalda fyri olju til upphitan av húsum sínum. Vit hugsa her serliga um pensionistarnar umframt tey tímaløntu, sum framm- anundan eru sera illa fyri fíggjarliga, nú arbeiðið í samfelag okkara støðugt er minkandi og vit halda tað vera ábyrgdina hjá polit- isku flokkunum at bera so í bandi, at alment gjald, sum upprunaliga varð álagt borgarunum, nú verður tik- ið av aftur, tá fyritreytirnar fyri hesum gjaldi ikki long- ur eru til staðar. Talan er um ein eyka "skatt", sum er steinur om- an á byrðu hjá nógvum familjum, og við øktum út- reiðslum og alsamt mink- andi arbeiði í høvuðsvinnu okkara, meta vit tað vera skyldan hjá okkara fólka- valdu polittikarum, at taka upp hetta mál. Vit heita á allar politisku flokkar á tingi umframt hvønn einstakan fólkavaldan politikara um at melda greitt út, hvørja støðu tey hava til frammanfyri nevndu áheitan okkara, soleiðis at borgarin veit, hvørja støðu politikar- arnir hava til hetta álvars- mál. Vit vóna at frætta aftur skjótast til ber tí ætlan okkara er at fylgja málinum upp. Viðvíkjandi prísansing Vit loyva okkum samstund- is at heita á politisku flokk- arnar á tingi um at bera so í bandi, at skipan við prís- ansing verður sett í verk. Vit frætta dag og dagliga, at hóast vanligi løntakarin ikki fær nakra lønarhækk- ing, so hækka prísir-nir á handilsvørum alsamt uttan at nakað eftirlit er við hesum prísvøkstri. Vit meta tað vera ábyrgd- ina hjá politiska myndug- leikanum at bera so í bandi, at prísansing verður sett í verk, soleiðis at møguleiki ikki er fyri ótálmaðari hækking av prísinum á vanligum handilsvørum. Vit vænta, at politisku flokkarnir á tingi og hvør einstakur fólkavaldur polit- ikari tekur undir við hesari áheitan okkara. Vinarliga Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther Vegna feløgini Avtakið oljuavgjald og fáið skipan við prísansing Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag Allir politisku flokkar á tingi og landsstýrismenn Nú útlit eru til, at alsamt meira av føroyska fiskatilfeing- inum verður flutt ótilvirkað av landinum, loyva undirritaðu feløg sær at biðja um fund við umboð fyri Landsstýrið og politisku flokkarnar á tingi. Vónandi kann hesin fundur verða hildin í august ella september mánaða. Vit skulu gera vart við, at vit meta støðuna at vera so hættisliga, at umráðandi er, at politiski myndugleikin tekur stig til at varðveita arbeiðspláss í Føroyum, nú tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at økjast aftur. Hetta kann bert gerast, um politiski myndugleikin tekur stig til, at fiskatilfeingið okkara kemur øllum samfelag okkara til góðar og fyritreytin fyri hes- um er, at fiskurin verður tilvirkaður í Føroyum, og ikki verður útfluttur ótilvirkaður. Aðrir spurningar eru eisini, sum neyðugt er at taka upp, um føroysku fiskivinnuni á landi skal vera lív lagað. Taka Landsstýrið og politisku flokkarnir á Tingi undir við, at fiskur okkara verður avreiddur til út-lendsk virki at tilvirka? Sum fjølmiðlarnar hava um- røtt, so eru føroyingar nú eisini farnir at stovnseta fiskavirkir uttanlands, har ætlanin tykist at vera, at stórur partur av før- oyska fiskatilfeinginum skal tilvirkast. Hetta er tekin um, at arbeiðs- pláss beinleiðis verða avreidd av landinum og tá so at siga eingin politiskur flokkur ella fólkavaldur politikari hevur tikið til orðanna móti hesari óhepnu gongd, vilja undirrit- aðu feløg hava greiðu á, um politisku flokkarnir og løg- tingslimirnir taka undir við, at grundarlagið verður tikið undan føroyska samfelagnum, við at meginparturin av fiska- tilfeingi okkara verður flutt av landinum, og lønarútgjalding- arnar og skattainntøkurnar av somu orsøk alsamt minka. Fiskurin er sambært lóg ogn Føroya fólks Sum kunnugt er ásett í gjald- andi fiskivinnulóggávu, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks. Vit skulu gera vart við, at slík lógaráseting ikki bert kann vera eitt eiti, og tí hevur politiski myndugleikin skyldu til at bera so í bandi, at størst møguligur partur av hesum tilfeingi eisini veruliga kemur føroyska fólkinum til nyttu. Vanligi føroyingurin hevur sum kunnugt einki ræði á fiskatilfeingi okkara, men Landsstýrið hevur sum loyvis- gevandi myndugleiki bæði rætt og skyldu til at bera so í bandi, at størst møguligur partur av fiskatilfeinginum verður tilvirkað í Føroyum og sostatt kemur at skapa arbeiði til føroyskar hendur. Grundleggjandi fyritreytin fyri fiskivinnuídnaði okkara á landi, er at karmar verða skaptir fyri at fiskurin verður virkaður á føroysku virkjun- um, og tað eru politisku flokk- arnir, sum hava skyldu at skapa hesar karmar. Er tað bert fiskivinnan á sjógvi, sum skal hava stuðul ? Sum kunnugt letur landskassin Framhald á síðu 51 Fiskurin, sum fer ótilvirkaður av landinum