Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 11 Ein lítil heilsan til løgtings- formannin Vagnur Michelsen Hevði ikki roknað við, at eg fekk so rúmligt aftur- svar frá løgtingsformann- inum um teir 485714 døg- urðarnar, vit kundu keypt til tey gomlu fyri tær 17 millónirnar, sum bara løg- tingshúsið kostaði ov nógv at umvæla. Óivað eitt skot í samvitskuna. Eg kann upplýsa fyri løgtingsformanninum, at tað eru fleiri ár síðani eg skrivaði í bløðunum, at tað var óheppið og ótaktiskt "signal" at senda borgarun- um, tá ið fullveldissam- gongan fyrst hækkaði løg- tingslønirnar og síðani fór undir at umvæla løgtings- húsið fyri tíggjutals milli- ónir. Mær vitandi var bara ein løgtingsmaður ímóti at umvæla løgtingshúsið fyri so nógvan pening. Somikla stóra virðing havi eg fyri peningi, og ser- liga peningi, sum eg varði av hjá øðrum, at eg hevði ongantíð byrjað eina full- veldissamgongu við at hækka mína egnu løn, bygt mítt egna slott og hækka útreiðslurnar so nógv til almennu fyrisitingina. Tað kundi komið seinni, um peningur var til tess. Hvussu ber tað til, at tey gomlu altíð verða brúkt í politiska valstríðnum, og tá ið tað gongur minni væl Føroyum? Tey gomlu mugu kenna seg niður- gjørdan í hesum døgum, tá ið tey ferð eftir ferð lesa í bløðunum, at tað er niður- skurðurin í blokkinum sum ger, at tey gomlu ikki fáa døgurðabitan og teir møgu- leikar, tey hava havt í gerandisdegnum. Hetta er ússaligt og vantandi sjálv- kritikkur, harra løgtings- formaður. Og tú veitst betur enn eg, at sjálvandi snýr orðaskift- ið um tey gomlu seg ikki um skerdan blokk, men um raðfesting. Besta dømið av fleiri er skattalættin til tín og mín, sum ikki hava hann fyri neyðuni. VIÐ- MERKINGAR Hvat er ein háinntøka, Thomas Arabo? Niels Juel Arge Tinghelluviðmerking Thomas Arabo ger tann 8. juli í Tinghelluni í Sosialin- um eina roynd at rættvís- gera skattalættan hjá Javn- aðarflokkinum til tey há- løntu. Hann vil vera við, at "tey hægstløntu eru vard av 50% regluni og tískil hvørki kunnu fáa hægri ella lægri skatt". Út frá hesum kemur Thomas til ta niðurstøðu, at talan ikki er um ein skatta- lætta, sum í sera stóran mun kemur háinntøkunum til góðar. Júst so einfalt er hetta kortini ikki. Tí tá nú Thomas nevnir 50% regluna, so eigur hann sjálvandi eisini at greiða lesarunum frá, hvar ið hetta 50% markið liggur - í krón- um. Tað liggur nevniliga á 830.000 kr ella knøppum 70.000 kr um mánaðin. Eis- ini gloymir Thomas at nevna, at nógvar aðrar rímiliga høgar inntøkur niðanfyri 50% markið, t.d. frá 500.000 til 750.000 kr um árið, eisini fáa fitt av skattalætta. Kann vera, at onkur skattamaður hevur lúttað Thomasi í oyra, at hesin nógv umtalaði skattalættin orsakað av "hesum her við 50% markinum" kortini ikki er so álvarsligur fyri Javnaðarflokkin. Haraftrat vil Thomas vera við, at "lættin sigst vera størstur hjá inntøkum á umleið 20.000 kr um mánaðan". Men her er Thomas antin ikki nóg væl kunnaður, ella er galið við útrokningun- um hjá Toll- og skatt. Ein inntøka á 20.000 kr um mánaðan (240.000 kr um árið) fær sambært T&S 3.365 kr í árligum skatta- lætta. Til samanberingar kann nevnast, at ein inntøka á góðar 33.000 kr um mán- aðan (400.000 kr árliga) fær 4.965 kr í skattalætta um árið. Skattalættin økist síðani, inntil man kemur upp til 670.000 kr um árið (knappar 60.000 kr um mánaðan); har er skatta- lættin 7.665 kr. Lættin fjar- ar síðani av, inntil man kemur upp til 50% markið hjá Thomasi, ið sum nevnt er umleið 830.000 kr. Hóast Thomas Arabo ikki fer faktuelt skeivur við 50% regluni, so velst í stóran mun um, hvat hvør einstakur okkara skilur við eina háinnntøku. Tað er møguligt, at onkur javnað- arfólk ikki halda 45.000- 70.000 kr um mánaðan vera eina háinntøku. Men spyrt tú t.d. ófaklærda ar- beiðaran, hvørs mánaðar- inntøka fyri 40 tímars viku er knappar 18.000 kr, fært tú ivaleyst eitt annað svar. Alt eftir politiskari áskoðan kunnu vit taka hattin av fyri royndini hjá Thomasi Arabo at hvítt- vaska hendan skattalættan, ið løgmansflokkurin - sosi- alistiskt demokratiski flokkur arbeiðaranna - er gingin við til. Eftir mínum tykki var tó betur, um hann spældi við opnum og erlig- um kortum og greiddi les- arunum frá, hvat hann sjálvur meinar er ein háinn- tøka. Thomas er jú ikki er harra hvør sum helst - fyrr- verandi landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, fyrr- verandi Strandferðslustjóri og vinnulívsmaður - og tí hava hansara orð alt annað líka eina ávísa vekt í almenna kjakinum. TINGHELLU- KLUMMAN Thomas Arabo Hvør og hvussu? Uttanríkispolitikkurin kann útinnast av politikar- um og embætisverki, hvør sær ella saman, alt eftir hvønn man hevur við at gera. Nú er neyðugt at vit leggja eina ætlan fyri hvussu vit koma at føra ein uttanríkispolitik innanfyri teir karmar, ið eru nýligani avtalaðir. Eingin ivi kann vera um, at handil og vinna mugu prioriterast. Møgu- leikin, ið vit nú hava fingið, má ikki avsporast av filosofiskum diskussi- ónum um at sleppa at sita til borðs við sjálvstøðug- um londum, tað verði seg í Norðurlandaráði, ST, WTO o.s.fr. Harvið verður ikki sagt, at vit ikki skulu royna at ávirka ígjøgnum tær kanalir, vit nú einaferð hava - sjálvandi skulu vit tað. Okkara amboð - embætisverkið Einasta sjálvstøðuga um- boð, vit í veruleikanum hava uttanlanda, er við- skiftastovan í Keypmanna- havn. Hon hevur eisini mangan verið góð. Sama kann sigast um umboðs- stovuna í Aberdeen, hóast hon arbeiddi sum atknýtt donsku sendistovuni í London. Í okkara verð var tað tó eingin ivi um at Mr. Poulsen var okkara! Týdn- ingurin av at hava føroy- ingar í donskum ministeri- um, má avgjørt ikki gloymast, og bæði Árni Olafsson og Einar Kalls- berg sáli hava haft ómeta- ligan týdning sum ráðgev- ar fyri føroyskar politikar- ar og harvið føroyskum frambrotum á altjóða pall- inum. Nú eru so nýggjar tíðir, og vit hava fingið umboðsfólk bæði í Brux- elles og London. Bæði støðini atknýtt donskum sendistovum. Okkara amboð - politiska verðin Fyrst og fremst hava vit okkara Landsstýri, har Løgmaður sær út til at vera orðførandi í uttanríkis- málum. Harafturat hava vit Uttanlandanevndina, ið er hægsti myndugleiki. Tað sum borgarin higartil hev- ur haft fatan av, er at størsti aktivitetur har, hevur verið at redigera brøv ímillum danir og Landsstýrið. Um tað er so, veit eg ikki, men givið er, at nú verður neyðugt at brúka kreftirnar aðrar vegir. Samskipið okkara amboð! Vit verða noyddir at sam- skipa okkara amboð, so tað, vit gera, maktar so væl sum gjørligt. Uttanlanda- nevndin og Løgmaður mugu saman seta út í kort- ið, hvussu farast skal fram mótvegis útheiminum, so okkara fólk hevur vinnu- møguleika og kann tjena pengar uppá útlendskt virksemi. Avgerð má takast um hvørji geografisk økir, ið embætisverkið skal taka sær av, og hvørji politik- arar skulu taka sær av, og hvar báðir partar skulu vera. Føroyingar ov pjakutir og ov lítið samskipaðir Útlendingar trumla inn yvir landið, og útlendskur kapitalur verður slúsaður inn yvir Ìsland, og verða teir so tað nýggja harra- fólkið. Íslendarar hava neyðuga áræðið, teir neyð- ugu karmarnar og skjót- leikan. Uttanlandanevndin má standa saman og stinga út í kortið, og finna út av, hví tingini henda so seint. Hví koma til dømis okkara dupultskattasátmálar ikki uppá pláss? Duga vit ikki? Er tað embætisverkið, ið arbeiðir ov seint? Vit sita við einans trimum dupult- skattasáttmálum uttanfyri Norðurlond - tað líkist ongum! Hví eru vit knapp- liga blivið útland mótvegis DANIDA, har vit høvdu góðar sáttmálar? Hví skifta vit umboðsmann í London, nú Ongland fær formans- skapin í ES? Er neyðugt at broyta reglugerðir fyri at fáa samstarvið við russar at virka? Handilssáttmálin við Russland, hvar bleiv hann av? Skulu vit senda løgmann yvir at vitja Putin ella Fiskaríministaran? Russar dáma væl persón- ligt samband, og tí er tað nógv sum talar fyri at lyfta føroyska sambandið upp á eitt politiskt plan. Hvørjar diplomatiskar royndir byggir føroyska embætis- verkið á? Er tað forsvarligt t.d. einans at rekruttera in- ternt á Løgmansskrivstov- uni, tá sendimenn skulu setast uttanlands? Mugu ikki loyva út- lendingum inn, uttan at føroyingar sleppa út Jú, her er nokk at taka fatt uppá. Nú er neyðugt at politikararnir í Uttan- landanevndini vísa, at teir eru landspolitikarar, og ikki misnýta sítt mandat til egnar smáligar fyrimunir. Um Føroyar skal verða heimsins fremsta land í 2015, so mugu vit skunda okkum at fáa so nógvar frí- handilsavtalur og dupult- skattavtalur sum gjørligt, so føroyskar fyritøkur og einstaklingar kunnu handla og virka uttanlands, sum vit føroyingar søguligani sæð hava dugað væl. Tí um føroyskir myndugleikar ikki fáa tingini uppá pláss, og fasthalda seinar og stirvnar skipanir, har alt tekur ár at fáa framt, so koma útlendingar at ota seg inn á alt, sum hevur virði her á landi, meðan føroyingar ikki hava sama møguleika uttanlands. Um einki hendur, so verða dyrnar inn til føroysk virðir tveittar á víðan vegg, meðan dyrnar hjá føroyskari vinnu mótvegis útheimin bert stendur á gloppi og kanska bert knappliga tað. Uttanríkispolitikkur