Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 134 - 16. juli 2005 Fotoframsýning í Ribarhúsi Rætting. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um eina framsýning við gomlum myndum í Ribarhúsi í Fuglafirði. Vit fingu tað at ljóða, sum at framsýningin longu er latin upp. Men so er ikki. Framsýningin letur upp hósdagin 21. juli kl. 17. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fer at siga nøkur orð. Eisini verður sangur og tónleikur at hoyra. Blaðið hevur ábyrgdina av mistakinum. Blaðstjórin VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal Tað er at fegnast um, um gongd veruliga kemur á einskiljingar av almennu vinnufyritøkunum, har tað almenna eigur sera stór virðir, og har eitt nýtt slag av vinnulívi kann spretta í Føroyum. Forðingarnar fyri ein- skiljingum hava higartil í høvuðsheitum verið tvær: 1.At ongin – ja, yvirhøvur ongin – fyrireiking og ætlan er gjørd hjá teimum landsstýrismonnum, ið vara av almennu vinnufyritøk- unum. Tilvildarligar út- meldingar um at selja - enntá við politiskari uppí- blanding – hava gjørt ilt verri. Ongin ætlan hevur verið fyri, hvussu einskilj- ingar skulu leggjast til rætt- is við atliti til ein dynam- iskan vinnubygnað og við atliti til samfelagslig og vinnupolitisk mál. 2.At tað ikki hevur eydnast at fáa semju um skipaðar karmar fyri, hvussu pengar og virðir, sum tað almenna fær við einskiljingum, skulu umsitast og nýtast. Greið ætlan og Búskapar- grunnur Tjóðveldisflokkurin hevur langt síðani lagt eina greiða ætlan fyri einskiljingar av almennu vinnufyritøkun- um: Endamálið er: – Vit skulu hava greiðar linjur millum alment og privat virksemi. Har tað al- menna ikki rekur vinnu- virksemi, men har vit ístað- in umvegis skattir og av- gjøld tryggja avkast til tað almenna og at felags kassin fær vinning burturúr virk- seminum. – Peningur fyri einskilj- ingar skulu í Búskapar- grunn Føroya og nýtast til at gjalda niður skuld og til veruligar íløgur og framtøk í gransking og menning. – E i n s k i l j i n g a r skulu gerast við skili og eftir skipaðum kørmum. – Tí hava vit staðið fast við, at seljast skal á einum virðisbrævamarknaði ella eftir somu treytum, sum á einum virðisbrævamarkn- aði, har krøvini til gjøgn- umskygni og fyrireikingar eru greið og gjøgnum- skygd. Hesir karmar skuldu eftirhondini verið komnir uppá pláss við Virðisbræva- marknaði Føroya og við krøvum um útbjóðing og gjøgnumskygni. Men enn restar Búskapargrunnurin, sum semja ikki fekst um í undanfarnu samgongu. Tjóðveldisflokkurin hev- ur gjørt eitt uppskot til Búskapargrunn Føroya, sum verður lagt fram á ólavsøku, og vónandi fæst breið undirtøka fyri grunn- in-um. Einskiljingar sum nýggjur blokkstuðul Men tað ljóðar ófrættakent, sum frættist millum sam- gongufólk í dag. Sum Tor- bjørn Jacobsen vísti á í grein herfyri, so tykist ætl- anin nú vera at selja skjót- ast gjørligt til tess at rinda undirskotið á fíggjarlógini. Løgið, at ikki fleiri hava fylgt ávaringini hjá Tor- bjørni Jacobsen upp og kannað málið. Er tað rætt, so verður talan um einskiljingar uttan skil. Har hvørki ætlanir eru lagdar fyri, hvussu vinnu- bygnaðurin í Føroyum kann laga seg. Eiheldur fyri, hvussu avkastið skal nýtast so tað kemur samfelagnum og komandi ættarliðum til gagns. Verður ikki hugsað um, hvussu eitt nú telemarknaðurin í Føroyum kann menna seg, tá Føroya Tele verður einskilt, so er lítið vunnið. Verður ikki hugsað um, hvussu ferða- fólka- og flutningsvinnan og okkara ferðasamband út í heim framhaldandi kann mennast, tá Atlantsflog skal einskiljast, so verður ringt at taka støðu. Og fer peningur frá ein- skiljingum ikki til heilt greið og avtalað endamál, sum kunnu styrkja og konsolidera almenna bú- skapin – heldur enn at gerast ein nýggjur og stokkutur blokkstuðul – so er onki skil í yvirhøvur. So lat okkum einskilja við skili – og lat okkum fáa eina greiða ætlan frá landsstýrinum, so vit ikki aftur lata einstakar lands- stýrismenn spæla hazard við hesum týdningarmikla máli. Einskiljingar við skili Kári P. Højgaard Hesi »vísdómsorðini« eigur stjórin á Toll og Skattstovu Føroya Óli Heinesen í Dimmalætting 13. juli, í samband við ætlaðu bygnaðarbroyting- arnar, har tey seks økini verða minkað niður í tríggjar økisskrivstovur. Eg komið her at nema við norðurøkið Eysturoy og Norðoyggjar. Slagorðið hevur verið, at uppgávurnar verða best loystar úti í økjunum og tænastunar skulu liggja í nærumhvørvinum so nær borgaranum sum gjørligt. At tað almenna keypir ein bygning í Klaksvík og brúkar omanfyri 11 milli- ónir fyri at betra um um- støðurnar hjá Toll og Skatt í Norðoyggjum, fyri síðan at flyta alt virksemi yvir í Eysturoynna, er eftir míni fatan meiri skilaloysi enn skilagott. Føroya nærs- tstørsti býur hevur nógv og økjandi virksemi, samstun- dis hevur Klaksvík fast farmasamband við útheim- in. Tá nýggi bygnaðurin er settur í verk, skulu allir norðingar, sum hava brúk fyri at fara á stovnin við tollingaráheitan ella at av- greiða síni viðurskifti, umf- ramt stríðið eisini gjalda bummgjald. Er hetta ikki eitt afturstig ? Toll og Skatt í Saltangará man hava tað størsta virk- semi av deildunum uttan- fyri Havnina. Høvuðspost- húsið í Eysturoy liggur her, og tað varð roknað sum eitt afturstig tá Toll og Skatt, ið húsaðist undir sama taki, flutti úr bygninginum í høli hjá Sparikassanum nakrar 100 metrar burtur. Nú verður virksemi flutt 12 kilometrar burtur úr tættbygdum øki. Nógvur inn og útflutn- ingur fer fram um Runavík- ar Havn, og høvuðsvirk- semi í oynni er her, har toll- ararnir eisini halda til. Ein triðingur av teininum í hesum valskeiði hjá sam- gonguni er rógvin, so nú má ein byrjan hómast á ætl- aðu kósini framyvir, men hvat er hent ? Trupult er at skilja polit- isku ætlaninar um at flyta skúlar við lóg móti viljan- um hjá lokala myndugleik- anum og byggja ellis og røktarheim í staðin. Ein má hava servitan fyri at skilja ætlaðu flytingarnar og bygnaðarbroytingarnar á Toll og Skatt. Hóast 100 tals milliónir koma at mangla í lands- kassanum verður tvíhildið um skattalætta til okkum vælbjargaðu áljóðandi 60 milliónir árliga; ein kundi hildið áfram. Haldi at sambandsflokk- urin og samgongan hava skyldu til at greiða føroya fólki frá eini so ógvusligari bygnaðarbroyting, sum nú verður framd á Toll og Skatt. Ongin av tingmonnum sambandsfloksins ella sam- gongutinglimum, eg havi spurt, sigur seg hava vita um, ella verið kunnaðir um ætlanina hjá Bárði Nielsen, áðrenn hon alment kom fram Her er talan um niður- legging av tveimum teim- um størstu økisdeildunum, har møguliga eini 50 fólk starvast. Hvat siga sam- gongulimirnir Alfred Olsen og co, sum í nevndaráliti vístu á, at tey smáu post- húsini, ið bert høvdu opið fáar tímar um vikuna og sum postverksleiðslan ætl- aði at steingja, framhald- andi skuldu verða opin og veita borgarunum hesa tæn- astuna ? Tænastan betrast Á heimasíðuni hjá Toll og Skatt verður sagt, at sam- starvi millum økisskriv- stovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Mín metan er, at ætlaðu broytingarnar verða fyri Eysturoyarøki eitt afturstig, og fyri norðingar ein katastrofa. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 17. juli fyllur Leo Joensen, Oyndarfjørður, 70 ár. Hann er burturstaddur. Týsdagin 19. juli verður Daniella Olsen, Hósvík, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum Jógvan, í Hvalsoyargøtu 5, Tórshavn, frá kl. 17.00. 80 ára føðingardagur Leygardagin 16. juli verður Halda Olsen, Hoyvík, fyrrverandi fyristøðukvinna á Ellisheiminum í Havn, 80 ár. Føðingardag- urin verður hildin á Verkhúsinum Virkni, Berjabrekka 2 (yvir av Mylnuni) frá kl. 10–16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sunnudagin 17. juli verður Leif Djurhuus, Vágur, 80 ár. Sunnudagin 24. juli fyllur Poul Kjartan Bærentsen 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Lonini í Fuglafirði, har øll eru hjartaliga vælkomin millum kl. 14.00 og 17.00. 85 ára føðingardagur Leygardagin 16. juli verður Lydia Hansen, Norðragøta 85 ár. Føðingardagurin verður hildin í Gøtubrá frá kl. 17.00. 90 ára føðingardagur Sunnudagin 24. juli fyllur Mathilda Weihe av Selatræ 90 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sambýlinum Vesturskin á Toftum frá kl. 17.00 til 20.00. Prógv Tann 24. juni fekk Sjúrður Jacobæus prógv sum jordbrugs- teknolog frá Erhvervsakademiet Selandia í Slagelse. 25. juni hevur Oyvindur av Skarði lokið MA-prógv í Stjórn- málafrøði við Háskóla Íslands. Frank Hansen, Kvívík, hevur 5. juli lokið útbúgving sum Civil verkfrøðingur innan »Byggeri og anlæg« á Ålborg universitet í Ålborg. Ikki sparingar, men skilagóðan bygnað