Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður sagt frá, at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð løgd undir ótrúskap, men varð bjargað av profetinum Dánjali. Súsonnuvísa varð kvøðin í brúðardansi í Føroyum. Navnið er hebráiskt og merkir lilja. Kunngjørt verður at góða mamma og omma okkara Oddny Christie Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 13. juli, 81 ára gomul. Farið verður úr kapellinum til ta Katólsku kirkjuna sunnudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður mánadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Ann,Tanya og Odmund Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum vóru við til at gera 60 ára føðingardagin hjá mær so hugnaligan. Tøkk fyri gávur, fjarrit, vitjanir o.a., og stóra tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til. Ingborg Vinther, Vágur 25. juni fingu Valbjørg og Hanus Steintún Gaard, Keypmannahavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3730 gr. 4. juli fingu Sunnrid og Jóan Jakki Sirdal, Hvannasund, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3650 gr. 6. juli fingu Randi Sivertsen og Vagn Leivsgarð Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 6. juli fingu Durita og David Jacobsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500 gr. 7. juli fingu Diana Andreassen og Hans Kristian A. Abrahamsen, Oyri, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150 gr. 7. juli fingu Bodil Ægidius og Jørgen Johansen, Horsens, ein son, sum eitur Elias. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3236 gr. 8. juli fingu Gunnvá og Ólavur Thomsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3550 gr. 8. juli fingu Angela Joensen, Fuglafjørður og Kristvar Niclasen, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 gr. 9. juli fingu Elin Bech og Andrew Christiansen, Argir, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3400 gr. 9. juli fingu Maibritt og Ragnar í Haraldsstovu, Høje Tåstrup, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4430 gr. 9. juli fingu Laila og Jan Joensen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3318 gr. 10. juli fingu Ketty Hetze og Petur Hans Winther, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3530 gr. 11. juli fingu Ann Graahede Sønderby og Finnur Sandoy, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3400 gr. 11. juli fingu Sólfríð Lognberg og Bjarki Henriksen, Sandur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. 11. juli fingu Randi Sólsker og Sigfríður Abrahamsen, Eiði, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3250 gr. 12. juli fingu Eva og Snorri á Bøgarði, Kaldbak, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3680 gr. 13. juli fingu Jóhanna og Benny Hansen, Nes, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3250 gr. 13. juli fingu Anja og Trygvi Mortensen, Runavík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. 14. juli fingu Eilin Petersen, Skála og Høgni Vesturdal, Eiði, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 4. juli fingu Erna T. Sigurðsson og Magni Husgaard, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3625 gr. Her situr 2 ára gamla Bjørt undir lítlu systur síni Paulivar Andreasen, ið fylti 60 ár 1. juni í ár, hevur tikið ta avgerð at fara frá sum lærari. Hann hevur starvast í venjingarskúlanum, siðani hann varð útbúgvin sum lærari í 1969. Paulivar er føddur í Haldarsvík, sonur Joen Hendrik Andreasen og Paulinu f. Andreasen, bæði úr Haldarsvík. Kona Paulivar er Emmy Akraberg úr Vestmanna. Tey eiga børnini Joen Hendrik og Jóhannu, ið bæði eru í lestrarørindum í Danmark. Paulivar er ein stillførur maður, ger lítið burtur úr sær, men fær ein hóp nógv á skafti. Lærarayrkið hevur hann røkt væl og virðiliga. Hann hevði tak á sínum næmingum, hevði nógv at geva teimum, um somu tíð sum hann hevði góð við- urskiftir við teir, og teir hildu nógv av honum. Fakliga er hann sera væl fyri. Lærugreinirnar hann hevur undirvíst mest í eru føroyskt og enskt. Í mong ár hevur Paulivar staðið fyri skeiðum í før- oyskum, m.a. skeið fyri lær- arar. Øll tey, ið hava tikið lut í hansara skeiðum, lata sera væl. Tey hava fingið væl burturur, og hann hevur megnað at økt um áhugin fyri lærugreinini føroyskt. Nú Paulivar hevði boðað frá, at hann legði frá sær, skipaði Venjingarskúlin fyri samkomu, har m.a. stjórin í Venjingarskúlanum Niels Nattestad helt takkarrøðu. Hugsaði við mær sjálvum, at tað var eingin torfør uppáva hjá Natta, tí tað er so lætt at siga nøkur orð um fólk, ið eru dugnalig og nærløgd og haraftrat lítillátin. Mong rósandi orð vórðu søgd um Paulivar, og øll vóru beinrakin og røtt. Starvsfelagar hansara høvdu bert rósandi orð um Paulivar. Natti hevði eina so góða lýsing av Paulivari, har hann vísti á henda læraran, ið segði tað honum lá á hjarta á tí rætta staðnum. Sum nýggjur skúlastjóri, hevði Natti funnist at lærara á lærarastovuni fyri eitthvørt. Seinni um dagin kom Paulivar stillisliga inn á skrivstovuna hjá Natta, læt hurðina væl eftir sær, og helt fyri: »Natti, soleiðis eigur tú ikki at gera, heldur skuldi tú kallað læraran inn á skrivstovu tína, og sagt tað við hann, ið tú hevði upp á hjarta, og ikki borið tað fram, meðan allir starvsfelagar hansara lýddu á«. Natti, ið vísti stórsinni, gav Paulivari fullan rætt og takkaði fyri ráðini, hann hevði fingið. Á jú, soleiðis kenna vit Paulivar, hann spælir altíð við opnum kortum. Umframt at hava verið lærari, hevur hann skrivað tilfar til fólkaskúlan, ið hevur verið lærarum hent. Tríggjar bøkur til skriftligt føroyskt til framhaldsskúlan, hevur hann saman við Árna Dahl og Óla Jákup Jacobsen givið út. Fyri stuttum kom føroysk mállæra út, sum Paulivar og Árni Dahl høvdu skrivað. Eftir mínum tykki eitt megnarverk, ið lærarar eru sera takksamir fyri. Umframt at hava starvast sum lærari, hevur Paulivar verið skrivari í Mentanar- grunninum. Hetta starv fer hann framhaldandi at røkja, eitt starv, ið hann gongur upp í við lív og sál, eitt øki, ið hann hevur gott innlit í. Ikki bert tað bókmentanarliga, men eisini tað listarliga. Hann, ið hevur fest hesi orð á blað, kennir Paulivar væl. Vit hava kenst frá tí, vit báðir byrjaðu á læraraskúl- anum í 1964 og gjørdust lidnir í 1969. Vinskapur okkara hevur hildið síðani. Hava kona mín og eg stokkið inn á gólvið hjá Paulivari og Emmy, so hava vit altíð ver- ið vælkomin og blíðskapurin er stórur. Í hugnaliga heimi teirra, sæst hópur av frálíka góðum málningum, ið flest allir eru gjørdir av føroyskum listar- fólkum. Hetta sigur okkum eisini nakað um Paulivar og Emmy og teirra ansi fyri før- oyskari list. Bæði Paulivar og Emmy hava rundað tey seksti árini í juni mánaða, men av lyndi eru tey einki broytt – líka løtt, skemtingarsom og hugnalig at vera saman við. Tá ið slíkur lærari leggur frá sær, verður missurin stór- ur, tí hesin lærari gav sínum næmingum so nógv, eins og hann var yngri lærarum hollur í ráðum. Góði Paulivar tín partur innan skúlaverkið, hevur ikki ligið eftir, og tøkk eigur tú fyri tað. Sum skrivari í Mentanar- grunninum, fert tú framhald- andi at gera títt til, at hesin grunnur fer at verða móður- málinum og mentanarlív- inum til frama, ið er endamál grunnsins. Blíðan byr í framtíðini. Signar á Brúnni Paulivar gevst sum lærari Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaði Jógvan Fróðin Bjørgheim Rasmussen Vanliga nevndur Jógvan í Grótinum ættaður úr Klaksvík og búsitandi í Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 14. juli, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Heiðveig, børn, svigarbørn og abbabørn