Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin í Hetlandi Eyðun Klakstein, Jákup Mørk, Jens Kristian Vang, blaðmaður blaðmaður myndamaður eydun@sosialurin.fo jakup@sosialurin.fo jensk@sosialurin.fo Tung marathon renning Teir tríggir føroysku 1/2 marathon-rennararnir, Guttorm Sørensen, Sam Vang og Cecil Weihe endaðu miðskeiðis í røðini, tá kappingin var á skránni fríggjamorg- unin. Tað var hampuliga skjótt, at feltið skræddi seg sundur, og ein renn- ari av Gibraltar vann seg rættiliga sannførandi inn á gullplássið. Guttorm var fyrstur av føroysku rennarun- um, og kom hann á mál sum nummar 11 í tíðini 1.19,01. Sam Vang og Cecil Weihe gjørdust ávíkavist nummar 11 og 12. Samanlagt gjørdist føroyska liðið nummar fimm. Hjá kvinnunum tók Rigmor N. Arge lut fyri Føroyar, men hon mátti gevast, tá teinurin var á leið hálvrunnin. Við ein- um penicilin-kuri í blóðinum, var orkan at renna snøgt sagt ikki til staðar. -jm Saaremaa vann Talan varð um sannan gysara, tá mansfinalan í flogbólti var á skránni hósdagin. Bermuda legði best út og vann tey bæði fyrstu settini, men Saaremaa noktaði at geva seg. Teir tóku tey trý næstu settini, hóast tað stóð nógv á í nøkrum teirra, og soleiðis kundu teir aðru ferð á rað fáa gullmerki. Settúrslitini vóru 24-26, 20-25, 25- 19, 25-23, 15-13. -jm Guttorm Sørensen var fyrsti føroyingurin um málstrikuna Triðju oyggjaleikirnar á rað tóku fótbóltskvinnurnar gullið. Men hóast sigurin enn einaferð var tryggur, so vóru leikirnir hesa ferð meira áhugaverdir ítróttarliga FÓTBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Tað var punktum við manér, tá føroysku fótbóltskvinnurnar frígga- dagin spældu sín seinasta dyst á oyggjaleikunum. Gullið var langt síðani komið til høldar, men fyri tað hildu kvinnurnar seg ikki hava nakra orsøk at taka sær av løttum. Tær søktu støðugt á málið, og tað tók heldur ikki langa tíð, áðrenn hol var komið á, og so var bara at telja. Og sum onkur áskoðari tók til móti dystarenda, so mátti hesin úr hosunum, um fylgjast skuldi við í málskjótingini. Skal takast saman um kappingina hesaferð, so skerst ikki burtur, at tað úr einum føroyskum sjónar- horni var áhugvart, at Bermuda nú hevði teknað seg til, eins og Áland aftur var við. Tí hóast talan aftur varð um fult stigatal til okkara, so gav hetta nakað meira av kapping, og kunnu eitt nú Gotland eisini koma við einum liði næstu ferð, so verður kappingin straks enn meira áhugaverd fyri okkara. Tí tað man neyvan vera nakar ivi um, at okkara aftur ætla sær gullið um tvey ár. Og hóast útskifting- in í kvinnufótbolti oftani er stór, so prógvaðu fleiri av yngru spælarunum, at tær væl og virðiliga eru førar fyri at lyfta arvin, tá tann tíðin kemur. Jacoba Lang- gaard prógvaði ferð eftir ferð, at hon hevur eitt fram- úr eyga fyri spælinum. Ása Dam á Neystabø setti seg mest sum á alla høgru síðu í hvørjum dysti, og á sama hátt tóku fleiri av hinum yngru spælarunum møgu- leikan, tá hann kom. Alt í alt ein oyggjaleika- kapping, sum helst mundi geva kvinnunum meira venjing enn tær báðar undanfarnu. Men tað var kanska eitt sindur spell, at dystirnir móti Álandi og Bermuda vóru somikið tíð- liga í kappingini. Men tað er kanska eisini nakað, sum kann betrast til næstu ferð. Men tað kann úrslitið neyvan. Enn einaferð sýndu føroysku kvinnurnar, at tær eru tær sterkastu, tá tað ræður um spælið við leður- kúluni. Og tað er ein trúna, sum tær altso kunnu sita trygt á í øllum førum tvey ár afturat Mary-Ann Isaksen, Malena Josephsen og Ann Olsen renna triumferandi móti áskoðarunum. 12-0 í seinasta dystinum, og gullið í kvinnufótbólti er framvegis føroyskt Føroyar-Guernsey 12-0 (6-0) 1-0:Vivan Bjartalíð 2-0: Halltóra Joensen 3-0:Vivian Bjartalíð 4-0: Rannvá Andreasen 5-0: Rannvá Andreasen 6-0: Rannvá Andreasen 7-0: Rannvá Andreasen 8-0: Halltóra Joensen 9-0: Rannvá Andreasen 10-0: Sólvá Joensen 11-0: Sólvá Joensen Føroyar: Randi Wardum - Asta Magnussen, Bára S. Klakstein, Unn Kragesteen, Súsanna Hansen -Ása Dam á Neystabø (Sólvá Joensen, 72., Rannvá Augustinussen, Jacoba Langgaard (Rakul Magnussen,60.),Vivian Bjartalíð - Halltóra Joensen (Malena Josephsen, 60.), Rannvá Andreasen FAKTA UM DYSTIN Reint hat-trick