leygardagur 16. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
15
Bronsan
í tví-
mans-
leikinum
Borðtennis-lands-
liðið er í fullari
ferð við heiðurs-
merkjasavnanina,
sum helst verður
tann størsta nakr-
antíð
BORÐTENNIS
Jákup/Eyðun
Sandwick: Beint undan
evstamarki okkara stóð
greitt, at Thomas Ras-
mussen og Kjartan Eli
Hentze
høvdu
tapt
hálvfinaluna í tvímans-
leikinum
á
oyggja-
leikum. Eftir at teir
báðir einki sett høvdu
mist á veg til hálvfinal-
una, gjørdist mótstøðan
ov sterk frá Jersey
búgvum, sum í einum
sera spennandi dysti
vunnu 3-2. Settúrsltini
vóru 7-11, 11-7, 11-7,
8-11 og 11-8.
Enn eru tó fleiri heið-
ursmerki á veg á borð-
tennis. Eftir evstamark
okkara skuldu hálv-
finalunar í einmansleiki
spælast.
Her skulu Kjartan Eli
og Thomas spæla ímóti
einum pari av Jersey,
umframt at teir báðir
føroyingarnir
eisini
skulu spæla - ímóti
hvørjum øðrum - í
kappingini fyri einstak-
lingar. So har verður
talan um tvey heiðurs-
merki,
harav
annað
verður úr bronsu. So er
spurningurin
bara,
hvørjum metalli seinna
medaljan verður úr.
Kjartan Eli Hentze og
Thomas Rasmussen máttu
í hálvfinaluni lúta fyri
tveimum Jersey-búgvum
Aksel vónbrotin av
sínum mistøkum
Aksel Poulsen tapti
finaluna í einmans-
leiki í badminton,
men silvurið og
bronsan til hann og
Ragnar Rasmussen er
tað besta úrslitið,
sum føroyingar
nakrantíð hava fingið
á Oyggjaleikum
BADMINTON
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick:
Fríggjadagin
spældi
Aksel
Poulsen
finaluna í einmansleikinum
í badminton á Oyggjaleik-
unum.
Dysturin var ímóti tí sera
væl spælandi Bror Madsen
úr Grønlandi, sum á veg til
finaluna hevði sent tveir
aðrar føroyskar spælarar úr
kappingini.
Og tað eydnaðist heldur
ikki Akseli Poulsen at fáa
bilbukt við tann kvika
grønlendska spælaran, sum
vann dystin 2-0
– Eg er ikki so væl
nøgdur við avrikið. Eg
fylgdi planinum hjá mær
við at koyra hann runt, men
eg gjørdi so nógvar feilir,
nógv fór út, og tað ávirkaði
spælið hjá mær, og eg bleiv
ósikkur, segði ein troyttur
Aksel Poulsen eftir dystin.
Hví endaðu so nógvir
bóltar hjá tær uttanfyri?
– Kanska er bólturin í so
skjótur, ella kanska eri eg í
so spentur. Fyrradagin lógu
allir bóltarnir beint innafyri
strikuna, men í dag endaðu
teir beint uttanfyri.
Kláraði at temja Bror
Fyrsta settið vann Bror
Madsen rímiliga sannfør-
andi, men í næsta settinum
fekk hann nógv harðari
mótstøðu, og Aksel Poulsen
var eitt skifti á odda í
hesum setti. Men so kom
Bror Madsen fyri seg aftur
og vann eisini næsta settið.
– Hann hevur eina sera
sterka forhond, sum han
hevur vunnið nógvar bóltar
við, men eg kláraði nokk so
væl at halda honum burtur
frá tí í dag. Men haraftur-
ímóti fekk hann nógv stig
burtur úr mínum feilum,
segði Aksel Poulsen.
Men at vinna silvur á
Oyggjaleikuum, hvussu er
tað?
– Jú, tað er ikki so galið,
men nú skal eg líka koma
niður á jørðina aftur.
Afturat silvurmerkinum
til Aksel Poulsen, vann
Ragnar Rasmussen bronsu,
og tað er besta úrslitið hjá
føroysku badmintonspælar-
unum á Oyggjaleikum.
Heri Ziska ein av
teimum døgunum, tá
einki vildi bera til, og
so mátti hann veittra
farvæl til heiðurs-
merkini, sum hann
mest sum hava havt
fyri vana at vinna
KRINGLUVARP
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Frælsi ítrótturin
hevur undan seinasta kapp-
ingardegnum á oyggja-
leikunum framvegis ikki
vunnið
nakað
heiðurs-
merki. Tað er ein støða,
sum er mest sum púrasta
óhoyrd fyri okkara við-
komandi, og niðurtúrurin
hesa ferð varð kanska best
undirstrikaður, tá kringlu-
varpið - diskos - var á
skránni hósdagin.
Hetta plagar at vera
greinin, har Heri Ziska
kastar seg til gull, og sum
so byrjaði kappingin eisini
hampuliga væl. Heri tveitti
klingruna út á 42,38 metrar,
og í fyrstu atløgu rakk hetta
til bronsupláss.
Einki bar til
Men síðani gekk heilt gal-
ið. Hóast summi av køstun-
um komu langt úteftir, so
var kósin áhaldandi skeiv.
Somikið skeiv, at køstini
alla tíðina lendu uttan fyri
breytina, og tá verða tey
altso ikki góðkend.
Heri varð eisini yvirhál-
aður í bronsudystinum, tá
ein Cayman-búgvi streyk
hálvan metur framvið, og
sum eftirverandi køstini
fækkaðust í tali, vaks trýst-
ið á føroyska essinum
alsamt.
Tað plagar annars at vera
eitt trýst, sum Heri trívist
væl við, og fleiri ferðir hava
vit sæð hann kasta sítt besta
kast í seinastu royndini,
men altso ikki hósdagin.
Hesaferð varð kringlandi
verandi á breytini, men
metrarnir vóru nakrir og
tredivu í tali, og tað var
altso ikki nóg mikið til at
fáa heiðursmerki á hesum
sinni. Anastasios Gimoukis
av Rhodos fór hesaferð
avstað við gullinum, og var
besta kastið hjá honum
46,41 metrar.
Aksel Poulsen stríddist
manniliga og kláraði rímiliga
væl at temja sterka
grønlendska spælaran, men
hann gjørdi nógv mistøk,
sum kostaðu stig
Gulldreymur-
in brast
Har vildi snøgt sagt einki bera til, tá Heri Ziska hósdagin royndi seg í yndisgreinini,
kringluvarp