Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 134 - 16. juli 2005 Úr skugganum Triðju ferð á rað varð talan um fimm sett, tá føroysku kvinnurnar skuldu basa Saaremaa. Og fyri fjórðu ferð á rað eydnaðist eisini at taka gullið FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Fimta settið var eingin ivi. Føroysku kvinn- urnar sýndu, hvør var kaldari, sterkari, harðari og betri. Tí hóast flogbólts- finalan enn einaferð gjørd- ist til eina spennandi upp- gerð móti Saaremaa, so skein klassin hjá okkara kvinnum ígjøgnum. Sami klassi var kanska ikki so lættur at fáa eyga á fyrsta settið. Bæði liðini tóktust vera nakað varin, soleiðis at grundspælið fyrst kundi fáast upp á pláss, áðrenn hugsað varð um at leggja nakað stórt trýst á mótstøðuna. Tað gekk tó sera striltið hjá okkara at koma veruliga í dystin. Servurnar vóru hálvgum vánaligar, og eis- ini frammi við netið vórðu fleiri mistøk gjørd, soleiðis at Saaremaa miðskeiðis í settinum fekk togað seg nakað frá. Við góðari hjálp frá stóru fjøldini, sum mundi telja einar 300 Føroyar-fjepparar móti teimum 25 frá Saaremaa, eydnaðist tó spakuliga at fáa glið á. Nóg mikið til settið var tað ikki, men fyri dystin var tað helst sera týdningarmikið. Karin togaði alt liðið upp Spakuliga setti føroyska liðið seg alsamt tyngri á dystin. Fyrstu bóltarnir í næsta settinum vóru kanska javnir, men okkara framdu nú langt ífrá somu mistøk. Grundspælið tóktist vera komið veruliga upp á pláss, og so kundu tær eisini byrja at leggja trýst á. Sum vant kundi man freistast at siga, so var tað oftani til Gudrid, at upp- spælið kom, men hóast hon eisini megnaði væl at smasha bóltarnar niður, so var nokk eingin ivi um, hvør stórspælarin hjá føroyska liðnum var í slag- num hesaferð. Karin Mikkelsen hevur ikki hæddina, sum vanliga verður roknað sum neyð- ugt, tá leitað verður eftir flogbóltsspælarunum. Men sum tikið verður til, so hevur hon so nógv annað. Millum annað ein óbend- andi stríðsvilja, sum bæði lýsti av henni, hvørja ferð ein bóltur varð vunnin. Og ikki minst, so megnaði hon eisini at smitta hinar á lið- num við sama vilja. Juanna byrjaði at leggja hevingar- nar alt betri, Helen og Herborg gjørdu alsamt meira um seg framman fyri netinum, og hetta tóktist eisini stressa mótstøðuna. Ikki minst, tá okkara kvinn- ur miðskeiðis í settinum einar tríggjar ferðir vunnu drúgvar bóltar. Nakað sum kostar kreftir. Bæði krops- liga og ikki minst sálarliga. Tordu ikki at vinna Og so tóktist allur ivi vera burtur. Føroysku kvinnur- nar fóru skúmandi gjøgnum triðja settið. Saaremaa-kvinnurnar tókt- ust mest av øllum øllum mótfalnar, og mistøk í hópatali góvu skjótt okkara eina greiða leiðslu. Tað kundi nærum ikki enda við øðrum enn gull- Føroyar-Saaremaa 3-2 (20-25, 25-22, 25-14, 22-25, 15-3): Mighty Faroes Lerwick: Hóast hon eftir hondini má roknast millum tær garvaðu á flogbóltslandsliðnum, so hevur Juanna S. Joensen ikki verið so eyðsýnd í hesum seinnu árini. Hetta tí leiklutur hennara í trý ár hevur verið sum hevari, og fram til oyggjaleikirnar hevði hon her staðið í skugg- anum av Marjun Kalsø, sum hálva vegna má roknast sum ein legenda í føroyskum kvinnu- flogbólti. Men sjálv helt Juanna ikki, at tað hevði volt henni teir heilt stóru trupulleikarnar, at hon nú var tann, sum skuldi loysa Marjuna av. - Tað veit eg ikki. Sjálvandi var onkur, sum tosaði um tað, og útskift- ingina, sum, annars hevur verið á liðnum. Men eg haldi, at vit bara hava gingið frískt til tað. Sjálv havi eg eisini spælt hevari í bestu donsku deildini í trý ár, so eg roknaði við, at tað skuldi ganga. - Og eg haldi eisini, at hóast vit hava havt lítla tíð at spæla liðið saman í, so hevur tað gingið væl við hesum. Vit hava bara roynt at spæla frítt, og so bara vónað, at tað skuldi røkka, tí sjálvandi hevur liðið havt ein tungan arv at lyfta. Tú tosar um at spæla frítt. Í fjórða settinum í dag sá ikki út til, at tit spældu serliga frítt? - Móttøkurnar gjørdust kanska nakað kramp- aktigar, og so komi eg út at renna heldur nógv. Tað ger tað truplari at heva, og so er tað lætt hjá teim- um at lesa, hvar bóltarnir koma. Men vit komu tíbetur sterkt aftur. Men var tað ikki tungt at fara undir fimta settið, tá tit júst høvdu verið í einum slíkum aldudali. Jú, men vit søgdu beinan vegin við hvønn annan, at nú vóru tað bara fimtan stig. Og tí skuldu vit avstað beinan- veg. Tað riggaði, og tá eru tað tær, sum verða nervøsar og gera mistøkini. Og tað skulu kanska eisini verða fimm sett, tá Saaremaa stendur hinu- megin netið? - Ja, tað sær tað út til. Hetta var so í øllum førum triðja ferðin á rað, at vit vinna soleiðis. Vit mugu jú halda kondi- tiónina við líka! -jm