Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 17 Fightarin Lrewick: Hóast hon enn telist millum tær yngstu á liðnum, og hóast royndirnar nú bert telja tvær oyggjaleikaluttøkur, so átti Karin Mikkelsen sín stóra heiður í gullmerkjunum. Ikki minst í næsta settinum, tá dysturin vendi, var tað hon, sum geilaði føroyska liðið upp. Eisini hóast hesar telja spælarar, sum eru bæði eldri og nakað nógv meira rutineraðar. Nakað sum tó ikki merkti Karina sjálva. - Tú hugsar kanska um tað at byrja við. Ikki minst nú eg brádliga taldist millum teirra, sum byrjaðu fast inni. Men tá dysturin er byrjaður, so hugsar tú bara um at gera títt besta. Gert tú tað, so kanst tú ikki gera meira. Og sjálvt um hinar hava spælt bæði fimm og seks oyggjaleikir, so kann mann gott rópa eftir teimum? - Ja. Tað kann mann gott. Tað týdningarmesta er, at liðið spælir væl, og at vit allar alla tíðina stuðla hvørjari aðrari. inum, men ein finala móti Saaremaa er ikki verulig, um hon ikki gongur yvir fimm sett. Men fremstu orsøkina til, at finalan gekk yvir fimm sett, áttu føroy- sku kvinnurnar sjálvar. Óttin fyri at vinna kom brádliga inn í spælið. Held- ur enn at halda fast í góðu gongdini og harvið royna at avgera dystin, valdu okkara nú í nógvum førum tryggu loysnina. Servurnar gjørd- ust bleytari, sligið varð ikki ígjøgnum í smashunum, og tá Saaremaa so fekk møguleikan, tóku tær av. Frá 11-19 broyttist støð- an til 15-19, og tó at okkara royndu at toga aftur, so vildi tað ikki rigga heilt. Mighty Faroes Men luftin, sum steðgurin millum settini gav, setti tó alt upp á pláss. Longu áðrenn seinasta settið høvdu smílini vunnið á nervunum hjá okkara. Nakað sum als ikki hendi hjá Saaremaa. Føroyar lupu alt fyri eitt avstað, og fyri sovítt kundi steypið longu verið handað, tá tað stóð 5-1. Eftir hetta var talan at kalla ikki um mótstøðu frá Saaremaa. Sjálvt teir lættastu bóltarnir góvu ógvusligar trupul- leikar, og stigini rapaðu inn á føroysku hálvuna. 15-3 gjørdist úrslitið av tí settinum, og so mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Heldur ikki hjá Paul Johnson, sum áhaldandi hevði hildið áskoðararnar heitar, so hesi kundu heppa »the Mighty Faroes«. Framvegis tær bestu. Saaremaa fekk aftur hesa ferð trýst føroysku flogbóltsdrotningarnar í fimm sett, men aftur hesa ferð vórðu tað kortini okkara, sum endaðu ovast