Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 134 - 16. juli 2005 Føroysku menninir sýndu kanska mest sannførandi avrikið í kappingini, tá teir í bronsudystinum vundu burtur úr Álandi FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Bronan skuldi heim. Tað vóru boðini undan seinasta dystin hjá føroysku flogbóltsharrun- um, og tað varð eisini gjørt uttan nakað sum helst hóvasták. Føroyska liðið sýndi kanska mest sannførandi avrikið av øllum í kapping- ini, og hóast okkurt settið var tættari enn onnur, so var ongantíð veruligur spenn-ingur um úrslitið. Blokkurin stóð rætt, móttøkurnar riggaðu og ikki minst, so koyrdu servurnar eisini. So um ikki annað, so fingu menninir eitt plástur upp á sárið eftir mista finaluplássið, og hóast alt, so var liðskiparin, Rúni Weihe, eisini hampuliga nøgdur eftir dystin. Ein dyst, sum Rúni sjálvur av- gjørdi, tá hann sera hós- kandi hamraði seinastu servuna yvir um somikið hart, at álendingarnir als ikki megnaðu at taka ímóti. - Bronsan er so betri enn einki, men eg framvegis ótrúliga vónbrotin av dyst- inum í gjár. - Tá tað er sagt, so haldi eg framvegis, at vit geva eitt flott avrik í dag. Fleiri av spælarunum hava næst- an ikki sovið av berari frustratión, men kortini spæla vit ein fínan dyst. Ikki minst tí vit í dag serva tað besta, sum vit hava servað í kappingini. Men tað er eitt sindur keðiligt, at tað ikki kom upp á pláss fyrr enn nú Kann tað ikki eisini vera, tí tit ikki hava sama trýstið á tykkum í dag? - Nei. Tað haldi eg ikki. Trýstið var eins stórt í dag, tí vit vita, at vit eru betri enn Áland. Og tí skuldu vit hava bronsuna. Tað megn- aðu vit so eisini við einum flottum dysti, men tað var bara stórt spell, at hetta avrikið kom ein dag ov seint helt Rúni Weihe eftir dystin - Bronsan er so betri enn einki, men eg framvegis ótrúliga vónbrotin av dystinum í gjár, helt føroyski liðskiparin Føroyar-Áland 3-0 (25-21, 25-15, 25-22): Ein dag ov seint Á fjórða plássinum Undan seinasta kappingardegnum høvdu Føroyar togað seg fram um Bermuda í samlaðu støðuni yvir heiðursmerki á leikunum. Hósdagurin kastaði fýra gullmerki av sær, og tað lyfti altso Føroyar upp á fjórða plássið í samlaðu støðuni. Møguleikin at taka Jersey á triðja plássinum í samlaðu støðuni er ikki til staðar, men við møguleikanum fyri onkrum gullmerki afturat tí, sum bíðar fótbóltskvinn- unum, er ikki óhugsandi, at Føroyar kunnu halda fast um verandi plássið, har vit altso eru fjórða sterkasta tjóðin á leikunum. Heiðursmerkjabýtið undan seinasta kappingaredegnum var hetta: gull silvur bronsa 1 Guernsey 34 29 21 2 Isle of Man 27 26 22 3 Jersey 26 23 30 4 Føroyar 11 9 17 5 Bermuda 10 13 8 6 Gotland 8 5 10 7 Hetland 7 9 16 8 Cayman 6 4 4 9 Gibraltar 5 3 4 10 Ynos Mon 4 2 2 -jm Lerwick: Blandaði tví- mansleikurin í badminton var á skránni á Anderson College hósdagin. Føroysku umboðini vóru her Guðri Poulsen og Erland Poulsen, og fyrstu tveir dystirnar gekst eisini heilt væl hjá teimum báð- um. Tey vunnu fyrst trygt á einum pari av Bermuda, áðrenn tey komu í fjórð- ingsfinaluna við einum 15- 12, 15-13 sigri á einum pari av Isle av Man. Men so gekk tað ikki longur. Seedingin hevði lagað tað soleiðis, at Gurði og Erland í fjórðings- finaluni hittu sterkasta hetlendska parið. Og hesi vóru alt, alt ov sterk til førosyku spælararnar. 15- 5,15-2 varð úrslitið av dystinum, so tað eydnaðist altso ikki at leggja enn fleiri heiðursmerki afturat teimum báðum, sum longu eru fingin til høldar í badminton. -jm MATUR OG VATN Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: Cola ella vatn. Chips ella pasta. Nei, tað er ikki líkamikið, hvat ítróttarfólk stoyta og stappa í munnin. Tá ið tað snýr seg um brøkpartar av sekundum, sum avgera kappingar, hevur tað eisini týdning, hvat ítrótt- arfólkini eta og drekka. Ella hevur tað? Vit tóku svimjaran og medalju- vinnaran Kristian Olsen á bóli Kristian, hvat hevur tú etið á Oyggjaleikunum? – Eg havi nógv pasta, friturustokt epil. Ræðu- liga nógv feitt er tí, so eg havi roynt at ansa eitt sindur eftir. Tað hevur verið til døgurða hvønn dag. Til nátturða hevur tað verið pasta, og ja…. Hvat etir tú til seinastu máltíðina, áðrenn tú skalt kappast? – Tey brúka øgiliga nógv pasta her, og tað er eisini tað, sum kanska riggar best. Annars hava vit fingið nokk so nógva vatnmelón, tað er ordiliga lekkurt. Passar vatnmelón ikki rættiliga væl til ein svimjara? – Jú, tað passar deiliga væl til. Hugsar tú nógv um, hvat tú etir? – Ja, eg havi roynt at ansa nokk so væl eftir. Vit hava fingið nógv chips, men tað havi eg ikki etið so nógv av. Fyrst át eg tað slettis ikki, men so havi eg etið eitt sindur, tí tað blívur so keðiligt bara at eta pasta. Hvønn mat hevur tú saknað mest, meðan tú hevur verið her á Oyggjaleikunum? – Eg gleði meg at koma heim at fáa fisk frá mammu, og eg havi sakna eplir við nógvari sós. Hevur tú etið nakað grill ella annað svans? – Nei, tað havi eg ikki. Vit hava ongantíð enn verið úti og etið. Vit hava bara etið umborð á skipinum, og har hevur tað mest verið pasta. Er tað ikki eitt sindur keðiligt? – Jú, og tað er tí, at eg gleði meg at koma heim til mammu mína at fáa ordiligan mat. Er fastfood ikki gott fyri ein svimjara? – Nei, sjálvt um tað er skjótt, so er tað ikki gott fyri svimjingina. Og ein svimjari, drekkur hann nógv vatn? – Ja, eg havi ligið um einar tveir litrar um dagin, og so havi eg drukkið mjólk umborð á skipinum. Og hevur tú svølt nakað klorvatn? – Nei, vatnið er so nógv skitnari her enn í Føroyum, so eg havi roynt at lata vera. Fastfood er einki fyri ein skjótan svimjara Ov sterkir hetlendingar