Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 19 25 ára gamli Jógvan Niclasen hevur sein- astu vikuna verið við á sínum fyrstu Oyggjaleikum, og hann helmaði ikki í, fyrr enn hann hevði vunnið fýra gullmerki í bogaskjóting. Hann var suverenur í teim- um nervapirrandi og avgerandi skotunum BOGASKJÓTING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Jógvan Niclasen Navnið hevur kanska ikki sagt øllum føroyingunum so nógv higartil. Men navnið rungar mill- um bogaskjúttarnar á Oyggjaleikunum í Hetlandi, og tað ekkóar heilt til Føroya. 25 ára gamli havnamað- urin hevur tikið øll á bóli bogaskjótikappingunum. Tann róligi handverkarin gera einki hóvasták burtur úr sær sjálvum, men hann hevur verið heilt suverenur í teimum tøttu og avgerandi skotunum í Hetlandi. Ongar nervar Tá ið onnur byrja at gera mistøk, hevur Jógvan Niclasen bara verið full- komiliga tryggur – og púra ónervaður av trýsti og vónum. – Um tú fyrst blívur ner- vøs, so er tað næstan liðugt. So kanst tú næstan pakka saman, tí tá byrjar tú at gera býttar feilir, sigur Jógvan Niclasen. Men hetta trýstið tykist ikki nerva teg? – Nei, tað hevur tað ikki gjørt, men eg veit ikki, um tað fer at koma seinni. Helt langan steðg Jógvan Niclasen hevur skotið við boga í eini 13 ár samanlagt, men tá ið hann fór í læru sum handverkari legði hann boga og píl á hillina og helt ein fýra ára langan steðg frá boga- skjótingini. Nú arbeiðir hann sum handverkari, men hann er eisini farin at skjóta aftur. – Á seinastu Oyggjaleik- unum hugdi eftir beiggja mín, tá ið hann skjeyt, og so keypti eg mær ein boga og byrjaði av nýggjum at skjóta, sigur hann. Og eftir stuttari tíð hevur hann skotið seg fram mill- um allar hinar bogaskjúttar- nar, og sum nýggjur maður í feltinum á Oyggjaleikun- um var hann í serflokki og vann fýra gullmerki – tvey sum einstaklingur og tvey saman við liðnum í com- pound. Byrsuskjúttin Marius Joensen var við heilt har frammi, tá ið skeet-skjótingin varð avgjørd hósdagin. Hann lá seint í kappingini á odda og frammanfyri olympiska skjúttan av Álandi, men misti nøkur av teimum seinastu skotunum SKJÓTING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Tingwall: Marius Joensen tryggjaði hósdagin Føroy- um eitt bronsumerki í skjót- ing. Marius var við í skeet- skjóting fyri einstaklingar, og hann kom í finaluna í kappingini. Í finaluumfarinum klár- aði Marius eina løtu at toga seg fram á fremsta plássið, og hann lá hesa løtuna frammanfyri olympiska meistaran av Álandi, Lennart Akerblom. Men Marius misti nøkur av seinastu skotunum, og kappingin var so tøtt, at hann endaði á bronsu- plássinum. – Eg eri væl nøgdur við bronsuna. Kanska mangli eg eitt sindur av dystarvenj- ing til at kunna vinna ein slíka kapping, so hetta var fínt, segði hann eftir finaluna. Mangla kappingar Marius Joensen venur nógv, men tað er avmarkað við avbjóðingum innan skjóting í Føroyum. – Í Føroyum er bara eitt felag, og vit mangla kapp- ingar. Tað sæst aftur her á Oyggjaleikunum, tí móti endanum misti eg leiðsl- una. Eg hevði møguleikan at vinna gull, men hinir skjúttarnir hava nógv fleiri royndir frá altjóða kapping- um til at verða við í so tættari kapping, segði Marius Joensen. Hann endaði á 120 dúgv- um, meðan teir báðir álendsku skjúttarnir, sum endaðu framman fyri, høvdu ávíkavist 122 og 123 dúgvur. – Eg hevði als ikki roknað við, at eg skuldi fara at klára meg so væl á Oyggjaleikunum, so fari eg væl nøgdur heimaftur. Handverkarin bukaði hinar – Um tú fyrst blívur nervøs, so er tað næstan liðugt. So kanst tú næstan pakka saman, tí tá byrjar tú at gera býttar feilir, sigur Jógvan Niclasen, sum var ísakaldur í teimum avgerandi kappingunum Marius argaði olympiska meistaran Fyri fyrstu ferð í 12 ár vóru føroyskir byrsuskjúttar við í Oyggjaleikum, og Marius Joensen vann bronsu í skett- skjótingini