leygardagur 16. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 134 - 16. juli 2005
Kvinnurnar
hevndu tapið
hjá Jacob
Fyri 35 árum síðani tapti hjálparvenjarin
hjá fótbóltskvinnunum ein dyst á leik-
vøllinum í Scalloway. Hósdagin fekk hann
hevnd við hjálp frá kvinnulandsliðnum
FÓTBÓLTUR
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Scalloway: Í 1970 spældi føroyska fótbóltslandsliðið
ein dyst ímóti Scalloway á Fraser Park. Tað gekk einki
serligt, tí tað sterka liðið hjá Scalloway vann heili 5-0.
Ein av spælarunum á føroyska landsliðnum var Jacob
Thomsen, sum nú er hjálparvenjari hjá føroyska
kvinnulandsliðnum í fótbólti, og hósdagin vitjaði hann
aftur á Fraser Park.
– Eg kendi beinanvegin hetta stadionið aftur, tá vit
komu her at spæla í dag. Eg minnist húsini rundan um
og vøllini, segði Jacob Thomsen, eftir at dysturin hjá
kvinnunum var av.
Fekk hevnd
Hetta var fyrsti landsdysturin millum fótbóltskvinn-
urnar hjá Føroyum og Hetlandi, og hann varð spældur
júst 75 ár eftir, at Føroyar og Hetland spældi fyrsta
landsdystin hjá monnum.
Og Jacob Thomsen fekk hevnd, nú hann vitjaði aftur
á Fraser Park. Kvinnulandsliðið bukaði vertirnar av, og
sigurin gjørdist heili 9-1.
Hetlendska liðið, sum als ikki stóð mát við føroyska
liðið, kláraði tó at javna leiðsluna hjá føroyska liðnum,
men so koyrdi tokið, og Føroyar skutu átta mál afturat.
Oyggjaleikir, 4. umfar, 14. juni 2005
Føroyar-Hetland 9-1 (4-1)
1-0: Malena Josephsen, 11.
1-1: Lisa Johnston, 21.
2-1: Mary-Ann Isaksen, 26.
3-1: Rannvá Andreassen, 33.
4-1: Rannvá Andreassen, 34.
5-1: Ása Dam á Neystabø, 52.
6-1: Malena Josephsen, 56.
7-1: Elin Katrina Haraldsen, 77.
8-1: Ása Dam á Neystabø, 78.
9-1: Jacoba Langgaard, 83.
Føroyar: Laila Jespersen – Ann Olsen, Bára Skaale
Klakstein, Unn Kragesteen, Súsanna Hansen – Ása
Dam á Neystabø, Rannvá Augustinussen (Sólvá
Joensen, 61.), Jacoba Langgaard, Mary-Ann Isaksen –
Malena Josephsen (Elin Katrina Haraldsen, 61.),
Rannvá Andreassen (Rakul Magnussen, 46.)
Føroyskir boga-
skjúttarnir gjørdu eitt
rættilig skjótálop á
Oyggjaleikunum, og
eftir einum degi
vunnu føroyingarnar
gull í tveimum
liðkappingum og
fingu gull, silvur og
bronsu í einstaklinga-
kappingini
BOGASKJÓTING
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Føroysku boga-
skjúttarnir høvdu ein gyltan
dag í Lerwick hósdagin.
Kappast var í sonevndu
head-to-head kappingini,
og her vóru føroysku
skjúttarnir rættiliga stinnir.
Bæði í compound og í
recurve fyri einstaklingar
komu føroyingar í finaluna,
og í aðrari finalui eydnaðist
tað at vinna gull.
Tað var í compound, har
Jógvan Niclasen kláraði at
toga seg um kappingar-
neytan, hóast hann í fyrsta
umfarinum hevði eitt vána-
ligt skot og kom trý stig
aftarum.
– Tað eru ikki so nógvir
pílar at gera gott við í
hesari kappingini, men eg
royndi mítt besta, og eg
kláraði at koma trý stig
fram
um
hann,
sigur
Jógvan Niclasen.
Schandorff Vang fekk
bronsu í compound-kapp-
ingini.
Liðini vóru suveren
Í recurve skjótingini var
Absalon Hansen í finaluni,
og hóast hann hevði munin
eftir seks teir fyrstu píl-
arnar, skjeyt hann so illa í
triðja umfarinum, at hann
reyk aftur um, og hann
kláraði ikki at taka seg fram
um aftur unga skjúttan av
Ynes Mon.
– Hatta var bara av nerv-
um. Hann er ikki betri
skjútti enn eg, men eg
kiksaði nøkur skot, og so
var einki at gera, sigur
Absalon Hansen.
Hann kundi tó fegnast
um, at hann skjeyt væl í
finaluni fyri lið í recurve,
og
har
eydnaðist
tað
honum, Rógva Mohr og
Anniku Vang at vinna gull
við stórum muni.
Føroyska liðið legði seg
fram um beinanvegin, og
leiðslan bara vaks fram
móti endanum.
Í compound-skjótingini
høvdu Schandorff Vang,
Jógvan Niclasen og Sigrid
Vang munin allatíðina. Hjá
teimum var munurin ikki so
stórur sum hjá recurve-
skjúttunum,
men
com-
pound-liðið fekk eisini
gullið heim.
Liðið í recurve-skjótingini var í flokki fyri seg og var langt framman fyri næsta liðið. Her fegnast Absalon Hansen, Rógvi Mohr og
Annika Vang um gullið
Pílar og skot,
Føroyar!
Jacoba Langgaard spældi allan dystin á miðvøllinum, og
hon gjørdi seinasta føroyska málið ímóti Hetlandi