leygardagur 16. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
21
Evropeiski dreymurin livur
B36 hevur ein góðan
møguleika at spæla
seg víðari í UEFA-Cup
kappingini, eftir at
teir hóskvøldið megn-
aðu ein 1-1 javnleik
móti íslendska ÍBV í
Vestmannaoyggjun-
um
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Beinanvegin sum lutakastið
til ársins UEFA-Cup kapp-
ing hevði verið, og tað var
greitt, at B36 skuldi dystast
við íslendska ÍBV, vóru tað
fleiri fótbóltskønir føroy-
ingar, ið søgdu, at hetta var
ivaleyst besti møguleikin
nakrantíð hjá einum før-
oyskum liði at spæla seg
víðari í evropeiskari kapp-
ing. At nakað var um prá-
tið, prógvaði B36 í Vest-
mannaoyggjunum
hós-
kvøldið.
Innlegg endaði í
netinum
B36 fekk eina dreymabyrj-
an upp á dystin, tá ið teir
longu í 6. minutti løgdu seg
á odda. Ungi framherjin
Bergur Midjord var upp á
spæl úti í aðrari síðuni, og
hann sendi eitt væla inn-
legg móti ÍBV-málinum.
Allan Mørkøre kom tusk-
andi móti bóltinum, og
veteranurin, Birkir Kristin-
son, í málinum hjá ÍBV
væntaði ivaleyst, at gamli
liðfelagin hjá honum fór at
snitta bóltin, men tað gjørdi
Allan ikki, og so var mál-
verjin fullkomiliga snýttur,
og innleggið hjá Bergi
endaði í netinum.
Hetta var vorðið sum
byrjan hjá B36, og havn-
arliðið stóð einki aftan fyri
íslendska liðið, sum royndi
at trýsta fyri at koma upp á
javnt.
Tað eydnaðist eisini ís-
lendingunum at javna, tá ið
fyrri hálvleikur var gott og
væl hálvrunnin. Eitt ÍBV-
álop tykist rættuliga vanda-
leyst, tá ið B36'arnir eru
rættuliga óhepnir, tí bólt-
urin rakar ein av teirra
verjuleikarum og dettur fyri
føturnar á ÍBV-framherjan-
um, Petur Oskar Sigurds-
son, ið staddur áraka brots-
teigarmarkið er knappur og
sendir bóltin framvið Ják-
upi Mikkelsen og í netið til
1-1.
Høvdu risamøguleika
at taka leiðsluna aftur
Dysturin í Íslandi var
rættuliga javnur, og mál-
møguleikarnir vóru javnt
býttir millum liðini bæði.
Størsta møguleikan í seinna
hálvleiki átti B36 tó, tá ið
Allan Mørkøre á gamla
heimavøllinum hjá sær
gjørdist púra leysur við
Birkir Kristinsson, men
skotroyndin hjá klaksvík-
inginum var ikki nóg neyv
og rakti beint á málverjan
hjá ÍBV.
Sum skilst var javnleikur
eitt
rættvíst
úrslit
av
undirhaldandi dystinum, og
tað er einki at siga til, at
hýrurin var góður á B36-
hópinum, tá ið vit fingu
fatur á teimum umvegis
fartelefonina seint hós-
kvøldið.
Nú hevur B36 eitt framúr
gott
útgangsstøði
til
returdystin, sum verður á
Tórsvølli ólavsøkuaftan, og
havnarliðið kann til dømis
taka til takkar við einum
málleysum javnleiki fyri at
tryggja sær viðari luttøku.
Karmarnir til tann dystin
verða ivaleyst góðir, og tað
er einki at ivast í, at nú B36
hevur ein so góðan møgu-
leika at skriva søgu, fara
nógv fólk at leita sær niðan
í Gundadal á tjóðarhátið
okkara at geva teimum
dyggan stuðul.
ÍBV Vestmannaeyjar - B36 Tórshavn 1-1(1-1)
0-1 Bergur Midjord 6.
1-1 Petur Oskar Sigurdsson 25.
ÍBV: Birkir Kristinsson - Páll Almarsson, Bjarni Geir
Vidarson, Matthew Platt(Andrew Sam 74.), Bjarni
Holm Aðalsteinsson - Heimur Smári Gudmundsson,
Atli Johannson, Ian Jeffs, Petur Rúnolfsson - Petur
Oskar Sigurdsson(Egil Jóhannsson 89.), Steingrímur
Jóhannesson(Bjarni Rúnar Einarson 60.)
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson, Fróði Benjaminsen, Alex Jose dos
Santos - Ingi Højsted(Bárður H. Joensen 90.),
Mikkjal Thomassen, Niels Joensen(Levi Hanssen
87.), Klæmint Matras - Allan Mørkøre, Bergur
Midjord
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Allan Mørkøre,
Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord
Dómari: Adrian McCourt (N-Írl.)
Linjuverjar: John McDowell og Paul Munn
4. dómari: Adrian Ball
FAKTA
Úsetti dysturin í Gøtu
millum GÍ og TB,
sum var leiktur hós-
kvøldið, gjørdist
rættuliga rokmikil, og
nógv rok var í sam-
bandi við øll trý
málini í dystinum,
sum GÍ vann 2-1
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var annars um ein
rættuliga javnan dyst við
fáum málmøguleikum. GÍ
hevði bóltin mest, men
tvøramenn stóðu rættuliga
væl á vøllinum, og tað gekk
striltið hjá heimaliðnum at
opna tøttu verjuna hjá TB.
Ivi um øll málini
GÍ legði seg á odda, tá ið
eitt korter var farið av
seinna hálvleiki. Ein bóltur
var sendur inn í brotsteigin
hjá TB, har Óli Johannesen
og ein GÍ-leikari fara eftir
honum, og teir bresta sam-
an. Dómarin, Petur Reinert,
er ikki í iva og dømir
brotsspark til GÍ, sum Sám-
al Joensen setir í netið.
Tvøramenn vóru ógvuliga
ónøgdir við hesa avgerð.
Men eitt korter fyri tíð fær
TB javnað. Eitt hornaspark
endar inni í málteiginum
hjá GÍ, har Emanuel Larby
og GÍ-málverjin, Marcin
Dawid, fara upp eftir
bóltinum. Málverjin fer um
koll, og Larby skallar bóltin
í málið til 1-1. Nú vóru tað
gøtumenn, ið áttu tørn at
verða ónøgdir við døming-
ina, og tað gjørdi ikki støð-
una betur, at Marcin Dawid
noyddist av vøllinum við
skaða í sambandi við hend-
ingina. Fríggjadagin skuldi
Marcin Dawid til Havnar,
har røntgenmynd skuldi
takast av arminum, tí ótti
var fyri, at hann var brotin.
Sigursmálið hjá GÍ kom,
tá ið vanliga leiktíðin var
farin. Ein langur bóltur var
sendur niðan móti GÍ-
álopinum. Óli Johannesen
og ein GÍ-framherji fara
eftir bóltinum, og báðir fara
um koll. Bólturin fer longur
fram eftir vøllinum, har
Áslakkur Petersen gerst
leysur við Predrag Marko-
vic í TB-málinum, men
dómarin bríkslar bráddliga.
Tey flestu ivaðust ikki í, at
fríspark var dømt til TB,
men dómarin dømdi frí-
spark til GÍ. Tvøramenn
vóru ónøgdir, og tað vóru
gøtumenn eisini, tí Ás-
lakkur var púra leysur við
málverjanum. Men fríspark
var dømt, og tað sendi
Sámal Joensen í verjumúrin
hjá TB, so bólturin broytti
kós og snýtti Predrag í TB-
málinum.
Óli kennir seg snýttan
Tá ið vit eftir dystin tosaðu
við verjuálitið hjá TB, Óla
Johannesen,
var
hann
ógvuliga ónøgdur við leik-
lut dómarans í sambandi
við bæði málini hjá GÍ.
- Í sambandi við brots-
sparkið skal eg sparka bólt-
in burtur, tá ið ein GÍ'ari
stemplar meg á skinna-
beinið. Tá var eg glaður fyri
skinnaran, tí annars eri eg
bangin fyri, at eg hevði
brotið beinið, sigur Óli
Johannesen, sum ikki dugir
at skilja, at dómarin kundi
døma brotsspark í tí før-
inum.
Landsliðsskiparin setur
eisini
spurnartekin
við
málið hjá TB, ið hann helt
verða eitt slag av eini
kompensatión
fyri
brotssparksavgerðina.
- Tá ið teir fáa sigurs-
málið, er tað upp á eitt
fríspark, sum verður dømt
móti mær. Eg fari eftir
einum langum bólti og eri
framman fyri ein GÍ-
leikara, sum kemur í ryggin
á mær, so vit báðir fara um
koll. Bólturin stakk til ein
púra leysan gøtumann, men
dómarin bríkslaði, og eg
ivaðist ikki í, at nú fekk eg
frísparkið, sum eg átti. Men
hann dømdi til GÍ, og eg
stóð sum kánus. Eg haldi,
at tað er ótrúliga bitturt, at
vit tapa handan dystin, tí
bæði málini hjá teimum
koma eftir skeivar dómara-
avgerðir eftir mínum tykki,
sigur Óli Johannesen, sum
heldur, at burtursæð frá
áðurnevndu
hendingum
dømdi Petur Reinert væl.
Leikandi venjarin hjá GÍ,
Krzystof Popczynski, segði
eftir dystin, at hann eisini
helt iva verða um okkurt av
málunum, men hann vildi
tó ikki gera stórvegis við-
merkingar til avgerðirnar,
fyrr enn hann hevði sæð
sjónbandaupptøkurnar av
dystinum.
Rokaligt í Gøtu
GÍ-TB 2-1(0-0)
1-0 Sámal Joensen brtsp. 60.
1-1 Emanuel Larby 79.
2-1 Sámal Joensen 90.
GÍ: Marcin Dawid(Mortan Joensen 79.) - Jónreid
Dalheim, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Bjarni
Justinussen(Leivur Hansen 72.) - Símun Louis
Jacobsen(Áslakkur Petersen 65.), Sámal Joensen,
Hanus Jacobsen, Sam Jacobsen - Krzystof
Popczynski, Poul Arni Jacobsen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Ace
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Dan
Mortensen(Búi Mortensen 73.), Alexander Jovevic,
Bárður Dimon, Einar Petersen - Olivur Abraham-
sen(Hallur Christansen 73.), Emanuel Larby
Gult kort: Robert Rzecycki
Reytt kort: Poul Arni Jacobsen
Dómari: Petur Reinert
FAKTA