Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 134 - 16. juli 2005 NSÍ noyddist at taka til takkar við einum 0-3 ósigri, tá ið teir høvdu vitjan av lettiska Metalurgs í UEFA-Cup kapping- ini á Svangaskarði hóskvøldið UEFA-CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ikki nógv fólk, ið hevði leitað sær á Svanga- skarð at hyggja eftir UEFA- Cup dystinum millum NSÍ og Metalurgs, men tey fólkini, ið vóru til dystin, sóu ein hampuliga undir- haldandi dyst, har NSÍ, hóast greiða tapið, als ikki gjørdi sær fyri skommum. Stóðu væl á vøllinum Tað var eitt sindur váttligt í veðrinum hóskvøldið, og vøllurin á Svangaskarði var rættuliga hálur og bleytur, men tað tóktist tó ikki darva spælinum nakað ser- ligt. Ikki óvæntað vóru tað gestirnir úr Letlandi, sum høvdu bóltin mest, men tað gekk striltið hjá Metalurgs at spæla seg til veruligar málmøguleikar. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst tann, at verjan hjá runavík- ingum við teimum fýra Brynjólvi Nielsen, Viggo Johannesen, Óla Hansen og Jónstein Petersen, stóð rættuliga væl á vøllinum. Serliga vóru tað teir báðir í miðverjuni, Viggo og Óli, ið spældu ein heilt góðan dyst. Tað tóktist tó allatíðina bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast lettunum at seta hol á, og hetta hendi, tá ið fyrri hálvleikur var nærum hálv- runnin, men tað skuldi ein hjálpandi fótur frá NSÍ til. Metalurgs spældi seg ígjøgnum í høgra borði, og vongurin slapp aftur til baklinjuna, áðrenn hann sendi hart og flatt innfyri. Har kom Jónstein Petersen sendandi, men hann var óheppin og beindi bóltin í egið mál til 1-0. Tað skal tó sigast, at hevði Jónstein ikki rakt bóltin, so stóð ein áleypari hjá Metalurgs leysur og hevði ivaleyst skorað, um Jónstein ikki var fyrstur á bóltinum. Orkan gekk undan 1-0 var eisini støðan í hálv- leikinum, men so hvørt sum seinni hálvleikur gekk, gjørdist tað alsamt greiðari, at orkan hjá runavíkingum fór at ganga undan. Lett- isku spælararnir høvdu meiri yvirskot, og tað gjørdi eisini, at teir komu til eitt sindur fleiri mál- møguleikar. Seinni hálvleikur hálv- runnin, tá ið tað gjørdist 2-0. Enn einaferð var talan um uppspæl gjøgnum høgru síðu hjá Metalurgs, sum endaði við, at ein bóltur bleiv sendur inn í málteigin hjá NSÍ, har innskifti Maris Bruders kom fram um Jens Martin Knudsen og sendi í netið. Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn tað gjørdist 3-0. Eins og í báðum teimum fyrstu málunum var talan um eitt innlegg úr høgra borði, sum Jens Martin missir úr hondunum, og so var ein annar innskiftur leikari hjá Metalurgs, Kristaps Grebis, knappur og skoraði til 3-0. Saknur í Christan Høgna Undan dystinum var ivi um landsliðsmannin Christian Høgna Jacobsen hjá NSÍ, ið fekk ein skaða í dysti sunnudagin. Tíverri gjørd- ist Christian Høgni ikki tøkur til dystin hóskvøldið, og tað er einki at ivast í, at hann var sjónliga saknaður. Ikki minst, tí Christian Høgni hevur drúgvar royndir á grasi og frá lands- dystum, men eisini tí at hann hevði verið ein góður stuðul hjá nigeriumann- inum Ike, ið tóktist rættu- liga einsamallur í NSÍ- álopinum hóskvøldið. Men avrikið hjá runa- víkingum hóskvøldið var góðkent, og teir góvu ong- antíð skarvin yvir og stríddust um hvønn einasta bólt. Um nakar spælari skal takast fram um aðrar, so má tað verða Viggo Johanne- sen í miðverjuni, og so Helgi L. Petersen, ið roynd- ist serstakliga væl á defen- siva miðvøllinum hjá NSÍ. Á ólavsøku skal NSÍ so til Letlands at spæla retur- dystin, og tá ræður um at gera ein góðan figur. Óli Hansen, NSÍ: - Hampuliga væl nøgdir Lettarnir vóru ov sterkir Runavíkingar vóru sjáldan omaná í dystinum móti Metalurgs hóskvøldið. Her er tað Páll M. Joensen, ið fer um koll eftir ein nærdyst við ein letta. Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ-Metalurgs 0-3(0-1) 0-1 sjálvmál 21. 0-2 Maris Bruders 66. 0-3 Kristaps Grebis 72. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjólvur Nielsen, Óli Hansen,Viggo Johannesen, Jónstein Petersen - Páll M. Joensen(Hjalmar Dalbúð 85.), Helgi L. Petersen, Jústinse S. Hansen(Bogi Løkin 67.), Andy Olsen, Dánjal Hansen(Kári Hansen 75.) - Ike Metalurgs: Viktors Spole - Dzintars Zimis, Lavrentijs Mikadze, Deniss Ivanovs(Oskars Kiava 71.), Antons Jemeiins - Mindaugas Kalonas, Edijs Daoilovs, Darius Miceika, Genadijs Solooicins - Viktors Dobrecovs(Maris Bruders 56.), Aleksandrs Katasonovs(Kristaps Grebis 66.) Gult Kort: Deniss Ivanovs, Antons Jemeiins Dómari: Jouni Hietala (Finland) Linjuverjar: Jukka-Pekka Koskela og Teijo Kotinurmi (Fin) 4. dómari: Tero Nieminen (Fin) FAKTA Annar av miðverjunum hjá NSÍ, Óli Hansen, var hampuliga væl nøgdur við avrikið hjá runa- víkingum ídystinum móti Metalurgs hóskvøldið. - Teir vóru nakað betur enn vit, serliga kropsliga, men eg haldi ikki, at vit stóðu nakað aftan fyri teir reint tekniskt, segði Óli eftir dystin. Verjuleikarin helt at fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, men eftir steðgin høvdu gestirnir meiri orku, og tað gav eisini úrslit. - Teir eru eisini meiri vanir við grasi, enn vit eru. Sjálvandi kunnu vit altíð gera tað eitt sindur betur, men eg haldi, at vit sum heild kunnu verða rímuliga væl nøgdir við avrikið, segði Óli Hansen. tn