leygardagur 16. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
23
Av tí at bæði B36 og
GÍ vóru í dysti hós-
kvøldið verður dyst-
urin teirra millum í
Formuladeildini ikki
leiktur fyrr enn
mánakvøldið
FORMULADEILDINI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ikki kann sigast annað, enn
at B36 er stórfavorittur at
vinna dystin, hóast tað
hevur gingið toluliga væl
hjá GÍ seinastu umførini.
Leikbann hjá báðum
liðunum
Heimaliðið kom aftur úr
Íslandi eftir UEFA-Cup
dystin móti ÌBV seint hós-
kvøldið, og teir tykjast
verða væl fyri.
Kenneth Jacobsen fekk
reyða kortið í dystinum
móti KÍ farna vikuskifti, og
hann verður tí ikki við
mánakvøldið. Herbert í
Lon Jacobsen hevur fram-
vegis pínu í fótinum, og
ivasamt er, um hann verður
tøkur til dystin móti gøtu-
monnum.
Hjá GÍ hevur Poul Arni
Jacobsen leikbann, eftir at
hann var rikin av vølli í
útsetta dystinum móti TB,
sum var leiktur í Serpigerði
hóskvøldið. Harumframt
fekk
málverjin
Marcin
Dawid ein skaða í dystinum
móti TB, og tí verður tað
allarhelst Mortan Joensen,
ið skal verja GÍ-málið
mánakvøldið.
Hesi bæði liðini hittust í
Formuladeildini tann 8.
mai í Gundadali, og tann
dystin vann B36 greitt 3-0.
Dystaryvirlit:
16/7 Formuladeildin:
15.00 KÍ-HB
17/7: Formuladeildin:
15.00 VB-TB
15.00 ÍF-NSÍ
15.00 S
k
á
l
a
-
EB/Streymur
18/7 Formuladeildin:
19.00 B36-GÍ
Toppur og
botnur í
Klaksvík
Vanligi klassikarin
millum KÍ og HB er
hesaferð samstundis
ein uppgerð millum
botn og topp.
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Klaksvíkingar hava tapt
seks dystir á rað, og hjá
teimum ræður nú um at
steðga keðiligu gongdini.
Hinvegin kunnu teir stað-
festa, at uppgávan leygar-
dagin ikki er av teimum
løttu, tí tað er eitt av odda-
liðunum, ið kemur á
vitjan.
Hava bast HB fyrr í
ár
Klaksvíkingar hava tó
fyrr í ár prógvað, at teir
kunnu
koppa
føroya-
meistarunum. Hesi bæði
lið hittust í Klaksvík í
fyrsta umfari av For-
muladeildini, og tá vunnu
klaksvíkingar 4-3 eftir ein
spennandi dyst.
Til dystin leygardagin
hevur KÍ at kalla allar
mans tøkar. Høgni Mad-
sen er tó leikbannaður
eftir reyða kortið, ið hann
fekk móti B36 farna
vikuskifti, og Erling Fles
og Eyðun Klakstein eru
framvegis leikbannaðir.
HB hevur alt sítt fólk
tøkt. Eingin spælari er
leikbannaður, og eingin
skaði er í hópinum. Teir
báðir danirnir, sum HB
hevur gjørt avtalu við í
sambandi við Champions
League dystirnar, hava
loyvi at spæla við móti
KÍ, men teir verða neyvan
við í hópinum.
Hjá HB ræður um at
vinna dystin í Klaksvík,
um teir ætla at halda fast í
hinum báðum oddaliðun-
um, men havnarmenninir
eru fullvæl greiðir yvir, at
tað verður ein trupul upp-
gáva, tí klaksvíkingar eru
svangir eftir stigum.
Oddaliðið Skála skal
halda fast í odda-
sessinum, tá ið EB/-
Streymur kemur á
vitjan
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Skála hevur staðið seg
avbera væl seinnu vikur-
nar, og teir eru eisini fav-
orittar at basa EB/Streymi,
sum kemur á vitjan á
Skála sunnudagin.
Ríða á einum
aldukambi
Tað er einki dulsmál, at
Skála í løtuni ríður á
einum aldukambi, tí teir
hava av álvara undanvind,
og tað tykist sum um, at
teir verða ógvuliga truplir
at koppa.
Hópurin er rættuliga
breiður, og hørð kapping
er um plássini á liðnum. Í
seinasta umfarinum hevði
Nenad Stankovic leik-
bann, men hann verður
við aftur nú sunnudagin,
og tað er ein styrkur fyri
miðvøllin hjá Skála.
Hjá EB/Streymi var
Hans Pauli Samuelsen
leikbannaður til dystin
móti GÍ á Mølini farna
vikuskifti, men hann er nú
tøkur aftur. Marni Djur-
huus hevur verið skaddur
í eina tíð, og tað sama er
galdandi fyri Sorin Ang-
hel. Rumenski framherjin
var tó við frá byrjan móti
GÍ, men hann noyddist av
aftur vøllinum, longu tá ið
ein hálvur tími var leiktur.
Ivasamt er, um Sorin og
Marni verða tøkir til
dystin móti oddaliðnum
sunnudagin.
Tá ið liðini hittust á Eiði
fyrr í ár, var talan um ein
ógvuliga slakan dyst, ið
endaði
við
einum
málleysum javnleiki, men
tað er ógvuliga sjáldsamt,
at Skála spælir málleysar
dystir.
Skála skal
halda fast
Oyggjabrak verður í
Vági sunnudagin, tá
ið VB og TB hittast í
Formuladeildini
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bæði liðini hava harðliga
brúk fyri stigum, tí bæði
liggja rættuliga niðarlaga á
stigatalvuni, og bæði liðini
taptu seinasta dystin hjá
sær.
Alt fólkið tøkt
Vágbingar vóru í Runavík
seinasta sunnudag, og teir
taptu dystin 3-1. Hinvegin
hevur VB ikki tapt á heima-
vølli í trimum teimum sein-
astu royndunum, og sum
heild plaga vágbingar at
standa seg væl vesturi á
Eiðinum.
Sum skilst hevur VB
eisini alt sítt fólk tøkt til
dystin móti arvafíggindun-
um.
TB var hóskvøldið norð-
anfjørðs og leikti ein út-
settan dyst móti GÍ í Gøtu.
Dysturin endaði við einum
2-1 sigri til GÍ, og tað vóru
tvøramenn alt annað enn
nøgdir við, tí teir mettu, at
tað vóru nakrar ivasamar
dómaraavgerðir, ið høvdu
givið gøtumonnum bæði
málini.
TB hevur alt sítt fólk tókt
til dystin, og teir hava gott
mót. Tvøramenn hava eina-
ferð áður í ár vitjað vesturi
á Eiðinum, og tá vunnu teir
1-0. Einki er at ivast í, at
tað fer at verða ein tættur
og harður dystur millum
hesi bæði suðuroyarliðini,
og spennandi verður at vita,
hvussu leikur fer.
Fuglfirðingar framvegis skerdir
Tað er eitt skert ÍF-
lið, sum tekur ímóti
NSÍ í Fuglafirði
sunnudagin
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
ÍF skal royna at reisa seg
eftir lemjandi 9-0 ósigurin
móti HB í Gundadali sein-
asta sunnudag, men greitt
er, at fuglfirðingar fram-
vegis eru skerdir.
Hvørki Pól ella Símun
Verjuleikarin Pól Ennigarð
hevur framvegis leikbann
eftir útvísingina móti KÍ
herfyri, men hann verður
tøkur aftur til næsta dyst.
Ein annar, ið kundi verið
avloysari hjá Pól í mið-
verjuni, er Símun Eliasen,
men hann er á brúdleyps-
ferð við Elin, sum hann
giftist við farna vikuskifti.
Hin miðverjin, Bartal
Elasen, hevur verið á
oyggjaleikum og spælt við
flogbóltslandsliðnum, men
hann verður væntandi aft-
urkomin til dystin móti
runavíkingum.
Rúni Elttør og John
Thomsen hava framvegis
skaða at dragast við, og teir
verða neyvan klárir til
dystin sunnudagin.
Hjá NSÍ eru flestu menn
klárir eftir dystin í UEFA-
Cup kappingini móti lett-
iska Metalurgs hóskvøldið.
Einasta ivamálið er tó
Christian Høgni Jacobsen,
sum skeyt øll trý málini, tá
ið NSÍ vann 3-1 á VB farna
vikuskifti. Í sama dysti
fekk Christian Høgni ein
snudd í knæið, sum gjørdi,
at hann ikki fekk spælt
móti Metalurgs, og spurn-
ingurin er so, um hann
verður klárur til dystin í
Fuglafirði.
Tá ið liðini hittust í
Runavík fyrr í ár, endaði
tað við einum 1-1 javnleiki.
Grannauppgerð í Vági
B36 og GÍ mánakvøldið
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
16
9 - 5 - 2
34
17
17
32
2 B36
16
9 - 5 - 2
22
7
15
32
3 HB
16
10 - 2 - 4
46
18
28
32
4 NSÍ
16
6 - 6 - 4
25
21
4
24
5 EB/Streymur 16
5 - 7 - 4
17
23
-6
22
6 GÍ
16
5 - 3 - 8
21
26
-5
18
7 ÍF
16
4 - 4 - 8
19
40
-21
16
8 VB
16
4 - 3 - 9
18
29
-11
15
9 KÍ
16
4 - 2 - 10
21
31
-10
14
10 TB
16
3 - 5 - 8
14
25
-11
14
Máltindurin
Súni Olsen
GÍ
9
Allan Mørkøre
B36
8
Hans á Lag
HB
8
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
8
Bogi Gregersen
Skála
8
Rúni Nolsøe
HB
7
Tór-Ingar Akselsen
HB
7
Heðin á Lakjuni
KÍ
7
Jónhard Frederiksberg
Skála
7
Dan Djurhuus
VB
7
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
6
Hanus Thorleifsson
Skála
6
Rasmus Nolsøe
HB
5
Óli Johannesen
TB
5
Símun Louis Jacobsen
GÍ
4
Heine Fernandez
HB
4
Jákup á Borg
HB
4
Rókur F. Jespersen
HB
4
Atli Danielsen
KÍ
4
Andy Olsen
NSÍ
4
Helgi L. Petersen
NSÍ
4
Emmanuel Larbi
TB
4
Milan Kulic
VB
4
Besti málskjúttin í fyrstu deild fær eftir kappingarárið
handað gylta skógvin frá Adidas