leygardagur 16. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 134 - 16. juli 2005
Í fimm út av sjey
róðrum kunnu før-
oyameistarheitini av-
gerast í dag, tá kapp-
róðurin á Vestan-
stevnu í Miðvági
verður. Hetta er
somuleiðis fyrstu
ferð, at róð verður í
einari øðrvísi rað-
fylgju enn vanligt
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sílið við kvinnum, Jarn-
bardur
við
kvinnum,
Gongurólvur við monnum,
Nevið Reyða og Eysturoy-
ingur kunnu í dag tryggja
sær føroyameistaraheitið
2005 í kappróðri. Hesar
manningarnar liggja so
mikið væl fyri í kappingini,
at ein sigur á Vestanstevnu
er nóg mikið. Hjá onkrum
av manningunum er ikki
ein gongd ein sigur treytin
fyri at føroyameistaraheitið
skal vera í hús.
Hetta tekur kanska brodd-
in av spenninginum í teim-
um oman fyri nevndu kapp-
ingunum, men kortini er tað
altíð spennandi at fylgja við,
um tað nú fer at eydnast. Tí
óvæntað úrslit kunnu koma
fyri. Tað máttu kvinnurnar á
Sílinum ásanna á Fjarða-
stevnu, tá tær komu á málið
sum nummar tvey. Somu-
leiðis hevur Riddarin hótt
kvinnurnar
á
Jarnbardi
nakað tvær tær undanfarnu
stevnurnar, og nú verða tær
á heimasjógvi. Men hartil
skal tó sigast, at kvinnurnar
á Jarnbardi hvørjaferð hava
vunnið sannførandi, tá ið
avtornaði.
Hinvegin er rættiligur
spenningur í dreingjaróðrin-
um, har teir báðir norðoya-
bátarnir, Ritan og Fípan
Fagra liggja stavn um stavn í
kappingini um føroyameist-
araheitið. Hjá gentumann-
ingunum verður tað ikki
heilt avgjørt í dag, sjálvt um
Blikur vinnur. Tí tá verða
tær seks stig framman fyri
nummar tvey, men so skal
tað hinvegin vilja øgiliga
illa til hjá teimum á Ólav-
søku fyri at meistaraheitið
skal gleppa teimum av
hondum.
Bara 1.000 metrar
Vestanstevna í ár er fyrsta
stevnan, har tað bert verður
róð 1.000 metrar. Hetta
merkir eina ávísa broyting
fyri
seksmannafør
við
monnum, áttamannaførini
og ikki minst tíggjumanna-
førini, sum jú skera teirra
tein niður í helvt. Drúgvi
miðróðurin fellur burtur, og
tað verður munandi stytri
millum byrjanarspurt og
endaspurt. Hetta hevur
mangan gjørt róðrarnar
sera spennandi, men teir
eru eisini rættiliga harðir
fyri manningarnar, sum
mangan munnu kenna tað,
sum teir spurta so at siga
allan teinin.
Onnur raðfylgja
Síðani feløgini kring landið
á aðalfundinum hjá RSF
tóku undir við uppskotinum
um, at skipa fimm-manna-
farsróðurin
í
trimum:
Dreingjum,
gentum
og
kvinnum, hevur kjak tikið
seg upp viðvíkjandi upphit-
ingini
hjá
kvinnunum.
Drekin og Blikur rógva við
gentu- og kvinnumanning-
um, og hesar manningar
hava báðar sagt, at tær fáa
onga tíð til at hita upp á
málinum, áðrenn startin.
Men á Vestanstevnu verður
hetta broytt. RSF hevur
nevniliga broytt raðfylgj-
una á róðrunum soleiðis, at
tá
fimm-mannafør
við
gentum hava róð, rógva
áttamannaførini,
síðani
seksmannaførini
við
monnum, fimm-mannafør
við kvinnum og at enda
tíggjumannaførini. Hetta er
ikki roynt áður, men er
uttan iva gjørt fyri at bøta
um
viðurskiftini
hjá
kvinnumanningunum við
fimm-mannaførunum. Í ár
eru tað bert tveir bátar, sum
hava manning í báðum
róðrunum, men tað kann
lættliga blíva fleiri eitt
annað ár. Hendan raðfylgj-
an kann lata seg gera, tí tað
verða bara róð 1.000 metrar
á Vestanstevnu. Hvussu
hendan nýggja raðfylgjan
fer at roynast, tað kann tó
ongn vita, fyrr enn eftir
róðurin í Miðvági í dag.
Róð verður í hesari
raðfylgju á Vestanstevnu
Kl. 13.30
barnaróður dreingir
barnaróður gentur
Kl. 15.00
5-mf.dreingir
6-mf. kvinnur
5-mf. gentur
8-mf.
6-mf. menn
5-mf. kvinnur
10-mf
Fylgjandi bátar lut-
taka á Vestanstevnu:
Barnaróður, dreingir
1 Dúgvan
2 Sílið
3 Havfrúgvin
4 Royndin Fríða VFS
5 Fípan Fagra
6 Ritan
7 Tarvurin
Barnaróður, gentur
1 Falkur
2 Dúgvan
3 Tekla
4 Hvassi
5 Ørnin VFS
6 Firvaldur
7 Drekin
8 Royndin Fríða
9 Tarvurin
Fimmmannafør,
dreingir
1 Tekla
2 Tjaldrið
3 Drekin
4 Ritan
5 Fípan Fagra VFS
6 Blikur
7 Sílið
8 Dúgvan
Seksmannafør,
kvinnur
1 Páll Fangi 1G
2 Riddarin
3 Jarnbardur VFS 1G
4 Lómur
5 Sølmundur 1G
Fimmmannafør,
gentur
1 Havfrúgvin
2 Tjaldrið 1G
3 Drekin 1G
4 Blikur VFS
5 Tekla
6 Erla Kongsd. 2G
Áttamannafør
1 Knørrur
2 Argjabáturin 1G
3 Kvívíkingur 1G
4 Nevið Reyða VFS
5 Ørvur 1G
6 Árnfirðingur
7 Miðvingur
Seksmannafør, menn
1 Strálan 1R
2 Lómur
3 Stjørnan
4 Páll Fangi 1G
5 Sundabáturin
6 Jarnbardur
7 Gongurólvur VFS 1G
8 Sølmundur 2G
9 Hósvíkingur 1G
10 Smyril
11 Víkingur
12 Fuglfirðingur 1G
Fimmmannafør,
kvinnur
1 Junkarin
2 Firvaldur
3 Royndin Fríða
4 Frúgvin 1G
5 Sílið
6 Fípan Fagra VFS
7 Blikur
8 Drekin 2G
9 Ritan
10 Ørnin
11 Falkur
Tíggjumannafør
1 Skálabáturin
2 Vágbingur
3 Nólsoyingurin 1G
4 Eysturoyingur VFS
5 Hoyvíkingur
6 Havnarbáturin
7 Vestmenningur
Fleiri føroyameistarar finnast