leygardagur 16. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 • Vikuskiftið 16.–17. juli 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
PRÀT
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað skal vera á føroyskum. Ikki
danskt.
Àttati ára gamli maðurin úr
Ålborg er komin til Føroya á
vitjan. Hann hevur verið vitjan
hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað
bilar heldur ikki við at tosa
føroyskt.
Erik Ludvigsen er dani, men
hann er limur í føroyingafelag-
num í Ålborg, lesur føroysku
bløðini og nógvar føroyskar
bøkur. Seinnu árini er hann eisini
farin at gera vart við seg við
lesarabrøvum um føroysk
viðurskifti.
- Hevur tú næmi fyri málið, so
gloymir tú tað ikki, sigur Erik
Ludvigsen.
Áhugin fyri Føroyum er bara
vorðin størri við árunum. Àrini
skulu heldur ikki forða honum at
vitja aftur og aftur.
- So leingi eg orki, so komi eg
aftur til Føroya, sigur Erik.
Onkuntíð hava børnini verið
við, og aðrir tíðir er hann einasa-
mallur í Føroyum. Ferðin er altíð
við skipi hjá gamla Skipafelag-
num. Føroyski høvuðsstaðurin
stendur ikki mát við Vestmanna,
Fuglafjørð og Skæling, har Erik
sum oftast steðgar á ferðunum til
Føroya.
Pápin stjóri fyri Føroya
Banka
Erik búði tey fyrstu tjúgu árini
av sínum lívi í Føroyum og tók
eisini studentsprógv í Føroyum.
Foreldrini, Erna og Knud
Lugvigsen, búðu í Føroyum árini
1922 til 1945. Pápin stjórnaði
Føroya Banka hesi árini. Síðani
gingu nítjan ár, áðrenn Erik aftur
vitjaði í Føroyum. Síðani tá hava
vitjanirnar verið ofta.
- Eg kann ikki verða Føroyar
fyri uttan, sigur Erik Ludvigsen.
Erik er útbúgvin løgfrøðingur og
hevur millum annað undirvíst
við lærda háskúlan í Ålborg og
starvast sum advokatfulltrúi.
Tók til orðanna
Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at
gera vart við seg í føroyska
kjakinum við lesarabrøvum.
Nógv av tí, Erik Ludvigsen
hevur upp á hjarta eigur at vera
balsam fyri eina og hvørja
sambandssál.
Erik hevur sínar hugsanir um
tingini. Hann hevur plaserað seg
mitt í føroysku fjøldina við
helvtini við sær og hinari
helvtini ógvuliga fjart frá.
- Føroyar hava í dag næstan
hundrað prosent sjálvstýri. Alt,
sum hevur týdning, ráða føroy-
ingar sjálvir fyri. Føroyar eru eitt
fólk, men ikki ein natión, sigur
Erik Ludvigsen.
Hann er púra sannførdur um,
at heimastýrislógin er ein frálík
lóg. Tað var eisini hendan sama
lóg, sum av fyrstan tíð fekk hann
at seta eitt lesarabræv í Dimma-
lætting.
- Eg helt, at so nógv skeivt
varð sagt um heimastýrislógina,
og tí byrjaði eg at gera vart við
meg, sigur Erik.
Erik sigur seg vera glaðan fyri
ríkisfelagsskapin, men hann vil
ikki leggja seg út í støðutakanina
hjá føroyingum. Men tann nógv
umtalaði felagsskapurin og
spurningar hesum viðvíkjandi
binda eina rúgvu av tíð hjá Erik.
Hann er eisini púra sannførdur
um, at atkvøðan í 1946 bert var
vegleiðandi.
- Tú skalt bara hyggja í bløðini
um tað mundið, sigur Erik.
À vitjanini hesuferð legði
hann leiðina framvið løgtingið
og fylgdi viðgerðini, tá maskin-
meistararnir við lóg vórðu
koyrdir aftur til arbeiðis.
- Løgtingsmenn siga tað sama
við bæði fyrstu, aðru og triðju
viðgerð. Tað burdi ikki verið
neyðugt við so drúgvum
orðaskifti, sigur Erik Ludvigsen.
Ongan respons
Tað er synd at siga, at Erik hevur
fingið tær nógvu afturmeldingar-
nar. Hann hevur rætt og slætt
einki aftursvar fingið í føroysku
miðlunum fyri sína skriving.
Hví so er, dugir hann ikki
rættiliga at svara uppá.
- Tað kann vera tí, at eg skrivi
á donskum. Eg dugi at skriva
føroyskt, men eg haldi
boðskapurin kemur betri fram á
donskum, sigur Erik.
Sjálvur heldur hann seg hava
dugað væl at prógva sínar útsag-
nir. Í øllum førum hevur tað ikki
verið nakar, ið hevur mótprógvað
ella svarað.
Um so fólk svara honum ella
ikki, so ætlar Erik sær aftur til
Føroya innan leingi.
- Kann ikki vera Føroyar fyri uttan
Eftir barnaárini í Føroyum hevur Erik Ludvigsen ikki kunnað lagt Føroyar
afturum seg. Hann vitjar aftur og aftur, og áhugi er ikki bert fyri gjáum og fjøllum
Erik Ludvigsen er áttati ára gamal, og hann vitjar ferð eftir ferð í Føroyum, so leingi hann orkar.
Mynd: Bárður.