Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 134 - 16. juli 2005 SKÚLASKIP Halla Nolsøe halpou@um.dk Washington Seinastu vikuna hevur skúla- skipið Danmark ligið við bryggju í amerikanska høvuðsstaðnum Washington DC. Umborð hitti eg 5 føroyingar, ið hava valt at gerast næmingar á skúlaskipinum. 21 ára gamla Gunnhild Dahl Nicla- sen úr Klaksvík, 20 ára gamla Rakul Enni av Tvøroyri, 21 ára gamli Ingi Hansen úr Vági, 19 ára gamli Búgvi Gregersen av Strondum, og Beinta Laksá av Argjum, men sum hevur búð í Danmark tey seinstu árini. Tropiskt veðurlag Júst komin beinleiðis úr føroyska summarinum, til tað næstan trop- iska veðurlagið í Washington, vóru tey dagin eftir blakað útí lívið sum sjómansnæmingar. Uniformurin er myrkar langar buksur og myrkar stutterma- troyggjur, og ikki hava tey loyvi til at bretta ermarnar eitt sindur upp, fyri at køla seg eitt sindur av. Tey vóru heldur ikki so glað fyri, at eg tók myndir av teimum! Spurd um hvørjar orsøkirnar til hetta val av útbúgving hevði verið, søgdu Gunnhild og Rakul, at tað var vónin um eitt upplivilsi fyri lívið, sum hevði verið avgerandi fyri tær. Ingi helt, at hetta saman við tí disciplin ein skal læra umborð, var hansara orsøk til at søkja umborð. Og disciplin var har nokk av. Meðan tey lógu í Washington sluppu tey ikki í land at síggja býin. Tey høvdu fingið at vita, at har var ikki so nógv spennandi at síggja, sum aðra staðni tey komu fram- við, so tey sluppu í land seinni á túrinum. 80 næmingar Skúlaskipið hevur uml. 80 næmingar við á hvørjum túri. Føroyingarnir fortaldu, at um- framt tey, so vóru 4 grønlendarar, onkrir týskarir, norðmenn og aðrar tjóðir aftrat umboðaðar. Fyri nøkrum árum síðani var útbúgvingin broytt, soleiðis at hon nú er ein grundútbúgving til skibsassistent. Bygnaðurin er, at tey eru uml. 10 vikur í praktik, umborð á skúlaskipinum, og 10 vikur í skúla í Frederikshavn í Danmark. Hesa ferð byrjaðu næmingarnir við at flúgva til USA og mynstra har. Hetta komst av, at skipið varð leigað út og hevði siglt tvørturum Atlants- havið frá 22. maj til 24. juni, við eini manning uppá 30, sum vóru fyrrverandi næmingar. Hesi mynstraðu so av, og teir 80 næmingarnir komu umborð. Fimm føroyingar við skúlaskipinum Danmark Tað er vónin um eitt upplivilsi fyri lívið, sum hevur verið avgerandi umframt at royna veruliga disiplin í verki siga teir fimm føroyingarnir, sum nú fara á sína lívsins ferð við Danmark framvið amerikonsku eysturstrondini og seinni tvørtur um hav til Írlands. Teir fimm føroyingarnir, sum hava valt at royna seg umborð á skúlaskipinum „Danmark“ eru Rakul Enni av Tvøroyri, Gunnhild Dahl Niclasen úr Klaksvík, Beinta Laksá av Argjum, Búgvi Grgersen av Strondum og Ingi Hansen úr Vági. Mynd Halla Nolsøe