Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tvørtur um hav Úr Washington gongur leiðin norður eftir framvið amerikonsku eysturstrondini, til Baltimore, New York, Boston, og seinasti steðgur í Norðuramerika er Halifax í Canada, áðrenn stevnt verður tvørtur um Atlantshavið aftur, til Cork í Írlandi. Ferðin tvøturum hav siga tey tekur uml. 15 dagar. Gerandisdagin umborð høvdu næmingarnir ikki enn havt høvi rættiliga at uppliva. Tey høvdu bert verið umborð 2 dagar tá eg prátaði við tey, og tíðin hevði mest gingið við at læra heitini á ymsu tingunum umborð. Stórur dentur verður lagdur á reinføri, og var tað eitt krav, at tey skuldu í bað hvønn dag. Tá bert tvær brúsur vóru umborð, skuldi skjótt berast at, og ikki var altíð at øll høvdu nátt tað um morgunin, so onkur hevði verið um kvøldið í staðin. Tey sova í hongjukoyggj- um på rad og række, og tá ein vendir sær, so skumpar hann undir hini rundanum, so øll fara á rull. Klatra í mastrarnar Dagin fyri høvdu tey havt venjingar í at klatra upp í mastrarnar. Hetta verður gjørt uttan trygdarlínu, men tá tey standa uppi á platforminum eru tey íbundin. So løgið tað ljóðar var ongin dottin í havið, so vítt tey vistu. Teir 5 næmingarnir vóru býttir upp í 4 ymisk hold. Hetta var gjørt fyri at skilja tey at, so at tey eisini koma í samband við hinar næmingarnar. Soleiðis var eisini gjørt millum tey sum komu aðrastaðni frá, og eisini tey sum høvdu eina studentaskúla- ella aðra útbúgving, vóru sundur- skild á ymisk hold. Skúlaskipið byrjaði at sigla í 1933 sum venjingarskip hjá hand- ilsflotanum, men tá týskarar hertóku Danmark, var skipið statt í amerikonskum sjógvi, og fyri at skipið ikki skuldi falla á týskar hendur, valdi skiparin Knud Hansen at verða verandi í USA. Tey næstu árini sigldi Danmark so undir amerikonskum flaggi, og hevði yvir 5000 amerikanskir næmingar umborð. Krútsterk Meðan vit standa og práta, kemur knappliga róp í, at nú er steðgurin liðugur, og tey skulu aftur til verka. Øll loypa upp, og renna yvir á dekkið og stilla seg á rað. Eg fekk ikki høvi at ynskja teimum góðan byrð, men mátti sníkja meg av aftur, meðan manningin inspiceraði næmingar- nar. Á fastari grund aftur kom eg í prát við rithøvundan Finn Føns, ið hevur skrivað bók um skúla- skipið, og sum hevur fylgt tí í mong ár. Eg fortaldi at eg hevði verið umborð og heilsa uppá føroyingarnar, og at eg eisini var føroysk. Hann segði, ja, har var ein lítil ein, sum var føroysk, Gunnhild, spurdi eg, ja nemliga, og hon stóð undir liðini á tveimum høgum ungum monn- um, tá tey stóðu í nummar ordan. Hann helt hetta síggja so skeg út, men segði so, at kanska var hon lítil, men krútsterk! Tey pakka koyggjusekkin hvønn dag, og hennara hevði verið so gott stapp- aður, betur enn teir hjá drongjun- um, fortaldi hann. Meðan eg gekk niðan aftur til metro-støðina, sá eg at tey aftur vandu at klatra í mastrunum. Eg gleddi meg yvir at hava fasta grund undir fótinum, men iðraði meg yvir, at tað ikki var eg, ið skuldi ferðast og uppliva eitt slíkt samanhald teir næstu mánaðirnar. Eg skuldi heilsa frá teimum øllum, og siga at tey hava tað gott. Nr. 134 - 16. juli 2005 27 Gunnhild Dahl Niclasen, 21 ár og úr Klaksvík, sum nú sleppur at royna seg í tí annars mansdomineraðu verðini umborð á skúlaskipi. Mynd Halla Nolsøe Skúlaskipið Danmark her við bryggju í New York. Mynd Halla Nolsøe